- Løgmaður átti at lagt frá sær

- Vit hava longst og glett okkum til at fáa eitt val, har fólkið fær møguleikan at taka valdið aftur, sigur Høgni Hoydal.

- Vit hava longst og glett okkum til at fáa eitt val, har fólkið fær møguleikan at taka valdið aftur. Hetta er ein einastandandi møguleiki at endurskapa álitið á føroysku politisku skipanina, og at fáa hann at snúgva seg um tað, ið vit meta er týdningarmikið.


Tað sigur formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, um avgerðina hjá løgmanni at skriva út nýval. Sjálvur metir hann, at tað er týdningarmikið at fáa sett nøkur onnur mál á dagsskránna.


- Politikkur má aftur fara at snúgva seg um, hvat tað er fyri eitt samfelagi, ið vit ynskja okkum, hvussu virðini verða býtt, at fáa ferð á tjóðskaparmálið og endurreisa álitið á politisku skipanina.


Hóast løgmaður útskrivaði val í gjár, so legði hann ikki frá sær. Sostatt er tað løgmaður, ið situr við samráðingarrættinum aftaná eitt komandi løgtingsval. Tað metir Høgni Hoydal er skeivt. 


- Løgmaður átti at lagt frá sær, so at vit fingu eina veruliga byrjan. Tað einasta, ið hann ger nú, er at verja seg sjálvan. Hann hevur koyrt tingið til hús, meðan hann sjálvur verður sitandi. Men fólkið skilir hvat gongur fyri seg, og fáa nú møguleikan at siga sína hugsan um tað.


Høgni Hoydal ynskir ikki at avdúka ov nógv, um hvørji mál Tjóðveldi fer at leggja dent á næstu vikurnar, men sigur at flokkurin er klárur til val. 


- Vit eru væl fyrireikaði, men vilja ikki avdúka ov nógv av okkara valskrá enn. Men høvuðsboðskapurin verður, at vit ynskja at virðini og valdið fara aftur til fólkið.