hjá luttakarunum vóru boðin við. Har var sangur, kaffi, kaka og mótasýning. Stuðlarnir høvdu skipað fyri mótasýningini, men tey sálarliga sjúku vóru eisini við í fyrireikingunum. Tey vóru sjálvi úti og valdu [...] komin stigið víðari, nú tora tey, sigur Oda Jóhansdóttir. - Tey vóru bangin fyrstu ferð tey fóru inn, men vit vandu áðrenn, og tá tey vóru komin í gongd, so fingu tey sjálvsálit, sigur Katrin Mikkelsen [...] 14 luttakarar vóru á skeiðinum, ein stórur partur av teimum líða av angist. Fleiri av teimum eru skisofren, hava depressiónir ella eru maniodepressiv. - Vit hava skipað fyri skeinum fyri at menna tey,
havnarmaður, vaksin upp í vesturbýnum, og vit eru systkinabørn í faðirætt. Vit vóru næstu grannar uppi í Dalatúni, og tí vóru vit nógv saman á dreingjaárum, hóast trý ár vóru okkara millum. Hetta førdi til vinalag [...] sum hevur vart til dagin í dag. Pápar okkara, Sigurd og Conrad, vóru góðir brøður. Teir arbeiddu í hvør sínum oljufelag, Esso og Shell, vóru kappingarneytar, uttan at tað tó merktist í gerandisdegnum. Ikki [...] Ikki sørt bráðir og framfýsnir, men eymir og vinsælir um somu tíð. Teir vóru við í Føroyska Bíbliugrunninum, sum gav út fyrstu føroysku bíbliuna við umseting Victor Danielsen. Hetta merkti eisini barnaheim
framvegis eru vit sum borin á lógvum av tær, tí alt ta tú hevur lagt í okkum, gloyma vit aldrin. Við hesum heilt fáu orðum, vilja vit abbabørnini ynskja tær hjartaliga tillukku og vóna at vit fáa eins stóra [...] Góði abbi, Frá fyrsta degi vit vóru fødd, hevur tú verið her hjá okkum. Helvtin av okkum eru fødd uttan fyri 200 fjórðingar, men so skjótt vit sóu dagsins ljós fyrstu ferð, komu tú og omman at vitja. Og [...] óteljandi breyðflísar við skerpikjøti. Eisini hava vit fingið mangan góðan fiskin frá tær – abbi. Minnist tú hinaferð vit settu gørn úti við Neskai? Vit lántu ein bát, so fekst tú lært okkum at rógva, at
annað hundrað fólk vóru á fundinum. Fleiri áhugaverd upplegg vóru á skránni og eitt sera sakligt orðaskifti, har bæði vinnulívsfólk og politikarar tóku lut. Í síðstu viku endurgóvu vit nakað av tí, sum Símun [...] Símun Hammer, vinnulívsráðgevi segði í einari lýsing av vinnuni í oynni sum heild. Í dag tríva vit í nakað av tí, sum Regin Jacobsen, stjóri á Bakka á Glyvrum, hevði at siga um alingina í oynni. Í komandi
var óheppið, at vit mistu David Langgaard, men vit fokusera á, at vit fyrstu løtuna eftir steðgin spældu eins væl, sum vit gjørdu undan steðginum. Henda dystin kunnu vit brúka. Vit vóru leingi eins góðir [...] teir vóru raskir. Onkur kanska heldur, at vit undirmettu mótstøðuliðið, men tað var ikki tilvitað. Vit løgdu okkum framum beinanvegin, men vit mistu takið og vóru alt ov seinir í øllum tí, sum vit royndu [...] uppreisn frá sunnudegnum. Vit fingu vátan vøtt beinanvegin, men vit reistu okkum væl, vístu fínan hugburð og spældu væl, men tíverri eydnaðist tað ikki at vinna úrtøku, og tað eru vit vónbrotnir um. Tað var
