iga til mín, og eg smekkaði til fyrstu ferð. Tað var gott hjá okkum at fáa tað málið, so at vit ikki vóru aftanfyri í seinna hálvleiki. So høvdu vit eisini tað sálarliga yvirtakið við at vit høvdu skorað [...] kortini, og tað er altíð gott at vinna, tá ið vit spæla illa. Kanska var tað vindurin sum darvaði, men spælið koyrdi í øllum førum ikki nóg væl. NSÍ liggur nú á odda við fullum stigatali. - Tað er stuttligt [...] móti Skála. Hann viðurkennir, at tað kendist undarligt at skora móti Skála. - Tað var eitt sindur løgið at skora móti mínum gomlu liðfeløgum. Men nú spæli eg við NSÍ, og eg má geva meg fult út fyri NSÍ
hevur tað í løtuni. Gerhard lovar at taka “eina kraftiga avgerð”, um endin verður, at Sandoyartunnilin ikki fær pengar á ársins fíggjarlóg. Men merkir hetta, at hann fer at taka seg úr flokkinum og samgonguni [...] og eg ætli mær at stríðast til tað seinasta, sigur Gerhard Lognberg. Tað eru m.a. floksfelagarnir hjá Gerhardi í Javnaðarflokkinum, sum hava grundgivið fyri, at ráð ikki eru til ein Sandoyartunnil, soleiðis [...] tíðindini um, at landsstýrið hevur strikað játtanina til Sandoyartunnilin og tunlarnar norður um Fjall í fíggjarlógaruppskotinum, sum formaðurin hjá Gerhardi, Jóannes Eidesgaard, í næstum fer at handa tinginum
svaraði aftur við at siga, at tað eru fleiri løgtingsfólk, sum taka sítt starv í fullum álvara. Men tað eru eisini løgtingsfólk, sum hava hjástarv, og sum ikki fara at merkja lønarlækkingina. Tað segði hann við [...] við, um tað er nakar álvari í metingum løgmans, ella um talan bara er um eina rakett ella ballón fyri at vinna veljaratekki. Tað harmar Kára P. Højgaard at liggja undir ákæruni frá løgmanni um, at hann tekur [...] tí báðir (Kári P. Højgaard og Kári á Rógvu, blðm.) hava hjástørv og hjávinnur, sum teir røkja afturat sínum løgtingssessi. Tað fyrsta, vit kunnu vænta av løgtingslimum er, at teir eru til arbeiðis fyri
nógvar atkvøður, at eg eitt skifti var bangin fyri at verða valdur. - Er tað ikki ódemokratiskt, og at halda veljararnar fyri gjøldur at stilla upp, men samstundis vóna ikki at verða valdur inn á ting [...] er tað demokratiskt. Hetta er ein háttur at ávirka fólk. Vit vita, at 16 tingevni stilla upp til val, men at bert nøkur verða vald. Tað er eisini ein háttur at skaffa flokkinum betri grundarlag at virka [...] eftir at tú var farin sum formaður, um nú Edmund Joensen dugdi so væl at stýra flokkinum? - Tað, at eg stillaðu upp, var bara fyri at fáa nakrar eyka atkvøður til flokkin, men tað sakar einki, at eg ikki
dygdagóða fiskivøru og føroyingar stórar inntøkur, við at vera einasti vesturlendski stórútflytarin til Russlands. - Øll innan fiska-, pelagiska-, og laksaídnaðin hava verið sera fegin um, at tað framvegis ber [...] vesturheimi og gera sær beinleiðis dælt av spentu støðuni. - Tað er óheppi, at føroyska stjórnin hevur gjørt greitt yvirfyri umheiminum, at hon ikki tekur undir við vesturheiminum he sum viðvíkjandi. Tað kann [...] fara í móti vesturheiminum og gera sær dælt av spentu støðuni millum russar og ES í kjalarvørrinum á handilsforðingum, sum eru sett upp vegna stríð millum Ukreina og Russland. Tað er ein av niðurstøðunum
