Í einari fráboðan, sum blaðið Juventud Rebelde prentar, skrivar tann 81 ára gamli Fidel Castro, at hann stillar ikki uppaftur til embætið sum forseti, formaður í ríkisráðnum og ovasti fyri kubansku hermegini. Orsøkin er, at heilsan er farin at bila.
- Tað stríðir ímóti mínari samvitsku at sita í einum embæti, sum krevur, at ein skal kunna ferðast, og at ein skal kunna arbeiða óavmarkað. Tað megni eg ikki, skrivar Castro.
Hann hevur verið kubanskur leiðari síðani 1959, og eygleiðarar siga, at boð hansara koma ikki óvæntað. Tjóðartingsval hevur júst verið í Kuba, og tann 24. februar skal tingið velja fleiri týðandi embæti, teirra millum formannin í ríkisráðnum, sum eisini er forseti.
Castro hevur tí verið noyddur til at taka støðu til, um hann skuldi taka eina setu afturat, ella um hann skuldi siga valdið frá sær nú. Hann hevur ikki røkt forsetaembætið síðani á sumri í 2006, tá sjúka noyddi hann at lata bróðurin Raúl røkja embætið.
Nýskipan á veg
Raúl Castro er 76 ára gamal, og eygleiðarar hava alla tíðina hildið, at hann var bara ein, sum skuldi hava forsetaembætið um hendi, til tann rætti eftirmaðurin hjá Fidel Castro bleiv funnin. Raúl hevur heldur ikki gjørt nógv burtur úr sær ta tíðina, hann hevur røkt forsetaembætið, og hansara kós hevur verið at kalla tann sama sum hjá Fidel.
Tann vanliga uppfatanin av Raúl Castro er annars, at hann er ein sera støðufastur kommunistur, ið ikki letur seg ávirka. Kortini hava ávís tekin verið til, at Kuba er í ferð við at leggja seg á eina meiri nýskipanarsinnaða kós. Eygleiðarar vísa eitt nú á, at fleiri andstøðingar, sum vórðu tiknir og settir í fongsul í 2003, vórðu latnir leysir herfyri, hóast teir als ikki hava sitið alla revsingina.
Eygleiðarar vænta, at tað fer at fáa jaliga ávirkan á viðurskiftini millum Kuba og USA, at Fidel Castro fer frá. USA hevur fleiri handilsforðingar ímóti Kuba, men fleiri eygleiðarar vænta, at tær verða linkaðar í næstum.