Ongin av teimum fyrstu kvinnunum, sum fingu hpv koppsetingina í eini royndarkoyring fyri 12 árum síðani, hava havt stórar kyknubroytingar ella lívmóðurhálskrabba, sum verður sett í samband við tey sløgini av hpv, ið koppsetingin verjir ímóti.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum er grundað á úrslitini frá fleiri enn 2000 kvinnum úr Danmark, Íslandi, Noregi og Svøríki, skrivar Kræftens Bekæmpelse í tíðindaskrivi.
Kvinnurnar vóru tær fyrstu, sum fingu koppsetingina, og vóru partur av eini roynd, ið leiddi til, at koppsetingin varð góðkend.
Professari, yvirlækni, dr. med. Susanne Krüger Kjær, sum er granskingarstjóri fyri Kræftens Bekæmpelse og lækni á Ríkissjúkrahúsinum, og sum hevur staðið á odda fyri nýggju kanningini, sigur, at úrslitini eru at gleðast um.
- Alsamt meir data styrkir um álitið á koppsetingina. Vit vænta, at koppsetingin virkar alt lívið, men vit vita tað ikki fyrr enn vit fáa víst á tað. Nú vita vit í minsta lagi, at hon virkar í 10 til 12 ár, sigur hon.
Sambært Kræftens Bekæmpelse er tað torført at siga, hvussu nógvar av kvinnunum frá royndarbólkinum høvdu havt kyknubroytingar, høvdu tær ikki fingið koppsetingina.
Fyri at tryggja trúvirði í kanningini, hava granskarnir hugt at langtíðarárinunum í øllum teimum fýra norðurlendsku londunum við at samanbera útbreiðsluna av stórum kyknubroytingum av teimum koppsettu kvinnunum og kvinnum í einum bólki, sum ikki vórðu koppsettar. Kvinnurnar í báðum bólkunum vóru líka gamlar og høvdu líka nógvar partnarnar.
– Royndin var hagfrøðiliga nóg sterk til at vit kunnu staðfesta, at útslitið ikki er tilvildarligt 10 til 12 ár eftir koppsetingina, sigur Susanne Krüger Kjær
Tá koppsettu kvinnurnar í royndini fingu koppsetingina, vóru tær yvir 18 ár og høvdu í mesta lagi havt fimm partnarir.
Tað eru fleiri enn 100 sløg av hpv til. Koppsetingin, sum her er viðgjørd verjir ímóti hpv 6, 11, 16 og 18.
Hpv 16 og 18 eru tey sløgini, sum aloftast elva til lívmóðurhálskrabba, og er orsøk til á leið 70 prosent av øllum tilburðum av lívmóðurhálskrabba. Hpv 6 og 11 er orsøk til 90 prosent av kynsvortum.
/ritzau/