álvara. Í ullavirkinum eru ein skiljimaskina, ein rívimaskina og ein vulfur, har ið ullin verður rivin sundur í lagdir, ein spinnilinja, ein karðilinja, ein spolimaskina og ein hespimaskina. Maskinurnar [...] einum rúmi við síðuna av liggja 35 tons av ull, sum hetta komandi hálvárið skulu spinnast og karðast. Ein av stigtakarunum, Árni Brattaberg, sigur, at tað eru nøkur ár síðani, at tankin búnaðist um at gera [...] hjá útlendskum keyparum. Vistfrøðilig framleiðsla vindur uppá seg allastaðni og tað átti at verðið ein fyrimunur at spunnið tógv, sum ikki er kemiskt litað ella vaskað. Men formaðurin í Ullavirkinum vónar
hvalbingar á fundi, ein keypmaður - hann sjálvur, og ein bakari. Av Tvøroyri kom bara ein maður, og tað var ein ...apotekari og úr Froðba kom eisini bara ein, og tað var.... ein politistur. Úr Øravík [...] ei heldur úr Fámjin. Úr Hovi kom ein maður, og tað var... ein koyrilærari. Heldur ikki úr Porkeri kom nakar bóndi, tí haðani møtti einans maður, og tað var..... ein sparikassatjóri. Og afturat teimum [...] afturfyri, tí tað er vanliga lønin, føroyingar geva sínum undangongumonnum Manne Næs í Hvalba var ein av teimum, sum á samkomuni, eftir at ullavirkið varð tikið í brúk leygardagin, fegnaðist um hetta tiltakið
uppboðssølu. Og munurin er so stórur, at tað kann henda, at ein vágamaður skal fiska eini 25 tons, áðrenn hann kann sleppa í skipanina, meðan ein toftamaður kann klára seg við 15 tonsum. Tað tykist heilt [...] Jan Michelsen. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at fyri at koma undir regluna um minstavinning, skal ein bátur hava verið á útróðri 10 ferðir seinastu 90 dagarnar og hava avreitt í minsta lagi 15 kg. fyri [...] bara kunnu gerast upp til tvær ferðir árliga. Eisini sigur uppskotið, at fyri hvørja vunna krónu, ein útróðrarmaður fær, skulu 50 oyru takast av minstavinninginum. Og her er talan um alt. Ikki bara inntøku
Barnaansing er í dag ein kommunal uppgáva, sum kostar nógv á fíggjarætlanini hjá kommununum. Hvørt pláss kostar oman fyri 1.000 kr. um mánaðin, og tí royna kommunurnar sjálvsagt at halda plássini á einum [...] framyvir hvør skulu lata 35% av rakstrarútreiðslunum, meðan foreldrini framvegis skulu gjalda 30%, eins og tey gera í dag. Um uppskotið verður samtykt í løgtinginum, fer barnaansingin framyvir at kosta [...] at bøta um støðuna. Sjálvt um ikki hevur verið líka nógv skrivað um trupulleikan aðrastaðni, er tað ein sannroynd, at støðan er líka ring ella verri aðrastaðni í Føroyum. Í Klaksvík eru 160 kommunal ans
var bara so hált. Fleiri onnur hálkuóhapp vóru um vikuskiftið. M.a. fór ein bilur út av við rundkoyringina í Kollafirði, og ein fór út av vegnum millum Sund og Kaldbaksbotn. Hesin bilførarin skuldi við
óvæntað, at føroyingarnir ikki stóðu seg í hesi kappingini. Kappingina, sum varð spæld sunnudagin, vann ein skoti, og dagin fyri høvdu skotar eisini vunnið trílandakappingina. Tað sigur nakað um støðið í kappingini [...] Kjartan Eli Hentze, ið vann silvur á Oyggjaleikunum, ella Petur Niclasen, sum í fleiri ár hevur verið ein av allarstinnastu spælarunum í Føroyum, vóru við í Íslandi. Hesir eru báðir í Danmark, og ístaðin fyri
Anja Andersen, dugir at gera vart við seg, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Hon verður eisini ein av sentralu spælarunum hjá Danmark, sum skal royna at vinna HM-gull. Sunnudagin var fyrsti dysturin [...] kvøld vísur SvF dystin millum Danmark og Kina. Dysturin byrjar klokkan 21.30, og á miðnátt verður ein samandráttur. Restina av vikuni verða aðrir dystir við donsku kvinnum á skránni og mikudagin er dystur
dystunum, hjá monnum móti Fram og hjá kvinnum móti TB. Dysturin í Eysturskúlanum sunnudagin gjørdist ein fimmsettari, og tað var at enda heimaliðið, sum var á odda. Gestirnir úr Mjølni løgdu annars betri
og útbygt hetta land. Heimastýrislógin hevur verið ein góður karmur, sum hevur givið okkum rættiliga vítt rásarúm til framtøk á sjálvstýrisleið. Men eins og bløðini gulna og til seinast visna og detta av [...] Heimastýrislógin fær ein virðiligan avloysara. Hon rúmar ikki øllum tí, sum vit í dag hava brúk fyri, meðan praksis í fleiri førum er farið út um lógarinnar karmar. Hetta seinna hevur avgjørt ein positivan undirtóna [...] Sambandsfloksins er eins ekstrem, sum støða Tjóðveldisfloksins, og eingir aðrir flokkar fylgja Sambandsflokkinum í hesum. Tí eru hesir báðir flokkar, sjálvandi á hvør sín hátt, eins góðir garantar fyri
samráðingunum í 1993 var tað ein partur av avtaluni millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið, at í 1998 skuldi javnvág verða á løgtingsfíggjarlógini. Hetta var somuleiðis ein treyt fyri, at ríkiskassin [...] á, hvussu samgongumenn yvirbjóða hvønn annan við gyltum lyftum um stórar almennar íløgur, sum fyri ein part skulu fíggjast burtur av avlopinum hjá landskassanum næsta ár. Í dag skal landsstýrismaðurin í [...] bjóða sær til vegna landskassan at seta almennan pening í eitt partafelag, sum skal byggja og reka ein undirsjóvartunnil. Men hetta er tað sama, sum at skinnið verður selt, áðrenn bjørnin er skotin. Alt