Fótbóltur - Vit vóru ongantíð í vanda fyri at tapa. Sigurin átti at verði størri, og vit áttu at verið skjótari og meira avgjørdir í ávísum løtum. Tað týdningarmiklasta var, at vit vunnið okkum víðari – vit rukku [...] stórt pláss, meðan verjan lá tætt í mótstøðuleikarunum. Vit vónaðu, at vit kundu møguleikar og okkurt mál á deyðbóltar, men veruliga vandamiklir vóru vit ongantíð. Men hetta var fínasta slag, sigur venjarin [...] hevði tú verið nøgdur? - Vit eru ongantíð nøgdir við at tapa. Útgangsstøðið er altíð at sleppa undan tí. Men tá tú spælur ímóti einum so stórum felagi, so kunnu vit ikki klaga. Vit kundu líka so væl tapt
Lómur GR 6-308 var nærindis. – Vit hálaðu beinanvegin bæði trolini upp skjótast gjørligt og sigldu á positiónina, sigur Jákup Eli Bech, skipari úr Porkeri. – Har funnu vit ein søkkandi bát klokkan 16:10 [...] 17 metur um sekundi og átta kuldastig, greiðir Jákup Eli Bech frá. – Vit fingu skjótt báðar menninar umborð á Lóm, og so sendu vit tveir av okkara monnum umborð á søkkandi bátin í fótidraktum at fáa ein [...] Jákup Eli Bech. Bjargaðu menninir vóru í termodrakt, og báturin hevði sokkið innan hálvan tíma, og náttarmyrkur var við at koma á teir, sigur Jákup Eli Bech. Menninir vóru sum vera man sera fegnir um at verða
Alsamt meir data styrkir um álitið á koppsetingina. Vit vænta, at koppsetingin virkar alt lívið, men vit vita tað ikki fyrr enn vit fáa víst á tað. Nú vita vit í minsta lagi, at hon virkar í 10 til 12 ár, sigur [...] Noregi og Svøríki, skrivar Kræftens Bekæmpelse í tíðindaskrivi. Kvinnurnar vóru tær fyrstu, sum fingu koppsetingina, og vóru partur av eini roynd, ið leiddi til, at koppsetingin varð góðkend. Professari [...] ikki vórðu koppsettar. Kvinnurnar í báðum bólkunum vóru líka gamlar og høvdu líka nógvar partnarnar. – Royndin var hagfrøðiliga nóg sterk til at vit kunnu staðfesta, at útslitið ikki er tilvildarligt 10
portrið hjá borgaranum til stovnin. Vit kundu ynskt okkum, at vit vóru komin hartil, at onki var at finnast at viðvíkjandi tænastuni til borgaran. Allarbest um vit beinleiðis fingu rós fyri okkara arbeiði [...] Umleið 150 fólk vóru til móttøku hjá Almannastovuni seinasta fríggjadag. Hátíðarhildið var m.a. at 30 ár eru liðin síðan Almannastovuni varð stovnað. Móttøkan var á Smyrilsvegi 20, har nakrar av deildunum [...] deildunum hjá stovnunum fluttu inn 1. februar í ár. Tær sum hildu talu vóru: stjórin á Almannastovuni, Petra Johnsdóttir Joensen, og Aibritt á Plógv, aðalstjóri á Almanna- og Heilsumálaráðnum. Petra Johnsdóttir
, Johan Henrik Rubeksen »Bill«, Magnus Andreas Julius Samuelsen, á Gripsvegi. Hasir vóru allir úr Havn. Síðani vóru tað: Daniel Pauli Danielsen, Hvítanes, Joen Reinhold Nybo, Hvítanes, Hans Edvard Jacobsen [...] Sofus Vang, Kaldbak. Teir einastu vit kenna á myndini, eru: nr. 4 a.f.v., tað er Zach. Jacobsen «hjá Bøkjaranum« og nr. 6 eitur Johannes Simeon Guttesen. Í fremru røð meina vit at drongurin uttast t.v. í før [...] drongurin sum situr trið uttast t.h., og sum eisini er í føroyskum búna, meina vit er Hans Edvard Jacobsen í Koltri. Hinar kenna vit ikki. Tey, sum kennast við hinar konfirmantarnar verða vinarliga biðin um