noyddur til at taka støðu til, um hann skuldi taka eina setu afturat, ella um hann skuldi siga valdið frá sær nú. Hann hevur ikki røkt forsetaembætið síðani á sumri í 2006, tá sjúka noyddi hann at lata bróðurin [...] ímóti mínari samvitsku at sita í einum embæti, sum krevur, at ein skal kunna ferðast, og at ein skal kunna arbeiða óavmarkað. Tað megni eg ikki, skrivar Castro. Hann hevur verið kubanskur leiðari síðani [...] Eygleiðarar vænta, at tað fer at fáa jaliga ávirkan á viðurskiftini millum Kuba og USA, at Fidel Castro fer frá. USA hevur fleiri handilsforðingar ímóti Kuba, men fleiri eygleiðarar vænta, at tær verða linkaðar
herfyri, har hon tók orðið og heitti á løgmann um at flyta varda verkstaðin Stíggjur, sum hon arbeiðir á, til eitt stað við minni ferðslu. - Eg segði eisini við løgmann, at vit ynskja at ítriv, timbur [...] hálsketu. - Eg havi leingi ynskt mær hendan krossin, sum eg havi sæð í 3’aranum í SMS, har eg ofta gangi og hyggi, sigur hann. - Um eg verið nervøsur, so taki eg bara í krossin. So veit eg, at Harrin er [...] menningartarnað. - Eg kann ikki tað sama sum hini, sigur hon erliga. Spurd, hvat hon heldur um umstøðurnar hjá teimum menningartarnaðu, sigur hon seg millum annað fegnast um, at hon sleppur til orðanna
skipini hvíla við Molan, fer hann at hugleiða um meiningina við at skapa list. Menniskjan fekk fyri mongum túsund árum síðan hug at tekna seg sjálva, og tað fer hon at halda fram at gera, tí hon hevur áhaldandi [...] Michelangelo. – Eg eri fyrst og fremst hugtikin av mannakroppinum, og tað einasta, eg tími at gera, er standmyndir. Eg vil ikki broyta samfelagið við míni list, men siga søguna um mannakroppin við at yvirdríva [...] vindblak fær klæðini at liva. Og soleiðis fer Ólavur á Heygum at standa og líta út yvir Heyganes. – Eg fegnist nógv um at vera sloppin at gera standmyndina av Ólavi á Heygum, og eg má siga, at Føroyar eru in
koyrikorti, koma fleiri bilar. Fleiri bilar vil siga meiri CO2 útlát, segði hon. - Tit siga, at 17 ára gomul skulu koyra við lægri ferð. Er tað ikki tryggari at øll koyra við somu ferð? So at tað ikki verður [...] skúla - Eg haldi, at ein vaksin persónur skal verða við í bilinum. Serliga tí at so fær tann 17 ára gamli venjing, og er heilt klárur at koyra bil sum 18 ára gamal. Um ein ikki vil hava ein vaksan við, haldi [...] uppskotið fram, heldur, at ein 17 ára gamal er nóg búgvin til at taka koyrikort. Hann vísti eisini á, at til dømis í USA er loyvi at taka koyrikorti sum 16 ára gamal. Í Danmark er loyvi at koyra bil sum 17 ára
Degi og Viku týskvøldið, varð eg nevndur sum ein loyalur politikari, og sagt varð, at loyalitetur lønti seg ikki. Eg føli meg noyddan at koma við eini viðmerking, tí tað vildi verið spell, um mítt politiska [...] valinum. Eg fegnist um, at nógv góð javnaðarátøk eru framd í hesum valskeiði. At vit hava fólkavøkstur, lágt arbeiðsloysi, yvirskot á fíggjarlógini og búskaparligan vøkstur. Eg eri sannførdur um, at var l [...] vega við einari søguliga bíligari rentu á 2,73 % og harvið hekk verkætlanin saman. Innan fiskivinnupolitikkin virkaði eg fyri, at verandi aktørar skuldu hava nøktandi fótafesti at standa á, og at grundarlag
