- Løgmaður fer eftir manninum

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum, skilur ikki, hví løgmaður sigur, at eingin álvari er í uppskotinum um lønarlækking. Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum skeyt upp fyri tveimum vikum síðan, at tinglimir skulu 10 prosent niður í løn.

Løgmaður svaraði aftur við at siga, at tað eru fleiri løgtingsfólk, sum taka sítt starv í fullum álvara. Men tað eru eisini løgtingsfólk, sum hava hjástarv, og sum ikki fara at merkja lønarlækkingina.

Tað segði hann við Sosialin.

- Tinglimirnir hjá Sjálvstýrisflokkinum halda seg sanniliga ikki aftur, tí báðir (Kári P. Højgaard og Kári á Rógvu, blðm.) hava hjástørv og hjávinnur, sum teir røkja afturat sínum løgtingssessi. Tað fyrsta, vit kunnu vænta av løgtingslimum er, at teir eru til arbeiðis fyri sína løn, segði løgmaður.

Tí ynskir løgmaður hinvegin, at tingmannatalið skal fara úr 33 og niður í 23.

Kári P. Højgaard er ikki samdur við løgmanni. Løgtingslimir skulu niður í løn, sigur hann.

- Er tað ikki leiðin, flogskipararnir hjá Atlantsflog og starvsfólkið á Dimmalætting hava valt at gingið, fyri at sleppa undan uppsøgnum? Alment hevur verið frammi, at Miðlahúsið eisini hevur arbeitt við líknandi ætlan, skrivar Kári P. Højgaard á heimasíðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Hann setir eisini spurnartekin við, um tað er nakar álvari í metingum løgmans, ella um talan bara er um eina rakett ella ballón fyri at vinna veljaratekki. Tað harmar Kára P. Højgaard at liggja undir ákæruni frá løgmanni um, at hann tekur ikki sítt starv sum løgtingsmaður í álvara, sum hann tekur til.

- Í staðin fyri at fara eftir bóltinum, sum ?fair play? varð spældur á vøllin, fer løgmaður sum tann royndasti fótbóltsleikarin í politisku skipanini í eina beinleiðis ?reytt kort takling? móti KPH og roynir við ósannindum at sáa iva um trúvirði í útsøgnunum hjá sjálvstýrisformanninum, skrivar Kári P. Højgaard.