- Vit spældu ikki nóg væl í gjár, men vit vunnu kortini, og tað er altíð gott at vinna, tá ið vit spæla illa. Kanska var tað vindurin sum darvaði, men spælið koyrdi í øllum førum ikki nóg væl.
NSÍ liggur nú á odda við fullum stigatali.
- Tað er stuttligt at liggja á odda, men vit halda beinini niðri á jørðini og taka ein dyst í senn. Vit hava sjálvandi gott sjálválit eftir at hava vunnið allar dystirnar, men vit fara ikki á flog, sigur Jónhard.
Jónhard skoraði eitt mál móti Skála. Hann viðurkennir, at tað kendist undarligt at skora móti Skála.
- Tað var eitt sindur løgið at skora móti mínum gomlu liðfeløgum. Men nú spæli eg við NSÍ, og eg má geva meg fult út fyri NSÍ. Eg hugsaði heldur ikki um tað á vøllinum, men aftaná dystin kendist tað løgið, at eg hevði skorað móti Skála, sigur Jónhard.
Tað var eitt týdningarmikið mál, sum Jónhard fekk beint áðrenn hálvleik.
- Ein bóltur kom eitt sindur tilvildarliga til mín, og eg smekkaði til fyrstu ferð. Tað var gott hjá okkum at fáa tað málið, so at vit ikki vóru aftanfyri í seinna hálvleiki. So høvdu vit eisini tað sálarliga yvirtakið við at vit høvdu skorað beint undan steðginum, og vit høvdu vindin í ryggin í seinna hálvleiki, sigur Jónhard at enda.