maskinbátarnir komu at fáa stóran týdning sum innløgubátar. Bæði fyri at fáa at kóka og at greipa, seta sildagørn og tá menn fóru at skjóta fugl. Motorurin førdi við sær at tað nýttist ikki at vera meira enn [...] teir at fíla og brúka pilk – sagt verður at teir lærdu at brúka pilk av fransmonnum, tí var pilkur við hvørt eisini nevndur fransahúkur. Tað er rætt, at Christian Pløyen hevði kunnleika um línu við sær [...] róðrarbátar, og tí fóru teir at fáa sær drátt og spæl í neystini, meðan teir fyrr høvdu kunna hjálpt sær við leysar lunnar. Á brimplássi var tað ikki óvanligt at fáa sær páhangsmotor, sum kundi takast úr bátinum
segði eg við eina av kvinnunum, Helle, haldi eg, navn hennara var og vónandi er enn, at eg var farin at taka nervatablettir. Hald uppat við tí, segði hon avgjørd. Tí, sum hon segði, og tað havi eg ongantíð [...] Sjálvur hevði eg kós út í slíkt óføri. Tað var í 1973 og eg búði í Danmark. Var hjá lækna, tí eg var so troyttur altíð. Jú, nervatablettir, ger so væl. Eg á apotekið og so at eta nervatablettir. Eg búði tá í [...] hjálptu nervatablettir, sjálvandi. Tær hjálptu so væl, at fólk sluppu ikki av við tær aftur. Og fólk fingu ikki at vita, at nervatablettirnar bundu tey. Nógvar ræðuligar søgur vóru so um fólk, sum nervatablettirnar
gott nokk, at dómarin letur allar ivastøðurnar koma til teirra fyrimun. Tú skuldi næstan trú, at hann leitaði eftir eini brotssparkstøðu, segði ein vónsvikin B68 venjari, sum tó hevði rós at bera sínum [...] endaði dystrin við javnleiki 2-2. Eitt úrslit, gestirnir tá samanumkemur nokk eru betri nøgdir við, meðan toftamenn iðra seg um at missa á stokkinum. Dovin dystur í Gundadali B36 skuldi við nýggjum venjara [...] í góðum støðum at økja, men neyvleikin manglaði. Tí var FC Suðuroy ongantíð meir enn eitt mál frá at fáa stig við suður. Eisini í seinna hálvleiki hevði Rúni Gaardbo úr at gera, fyri at halda skil á. Fyrst
tsflokkurin, SF, skuldi verða stovnaður. Og stigtakarin,Dagfinnur Danbjørg, ásannaði beinanvegin, at eingin grund var at halda fram við arbeiðinum. Tað var sum so mangan í Føroyum, at ideologi røkkur sjálvdan [...] eitt blað við stevnuskrá ætlaða floksins. Sum fyrsta punkt á skránni stóð, at: Solidaritetsflokkurin verður stovnaður við tí fyri eyga at fáa rættartryd í landinum. Dagfinnur Danbjørg vísir til, at í Gamla [...] Danbjørg, at føroyskir lærarar í eina øld hava goldið pening í ein pensiónsgrunn, sum nú, tá hann skal brúkast, er tómur. Og tað, at myndugleikar kunnu sleppa við at tøma ein grunn, uttan at tað fær fylgjur
vit vóru har, og áðrenn eg fór, lovaði eg in.fo, at skriva eina stutta ferðafrásøgn. Men nú eg siti við telduna er mær greitt, at skal eg skriva stutt – so verður tað ikki lætt. At vera har er so øðrvísi [...] øðrvísi uppá so nógvar mátar, at tað ikki kann lýsast við fáum orðum. Eg rokni við at myndirnar, eg leggi við her, siga meir enn orðini – og har eru fleiri inni á mínum almenna facebook-vanga. Kenya kann lýsast [...] nýtist ikki at vera so nógv, sum ger dagin betri. Til dømis hava genturnar á skúlanum ikki ráð at ganga við flættaðum hárið, tí hárið tær flætta uppí kostar. So fyri fáar krónur bjóðaði eg øllum 40 gentunum