Nógv fólk í rættinum í Lyngby í morgun

42 ára gamli føroyingurin er aftur í rættarsalinum í Lyngby í morgun

42 ára gamli føroyingurin, sum er ákærdur fyri at hava eggjað til misbrúk av 4 ára gomlum drongi, er aftur í rættinum í dag. In.fo er á staðnum, og reportari okkara, Hallur av Rana, sigur, at munandi fleiri fólk eru í rættarsalinum í dag enn seinast, tá ið føroyingurin var í rættinum. Føroyingurin er í ljósum kovboybuksum, er stutt kliptur og skeggið tætt trimmað í morgun.

 

Gjøgnum tríggjar mánaðir var ein bert fýra ára gamal drongur í fjør útsettur óteljandi ferðir fyri kynslingum ágangi frá mammu síni. Í mars varð mamman dømd í fongsul í trý ár og níggju mánaðir fyri ágangin, sum sambært løgregluni og ákærumyndugleikanum varð framdur eftir umbøn frá einum tá 42 ára gomlum manni úr Føroyum, sum also er í rættinum í morgun. 

 

 

 


Men 42 ára gamli maðurin sigur seg vera ósekan í øllum ákærum, og sigur, at talan bert var um fantasi. Ákærdi føroyingurin segði í rættinum seinast, at hann gekk út frá, at mamman skilti, at alt bert gekk fyri seg í einum fantasi heimi, og at hann sostatt ikki væntaði, at hon fór at gera álvara av málinum. 

 

 

 

In.fo er á staðnum í Lyngby. Í morgun verður farið ígjøgnum restina av ákærupunktunum og fyrst verður farið ígjøgnum alla samrøðuna millum mammuna og føroyingin á sosiala miðlinum LinkedIn. Tað var júst á hesum miðli, at ágangurin móti tí 4 ára gamla dronginum varð avdúkaður av myndugleikunum. 

 

 

 

Í samskiftinum á LinkedIn millum mammuna og føroyingin eru at finna bæði myndir av mammuni og tí 4 ára gamla dronginum í ónærisligum støðum, og samskifti, har føroyingurin greiður frá, hvussu mamman skal bera seg at móti dronginum - á ein ónærisligan hátt. 

 

 

 

Men føroyingurin sigur í rættinum seinast, at hann helt ikki nakað av tí vera veruleika. Hinvegin helt hann, at mamman hevði funnið tilvildarligar myndir á netinum og ikki, at tað vóru myndir, hon sjálv hevði tikið. 

 

 

 

In.fo fylgir málinum