út av, at operatiónin fór ikki at eydnast, og tú kom tí heim aftur við vón um at liva sum vanligt í fleiri ár, men so bleiv ikki, tann 6. juli slóknaði lívsneisti tín. Eingin veit á morni at siga, hvar [...] fyri mær, at hann var óvgvuliga glaður yvir, at hann hevði verið og heilsa uppá teg, dagin fyri at tú læt eyguni aftur fyri seinastu ferð. Hetta untist tíverri ikki mær, góði vinur. Aftaná at eg fór niður [...] Tað vóru ógvuliga tung boð at fáa, at lívsneisti tin – systkinabarnið – var slóknaður. Tú hevði verið sjúkur í nógv ár, men kláraði brekið við at taka tablettir og annars passa upp á teg sjálvan. Ì juni
ómetaliga svár sannroynd. Tey flestu vistu, at tú bardist ein dyst, sum var so torførur at vinna, men ikki vardi tað meg, at hetta skuldi gerast endin. Vit komu at kennast sera væl í fólkaskúlanum. Fóru í [...] tonkum. Vit vónaðu øll inniliga, at tú fórt at koma fyri teg aftur. Eg kundi skrivað nógv aftrat um góðar og stuttligar løtur saman við tær, men orð eru fyri einki at rokna afturímóti tí sakni, ið kennist [...] ov ungur fórt tú. Jórun, Bartal, Petra og Marin, tit máttu nú siga manni og pápa farvæl, og eg rokni við, at tit, eins og vit onnur, velja at minnast Torkil fyri alt tað góða, hann stóð fyri. Hann var eitt
øðrum. Vit hava sum sagt gjørt so nógv saman, at eg kundi skrivað bøkur um tað. Apropos tað, at hann var so ivrigur, so kann eg siga, at hann hevði lindi til at gerast fyrri ella fremri enn eg. Vit blivu [...] elstu og bestu vinmonnum. Hann er hetta framvegis í mínum høvdi. Men satt er tað, at hann er deyður. “Only the good die young” siga bretar onkuntíð, og soleiðis eitur ein sangur hjá Iron Maiden, sum eg [...] vóru vit sera ivrigir at gita mest rætt. Báðir spældu vit borðtennis við Fram á B-liðinum, har vit skiftust um at vera bestir. (Altíð vóru Bergur, Martin, Jan og Tummas ov góðir til at lata meg og Torkil
vit vóru tá ávíkavist 17 og 18 ára gamlir. Eg minnist serliga, hvussu hann royndi at troysta meg, tá ið eg fekk telegram um, at pápi var deyður. Eftir at hava verið við Sjøvik í 4 1/2 ár, fór eg við Ramoen [...] Tað var eini løgnari kenslu, eg sat við, eftir at hava fingið boð frá Boga, guðsoninum, um telefonina, at pápi hansara, Sámal var deyður. Eg hevði vitjað Sámal nakrar ferðir meðan hann lá illa sjúkur. [...] mangan saman, so ein dag sigur Sámal við meg, at hann fór á stýrimansskúla. Eg hevði aldrin droymt um nakað slíkt, so eg fór at hugsa um hetta og endin varð tann, at vit báðir byrjaðu í skúlanum um heysti í
velja, at gleðast um nógvu og ríku løturnar, okkum untist at vera saman við teimum. Samstundis kunnu vit gera søguna – saman við teimum – til okkara. Vaks tú upp á Sandi, var tú tilvitaður um, at ”hinumegin [...] fóru vit í handilin at fáa okkum okkurt gott undir tunguna. Líka legði Steintór í, um vit tóku rívan til, hann flenti bert, og bað okkum vera ansnar, tí annars fór Gerda at havast at okkum. Tað lá raðið [...] lagt varð aftur at landi. Farleiðin á bygd kann vera vandakend fyri piltar. Hesum hevði Steintór ans fyri. Hann greiddi okkum frá flóð og fjøru, og at vera ansin fyri mórusandi, soleiðis at vit ikki gjørdust
