sum barðst verður við. Valstríðið hevur á nógvar mátar mint nógv um tíðina 1998-2004 tá fullveldissamgongan ráddi. Fíggjarlig og peningalig viðurskifti hava fylt nógv. Og støðugar hóttanir hava verið frá [...] sleppa ætlanini um fólkaatkvøðu, og til at siga nei til føroyskt fullveldi. Stórur munur er tó á, hvussu skotar og føroyingar hava latið seg ávirka av ræðu-átøkunum. Fólkaflokkurin lat seg ræða av donskum [...] økt sjálvræði. Men hesi átøkini og hóttanirnar frá ensku stjórnini varpa bert enn bjartari ljós á, hvussu sjálvsagt tað er, at fólkið tekur ábyrgd av egnum landi. Siga tey JA fáa tey allar samráðingarmøguleikar
nyttar onki«. Meðan eg lati tankarnar sveima á feriustaðnum, er tað so nógv, ið kemur fram fyri meg. Hon hevur altíð verið til í mínari verð, havi so nógv góð barnaminnir bæði úr Vági og ikki minst úr [...] Tann dagin eg stóð brúður, misti hon mannin, sum gekk burtur á sjónum, og tung vóru míni fet, tá vit á veg úr kirkjuni í Samkomuhúsið steðgaðu á heima hjá Onnu. Og seint fari eg at gloyma løtuna inni hjá [...] reiðar at fara í brúdleyp um kvøldið. So orðatakið, »at ongin veit á morgni at siga hvar ein á kvøldi gistir« komu vit øll at ásanna. Aftan á hetta vil eg siga, at millum okkum báðar bleiv eitt serstakt samband
allastaðni hanga smáir lepar úr plasti við tekningum og symbolum á. Hesir kunnu so flytast ymsar staðir, tí teir hava læraratyggigummi ella karalás á baksíðuni. Skipað kaos Jóhanna Rubeksen greiðir frá, at av [...] fyri vanlig fólk, kann tykjast fløkt og óskiljandi fyri hesi børn. - Børnini hava ilt við at minnast orð. Tí brúka vit heldur myndir til at visualisera tað, sum skal henda, tí børnini duga á at skyna myndir [...] sjey starvsfólkini á Bólinum, at arbeiðið fyri at fáa børnini at trívast, heldur fram, tá ið børnini eru liðug at ganga í barnagarði. Tí børnini í Bólinum fara helst altíð at hava tørv á, at onnur hjálpa
India. Í stóra rúminum sveimaðu risaballónir, og millum fólkini og á pallinum dansaðu og tustu fólk, ið vóru ílætin sum fólk í 1700 talinum. Í parykkum, síðum kjólum og parasollum. Síðan komu techno-rútmurnar [...] undarligt, meðan vit royndu at finna okkum til rættis á gólvinum. Tá Paul McCartney loksins trein á pallin kl. 20.30 og treiv í Hello Goodbye, fagnaðu fólk honum so stórliga, at hann mátti bakka ein metur fyri [...] »Something« á ukulele, eitt fýrstreingjað ljóðføri, sum teir plagdu at skemta sær á. Útsetingin var mergjað og margháttlig samstundis, og var tað einasta lagið, sum McCartney ikki sjálvur átti á konsertini
lagt á tey heldur enn á ta stóra Ukraina. Men tey vita eisini, at tey kortini standa fremst fyri, um hóttanirnar frá Putin um stórkríggj – møguligt atomkríggj - verða veruleiki. Í Estlandi vita fólk, at [...] stórt undirskot fyri Føroyar. (Í einum svari á FB til Árna Dam greiðir Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur á Setrinum, frá, at hansara samrøða um hetta við D&V var nógv klipt, og tað skilst, at teir í veruleikanum [...] til fíggjarligan fyrimun fyri Føroyar. Sambært Búskaparráðnum er virðið á tí, vit fiska í Russlandi, og tí, russar fiska hjá okkum, á leið tað sama. Men tá eru til dømis oljuútreiðslurnar ikki tiknar við
