Tað verður stríðsval til nevndarvalið í Pedagogfelagnum. Tá freistin at stilla upp til nevndina í Føroya Pedagogfelag var farin, høvdu fimm fólk bjóðað seg fram:
Tey eru:
Annika Østerø
Bjarni Beder
Gunnvá Akraberg Hansen
Nikkil Heinesen
Tóra Højgaard Joensen
Tveir nevndarsessir skulu veljast.
Tey, ið ikki verða vald í nevndina verða eykalimir.
Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður 6. mars.