Ísland heilsubesta land

Ísland er heimsins heilsubesta land at liva í, vísir ein stór kanning í viðurkenda tíðarritinum, The Lancet

Í stóru kanningini verða 188 lond í heiminum sammett út frá nøkrum felagsmálum hjá ST, tá tað kemur til burðardygga menning.

Millum tey 33 tingini, ið verða samanborin, eru fátækt, atgongd til reint vatn og útbúgving, men eisini javnstøða og vinnulig nýskapan.

10 tey bestu londini á listanum:

  1. Ísland
  2. Singapore
  3. Svøríki
  4. Andorra
  5. Bretland
  6. Finnland
  7. Spania
  8. Holland
  9. Kanada
  10. Australia