flytir seg nógv, alt eftir, hvussu hitin er í sjónum, so av og á mugu trolararnir inn um fyri yvirhøvur at kunna fiska kongafisk. ? Tí er tað avgjørt neyðugt, at trolararnir eisini fáa fiskidagar á innaru [...] eitt uppskot um, hvussu teir stóru djúpvatnstrolararnir kunnu koma upp í skipanina. Eftir uppskotinum hjá Skipanarnevndini, fáa lemmatrolararnir ikki meiri enn 1.278 dagar tilsamans á teimum innaru leiðunum [...] lararnir fiska í mesta lagi einar 255 dagar, um teir brúka allar dagarnar á ytru leiðunum. Sinnaðir at tosa Hetta er ikki nógv mikið til, at trolararnir kunnu klára seg, tí vanliga eru teir minst 300 dagar
misbrúk av 4 ára gomlum drongi, er aftur í rættinum í dag. In.fo er á staðnum, og reportari okkara, Hallur av Rana, sigur, at munandi fleiri fólk eru í rættarsalinum í dag enn seinast, tá ið føroyingurin var [...] álvara av málinum. In.fo er á staðnum í Lyngby. Í morgun verður farið ígjøgnum restina av ákærupunktunum og fyrst verður farið ígjøgnum alla samrøðuna millum mammuna og føroyingin á sosiala miðlinum LinkedIn [...] LinkedIn. Tað var júst á hesum miðli, at ágangurin móti tí 4 ára gamla dronginum varð avdúkaður av myndugleikunum. Í samskiftinum á LinkedIn millum mammuna og føroyingin eru at finna bæði myndir av mammuni og
SpaceX-stovnarin, Elon Musk, á Twitter. Men hildið verður ikki at hetta fer at hava nakran týdning fyri, hvussu leingi bilurin kann »liva« í rúmdini, heldur Tine Ibsen, astrofysikari á Tycho Brahe Planetarium [...] vist, at hann rennur á nakað sum helst og fer í knús, sigur hon. Hóast broyttu kósina heldur hon framvegis, at royndin hevur eydnast, men á framtíðar ferðum kann tað verða vandi á fer við slíkum mistøkum [...] ið, SpaceX, við hepni sendi heimsins kraftmiklastu rakett, Falcon Heavy, avstað ímóti Mars. Umborð á ferjuni var eingin fylgisveinur, men ein reyður Tesla-sportbilur, sum eftir ætlan skuldi sendast út
skuldu bara møta upp, sigur Annika, og hon vísir á, hvussu nógv foreldrini hava at siga har. - Eg havi altíð lært at vera sjálvstøðug og eri eggjað til at standa á egnum beinum. Í Korea hava foreldrini alt ræði [...] sambandi við lesnaðin at fast bleiv millum hana og David, sum lesur stjórnmálafrøði á sama lærustovni. - Vit hittust fyrstu ferð á einari útferð fyri altjóða næmingar. Vit funnu útav, at vit høvdu nógvar felags [...] burtursæð frá á myndum. Men mamma David fekk lokkað handilskonuna at leiga okkum klæðini til alla vígsluna, og ikki bara til myndirnar, forklárar Annika og flennir. Um middagstíð varð farið upp á eina aðra
fleiri mánaðir var eisini rættiliga nógv arbeiðið á virkinum og eitt skifti arbeiddu yvir 100 fólk úr allari oynni alt samdøgurið í trimum skiftisvaktum. Men sum tað leið út á várið fór arbeiðið at ganga undan [...] at tað kann ongin liva fyri, siga vágbingar, sum arbeiða á flakavirkinum í Vági. Vilja ikki gevast Rannvá Dalá sigur, at eini 70 fólk møttu á fundinum í gjárkvøldið og fingu tey eitt gott kjak um støðuna [...] í rættiligum døpurhuga. Tað eru nú fimm vikur síðani, at arbeiði var á stóra flakavirkinum hjá Fiskavirking í Vági, har yvir 100 fólk úr allari oynni annars hava arbeitt. Tað hevur ligið í kortunum leingi