- Ógvuliga harmiligt

- Nú handilin letur aftur, má ein hugsa øðrvísi, tá ein skal keypa inn, sigur Ansa Viderø av Viðareiði.

Hon starvast til dagliga í Klaksvík, men fegnast tó um møguleikan at kunna fara til handils í heimbygdini, tá okkurt manglar til húsarhaldið.
Hesin møguleikin verður nú ikki til staðar.
- Eg hugsi serliga um tey eldru fólkini í bygdini, og tey sum keypa alt inn her.
- Tað verður verri við ongum handli. Ja, tað verður bedrøviligt hjá teimum, slær Ansa fast.
Handilin á Brúgvaskifti hevur havt allar vanligar vørur og er tí eisini vorðin eitt slag av savningarstað á Viðareiði.
 
Undarlig støða
Fyrsta hugsan Ansu, tá fólk byrjaðu at tosa um afturlatingina var, at hetta mátti vera leysatíðindi.
Men tað var tað kortini ikki.
- Eg hugsaði beinanvegin, at hetta kundi ikki vera rætt. Eg meini, hann hevur verið her alla mína tíð. Og nú skal hann so bara lata aftur!
- Eg dugi illa at ímynda mær bygdina uttan ein slíkan handil, sigur Ansa.