Ein koyrdi ávirkaður av rúsdrekka

Eitt harðskapsmál er fráboðað í nátt, og ein persónur, sum ikki kláraði sjálvur at koma til hús, hevur sovið í brummuni hjá løgregluni í nátt

Um hálvgum fimmtíðina í morgun hendi eitt ferðsluóhapp í Havn. Vaktleiðirin sigur,at tá løgreglan kom á staðið, fekk hon illgruna um, at førarin var ávirkaður. Tá hann blásti í alkoholmetrið vísti tað seg, at hann hevði drukkið ov nógv til at koyra bil. Ikki nóg mikið við tí. Førarin hevði heldur ikki koyrikort.

Hann er tí skuldsettur fyri bæði lógarbrotini.

Nakað eftir midnátt fekk løgreglan boð um eitt harðskapsmál á Tvøroyri. Har er tó eingin handtikin enn, men løgreglan veit, hvør persónurin er, sum hevur framt harðskapin.

Løgreglan hevur annars verið úti og kannað skeinkistøð í nátt, men har varð einki mál skrivað. Eisini hevur løgreglan verið sjónlig í býnum og millum annað tosað fólk til rættis, har ósemja var, sum kundi endað við onkrum verri.

Ein persónur, sum hevði drukkið so nógv, at hann ikki kláraði seg, hevur sovið í brummuni hjá løgregluni í nátt.