gjørdi, at fleiri haldarar í Havn ikki fingu Sosialin við postinum fríggjadagin. Av Posta siga tey, at tey harmast almikið um mistakið, og at postboðini eru farin út við blaðnum í morgun. Talan er um haldarar
landið, og tað er at kalla bara Suðuroyggin, sum hevur streym. Á Sev verður upplýst, at tey leita eftir brekinum, og tey vænta, at tað gongur ein tími til streymur verður aftur. Tað verður sett til so hvørt
høvdu fimm fólk bjóðað seg fram: Tey eru: Annika Østerø Bjarni Beder Gunnvá Akraberg Hansen Nikkil Heinesen Tóra Højgaard Joensen Tveir nevndarsessir skulu veljast. Tey, ið ikki verða vald í nevndina verða
seinnapartin út til eina handtøku í vesturbýnum í Havn. Politið váttar, at tey skuldu gera eina handtøku, men vegna kanningararbeiðið vilja tey ikki siga meira júst nú, hvat málið snýr seg um. Løgreglufólkini eru
tóku tey upp út við 800 kilo av eplum. Har vóru bæði svimjarar, foreldur og systkin og tóku upp – eisini fyrrverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard, ið hevur fleiri abbabørn, sum svimja. Í dag selja tey epli
saksofonleikaranum, Kristinu Thede Johansen og gittarleikaranum, Ólavi Eyðunsson Gaard. Saman rópa tey seg Feyd, og tey fara á pallin í Tofta skúla klokkan 16. Konsertin, sum er ókeypis, er partur av skránni hjá
Aftur í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar. Hesa ferð vóru tey í Klaksvík, har tey kannaðu ferðsluna. Úrslitið var, at tveir bilførarar fingu 1.000 krónur í bót í part fyri at tosa í handhildnari
Í morgun hava tey mált ein jarðskjálvta upp á 3,6 í Bárðarbungu í Íslandi. Íslendska Veðurstovan skrivar eisini, at fleiri smærri skjálvtar eru máldir í kjalarvørrinum av jarðskjálvtanum í Bárðarbungu [...] í morgun. Hetta er aðru ferð um halguna, at tey hava mált jarðskjálvta í Bárðarbungu í Vatnajøkli. Ein skjálvti, sum máldi 3,5, varð tíðliga gjáramorgunin.
til burðardygga menning. Millum tey 33 tingini, ið verða samanborin, eru fátækt, atgongd til reint vatn og útbúgving, men eisini javnstøða og vinnulig nýskapan. 10 tey bestu londini á listanum: Ísland
Katrina Frýdal úr Tjóðveldi harliga ímóti verkætlanini. Við Rás2 í dag segði hon, at tey kundu ikki steða útbyggingini, men tey fóru nú at royna og tryggja bestu loysnina. Hoyra samrøðuna við Marin Katrinu Frýdal