f.10.juni 1936 d.3.okt.2015
Vit kunnu av røttum siga, at heystið er komið.
Dagarnir styttast.Gul bløð av trøunum flúgva húsanna millum í vindinum, flytifuglurin er farin av landinum
í fjarskotin lond, fjøllini eru gingin og eplavelturnar upptiknar.
Soleiðis var nú eisini hjá tær, góða Poula. Nú var títt heyst komið, sum tað einaferð kemur til okkum øll.
Poula var ein vitug kvinna, sum tú hevði virðing fyri. Ikki ein, sum gongur og rópar upp, men hevði sína meining bæði samfelagsliga, politiskt og trúarliga.
Hon var sterk í síni trúgv, sum var lagt í hana líka frá barni av.
Á Almannastovuni var hon í mong mong ár og fekk tænastumedaljuna frá Drotningini fyri langa og trúgva tænastu.
Tá var tað ein dygd at verða leingi í sínum arbeiði.
Poula var ættar kær.Hon hevði samlað nógv tilfar saman bæði í móðir og faðirs ættina. Hon tosaði mangan um at samla alla Bærentsen`s ættina, men tíðin gjørdist so ikki til tað. Var tað eitthvørt innan fyri familjuna, sum tú vildi hava skil uppá, ja, so var bara at spyrja Poulu.
Í ráðum var hon altíð góð. Hvat tú spurdi hana um,fekst tú altíð eitt nøktandi svar.
Frank og Poula bygdu úti á trøðni,altso á Heygnum Mikla 2.Tá ið tú nærkast hesum hugnaligu og heimligu húsum merkir tú beinanvegin andan av hondum, sum av kærleika hava fjálgað um, ikki bert uttanfyri, men serliga eisini innanfyri.
Tá ið tú hevði latið úthurðina upp, føldi tú hitan og hugnan streyma tær ímóti. Samstundis sum blíðskapurin var í hásæti. Og hetta sermerkti Poulu.
Alt var bara so perfekt og soleiðis var hon líka til tað síðsta.
Minnist mangar góðar, gevandi og stuttligar løtur saman við tykkum og øðrum í tykkara hugnaligu stovu.
Poula var glað fyri síni ommubørn og tosaði mangan um tey. Serliga haldi eg, at Ingerð og hon vóru tætt knýttar at hvørjari aðrari og kom tað eisini so væl til sjóndar nú, tá ið Ingerð kom heim áðrenn jól at verða um ommu sína.
Nú hvílir tú við síðuni av Inga, sum tú og Frank saknaðu so ómetaliga nógv og sum vit ikki skiltu meiningina við, at hann skuldi fara á so ungum aldri.
Góða Poula – Orð eru so fátæk, men stóra takk fyri ógloymandi løtur saman við tykkum og tann stóra trúskap, sum hevur verið ímillum tykkara og okkara heim.
Sorgin og saknurin hjá tykkum øllum er ógvuliga stórur; men minnini hava tit um eina sera góða konu, mammu og ommu,og tey eru góð at líta aftur á.
Ærað veri minnið um Poulu.
Så stakket er livet hernede
å, hvorfor forstår vi dog ej
af sol og af smil at sprede
et væld på hverandres vej