Streymurin farin um stóran part av landinum

Tað verður ein løta, áðrenn hann kemur aftur

Fyri eini løtu síðani fór streymurin um næstan alt landið, og tað er at kalla bara Suðuroyggin, sum hevur streym. Á Sev verður upplýst, at tey leita eftir brekinum, og tey vænta, at tað gongur ein tími til streymur verður aftur. Tað verður sett til so hvørt, so summi pláss fáa streymin aftur, áðrenn onnur pláss.