Hetta er eitt bragd, tit hava gjørt. Eg eri fegin um, at Árni Brattaberg aftur leyp í vaðið og tordi undir hetta, tí hetta er eitt tungt tak. Men tað skal helst vísa seg so, at táið hann er liðugur, fær hann helst skomm og skitna løn afturfyri, tí tað er vanliga lønin, føroyingar geva sínum undangongumonnum
Manne Næs í Hvalba var ein av teimum, sum á samkomuni, eftir at ullavirkið varð tikið í brúk leygardagin, fegnaðist um hetta tiltakið, sum kann kallaði einki minni enn eina kollvelting.
Men sum skiltist, bað hann Árna Brattaberg ikki vænta sær ov nógv burturúr - uttan skomm og skitna løn.
Fáa ullina fyri einki
Frammaundan hevði Jákup Joensen í Lopra bjóða ullavirkinum alla sína ull fyri onki í fimm ár, leveraða til dyrnar.
Og tað var ikki so lítið, tí hann hevði 80 áseyðir
Og hann mælti øllum øðrum at gera tað sama fyri at virkið kundi fáa fótafesti.
Tí hann helt, at betri byrjan, enn ókeypis rávøru eina tíð, kundu eitt virki ikki fáa.
Alt uttan bøndur
Manne Næs helt annars, at hugburðurin til seyðahald og ull mátti broytast.
Hann fortaldi um ein einastandandi áhugaverdan fyrilestur, boðað varð til í Vági fyri tíð síðani, har Justinus Olsen, djóralækni, og onnur góð fólk úr Havn, søgdu frá, og svaraði spurningum um seyðahald.
Hetta var so einastandandi tiltak, at eg ivaðist ikki í, at menn fóru kropp av kroppi suður til Vágs at lurta.
Sjálvur hevði hann ringt runt til bygdarmenn, men ongin tímdi við, ?tí seyð vitsti teir alt um³.
Og táið avtornaði, vóru bara tveir hvalbingar á fundi, ein keypmaður - hann sjálvur, og ein bakari.
Av Tvøroyri kom bara ein maður, og tað var ein ...apotekari og úr Froðba kom eisini bara ein, og tað var.... ein politistur.
Úr Øravík var eingin, ei heldur úr Fámjin.
Úr Hovi kom ein maður, og tað var... ein koyrilærari.
Heldur ikki úr Porkeri kom nakar bóndi, tí haðani møtti einans maður, og tað var..... ein sparikassatjóri.
Og afturat teimum vóru so nakrir vágbingar, umframt nakrir heilt sunnan av oyggj.