av ábyrgdini, at tílíkt fer fram, sigur Poul Michelsen og heldur fram: - Vit seta nú eina striku í sandin. Eru tað fleiri, sum standa aftan fyri løgmann, so mugu tey eisini standa við tað, sigur Poul Michelsen [...] somikið nógv, at eg kann ikki meira standa modell til hetta. Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sum leggur fram uppskot um misálit saman við Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen. - Tað er eitt mark [...] Tjóðveldi og Framsókn hava tilsamans 13 løgtingslimir. Atkvøða 17 løgtingslimir fyri uppskotinum um misálit á Kaj Leo Holm Johannesen, so noyðist løgmaður at boða løgtingsformanninum frá, at hann leggur
longst og glett okkum til at fáa eitt val, har fólkið fær møguleikan at taka valdið aftur. Hetta er ein einastandandi møguleiki at endurskapa álitið á føroysku politisku skipanina, og at fáa hann at snúgva [...] snúgva seg um tað, ið vit meta er týdningarmikið. Tað sigur formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, um avgerðina hjá løgmanni at skriva út nýval. Sjálvur metir hann, at tað er týdningarmikið at fáa sett nøkur [...] dagsskránna. - Politikkur má aftur fara at snúgva seg um, hvat tað er fyri eitt samfelagi, ið vit ynskja okkum, hvussu virðini verða býtt, at fáa ferð á tjóðskaparmálið og endurreisa álitið á politisku skipanina
við og versnar. Fólkatalið er minkað við sløkum 1000 fólkum síðan 2008. Fólkatalið í høvuðsstaðnum minkar og skattainntøkurnar minka. Framrokningar vísa, at fólkatalið fer framhaldandi at minka, tað verður [...] Mortensen. Hann vísir á, at Tórshavnar kommuna kann við síni stødd fremja nógv. Men givið er, at kommunan megnar ikki alt, sum landið sleppur sær undan, og nú fer veruliga at sansa at. Høvuðsstaðurin kann [...] sín fyri at kveikja lív í býarlívið og virka í høvuðsstaðnum. - Tað er eingin savningarmegi og samleiki á okkara Fróðskaparsetri, sum liggur spjatt runt í Havn. Landsins myndugleiki má vera við at lyfta eina
grundarlagi fyri, at Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, vil vita frá løgmanni, hvør stjórnar landinum. Hann heldur, at føroyingar eiga at fáa fult innlit í samráðingarnar, sum fara fram um stuðul [...] aftanfyri komandi býtinum av veiðirættindunum. Nógv verður skrivað og sagt um ogn Føroya fólks, tilfeingisgjøld og alment uppboð, har endamálið er at tryggja rættvíst býti av tilfeinginum. Men tá samráðingar um [...] løgmaður situr fyri hesum málsøki, fer hann framhaldandi at sita fyri hesum málsøki, inntil nýval verður? 4. Hvør stuðulsflokkur er partur av tilgongdini at býta veiðirættindini eftir makreli. 5. Hvussu verður
lítlan hug at taka tey atlit, sum høvdu verið náttúrlig at tikið, tá løgreglan í Føroyum skal skipast. Kanska halda tey tað vera meira náttúrligt at taka atlit, sum kanska síggja gott út í hagtølum og talvum [...] Hann sigur, at ferð eftir ferð eru dømi um, at løgreglan í Føroyum verður stýrd uttan fyrilit. Seinasta dømi er niðurleggingin av vaktarhaldinum á løgreglustøðini í Runavík, sum er framd uttan, at føroyskir [...] Føroyum skal vera føroysk, og hon skal virka sum ein samrunnin partur av føroyska samfelagnum, og ikki sum ein tilvildarlig grein av einum donskum stovni í Danmark, heldur hann. - Tað tykist, sum leiðslan fyri