Vælmannað løgreglulið rykti tíðliga seinnapartin út til eina handtøku í vesturbýnum í Havn.
Politið váttar, at tey skuldu gera eina handtøku, men vegna kanningararbeiðið vilja tey ikki siga meira júst nú, hvat málið snýr seg um.
Løgreglufólkini eru í fullum stríðsbúna og bera vápn.
Partar av Grønlandsvegnum og Svalbardsvegnum hava verið stongdir.
Meira verður væntandi at frætta seinni.