Terror uttan vísara

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Í hálvfjerðsunum, serliga tá, gjørdust nervatablettir størsta marran hjá nógvum fólkum.
Fólk fingu nervatablettir í tonsum, næstan sama, hvat teimum bagdi.
Bar ikki til at finna aðra frágreiðing í stundini, vóru nervarnar orsøkin til ússaligu støðuna hjá fólki, sum leitaðu sær hjálp hjá lækna.
Og móti ringum nervum hjálptu nervatablettir, sjálvandi.
Tær hjálptu so væl, at fólk sluppu ikki av við tær aftur.
Og fólk fingu ikki at vita, at nervatablettirnar bundu tey.
Nógvar ræðuligar søgur vóru so um fólk, sum nervatablettirnar tóku av ræði og fjøtraðu alt í senn.
Sjálvur hevði eg kós út í slíkt óføri. Tað var í 1973 og eg búði í Danmark. Var hjá lækna, tí eg var so troyttur altíð. Jú, nervatablettir, ger so væl.
Eg á apotekið og so at eta nervatablettir.
Eg búði tá í einum kollektivi, einum sambýli, saman við øðrum fólkum, sum ætlaðu sær til Fjareysturs at ferðast í einum gomlum bussi.
Vit svóvu øll á madrassum á gólvinum á loftinum í einum stórum, spildurnýggjum, sethúsum í Albertslund, hitarúm í kjallaranum, sum vit leigaðu.
Eitt kvøldið, songartíð var, segði eg við eina av kvinnunum, Helle, haldi eg, navn hennara var og vónandi er enn, at eg var farin at taka nervatablettir.
Hald uppat við tí, segði hon avgjørd. Tí, sum hon segði, og tað havi eg ongantíð gloymt: “De smider dig ud i den kolde sne.”
Tey geva tær nervatablettir, men hjálpa tær ikki at sleppa av við tær aftur. Tey tveita tey út á berajól. Í eitt svart hol.
Eg gavst við tablettunum dagin eftir. Og heilsan versnaði ikki fyri tað. Batnaði kanska. Takk fyri Helle.
Hetta var tá. Nervatablettirnar gjørdust evni í skaldskapi, sjónleiki, sangum, filmum, tí tær gjørdu so nógvum fortreð. Syrgiligu lagnurnar vóru gloypibiti hjá samfelagsrevsarum eisini.
Nú frættist einki um fólk, sum gera eftir læknaráðum og dópa seg við nervatablettum.
Okkurt annað má bera komið i staðin fyri tær, tí fólk hava framvegis ringar nervar og alt annað, sum kann minna um ella bara líkist ringum nervum.
Nú eita ringar nervar stress, strongd ella sálarligar avbjóðingar, ella bara avbjóðingar yvirhøvur.
Frøðingar og prestar og dómadagsprædikantar kappast um sálirnar, tí eingin hevur meira enn eina og summi hava onga. Eingin hevur tvær.
Glataðu sálirnar fara beina leið, onga staðni inn á vegnum, til Helvitis, hinar fara uppeftir, sigst. Har er betri, sigst eisini, men keðiligari, frættist.
Og í dag flagga vit so fyri, at løgtingið kortini ikki skerdi mannarættindini hjá barnapornografum og narkobarónum og innandura urtagarðsfólkum.
Vit eru í ES og noyðast tí at geva okkum undir harraboð frá ES-dómstólinum.
Ikki ber til at appellera til danska landsrættin, hóast Danmark eisini er í ES, ella kæra til alheims mannarættin.
Jú, men hvørjum líktist tað, at fútin skuldi vita alt um tey, sum práta í telefon um slíkt, sum sambært orðabókini er brotsligt og revsivert. Tað hava tey fullan mannarætt til.
Og fútin og hansara fólk kunnu bara fara á Feysbukkuna. Har er alt, sum vert er at vita, um øll, sum vert er at vita nakað um.
Telefonterror uttan nummaravísara.
Og valið millum skræpuna og spýggjuilsku: antin leypa á sjógv ella fara í biograf, álvaratos í biograf - í Føroyum
Nervatablettirnar á sinni vóru eisini, eins og bukkan, turrvelvandi rúsevni. Men tær vóru legalar, lógligar og ávístar.
Tí vóru tær ikki í nøkrum avlurtingarpakka, men bara í vanligum heilivágspakkum.