slapst undan at nakar fór at hugsa um tað. Nei, helt Svenning, at tað skuldi standa, sum hon hevði sagt tað. Gamla hevði neyvan góðkent nakað annað enn tað, sum hon hevði sagt. Hon helt ikki, at hetta var [...] til Havnar at vera í húsi hjá Jens Paula í Dali, sum hevði navigatiónsskúla heima hjá sær sjálvum. Her var nóg mikið at gera. Men skjótt vóru boð aftur eftir Sannelenu at koma heim aftur at hjálpa mammuni [...] víst, at hann meinti tað við at halda seg frá rúsdrekka. Hann hevði føðingardag tann 31. mars, tá hann vildi fylt 21 ár. Og heldur enn at skeinkja fyri manningini keypti hann ein kassa av sigarum at bjóða
til at syngja. Vit hittust fyrst úti á Argjum hjá Randi, har vit skuldu eitast at venja, men satt at siga gjørdist tað heldur ein hugnaløta við venindusnakki, at hyggja at gomlum myndum og ikki at gloyma [...] heim. Vit koma ikki aftur at syngja saman her á jørð. Í dag syngur Randi í tí Himmalska kórinum, har sangurin er brimduni líkur, sum skaldið tekur til. Fjálgt er at vita, at har skulu vit ein dag aftur [...] starandi av kavaflykrunum, ið júst eru farnar at falla og mana góð gomul minni fram, brýtur telefonin tøgnina: Randi er farin. Settist hond undir kinn og aftur lítandi at teimum lætt leikandi flykrunum rennur
f.10.juni 1936 d.3.okt.2015 Vit kunnu av røttum siga, at heystið er komið. Dagarnir styttast.Gul bløð av trøunum flúgva húsanna millum í vindinum, flytifuglurin er farin av landinum í fjarskotin lond, [...] tænastu. Tá var tað ein dygd at verða leingi í sínum arbeiði. Poula var ættar kær.Hon hevði samlað nógv tilfar saman bæði í móðir og faðirs ættina. Hon tosaði mangan um at samla alla Bærentsen`s ættina [...] tað síðsta. Minnist mangar góðar, gevandi og stuttligar løtur saman við tykkum og øðrum í tykkara hugnaligu stovu. Poula var glað fyri síni ommubørn og tosaði mangan um tey. Serliga haldi eg, at Ingerð og
kom eg skjótt at kenna bæði Petru og Esbern og tær báðar døturnar, Annleyg og Marjuna. Eg kann ikki siga annað, enn at eg varð stórliga bilsin, tá ið eg kom inn til teirra. Eg visti, at Esbern var bankastjóri [...] smátt tók alla megina frá henni, og at enda fekk hon eisini krabbamein. Ein kann bert siga, at Harrans vegir eru órannsakandi, men ein kann hóast alt fegnast um, at Esbern vegna sjúku sína kanska ikki [...] harmast um, at Petra, so sjúk hon var, mátti pínast saman við okkum øðrum um støðuna. Esbern sjálvur fór frá í 1986, og sjálvur kann eg siga við vissu, at Føroyar høvdu verið betur fyri, um Esbern sat sum b
lendur í Keypmannahavn fyri fyrstu ferð síðani koronufarsóttin fór at herja um okkara leiðir. Eg fór beina leið á Bispebjerg Hospital at siga tær farvæl. Hendan løtan er ein teirra, ið festir seg í minnið [...] tú ikki átti orð. Men egnabráið segði mær, at tú skilti. Skilti, hvussu nógv eg helt av tær. Men eisini, at endin var nær. Dugdi alt og kundi alt Eg minnist einu ferðina vit skuldu gera eina upptøku í [...] miðlaráðgevi í táverandi Eik Banka og hjá Tórshavnar kommunu. Vit komu at kennast, eftir at eg var valdur á Fólkating í 2007, og tú komst at arbeiða á skrivstovuni hjá mær. Vit funnu beinanvegin stevið, og okkara