NSÍ reið stormin av

ÍF var leingi væl við, men at enda vann NSÍ, sum nú er topplið

Eiler Rasmussen hevur bríkslað fyri síðstu ferð í góða summarveðrinum í Fløtugerði í Fuglafirði, har ÍF og NSÍ í kvøld hava spælt útsettan dyst frá fimtanda umfari.

Máltalvan vísir 2-4. Hálvleiksstøðan var 2-1 til ÍF.

Peder Nersveen legði NSÍ framum beinanvegin eftir horna úr vinstru.

ÍF svaraði væl aftur. Spælið hekk væl saman, og tá ið stórur hálvur tími var farin javnaði Gundur E. Petersen eftir innkast úr vinstru, og eftir at Jan Ó. Ellingsgaard snittaði bóltin inn undir málið. Ætlanin var ikki, at Gundur skuldi vera millum teir fyrstu ellivu. At hann var tað komst av, at Høgni Zachariassen varð skaddur undir upphitingini.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, legði ÍF seg framum 2-1 við brotssparki, sum Jan Ó. Ellingsgaard tók sær av. Dómarin peikaði á ellivumetra blettin, tí hann metti, at Betuel Hansen, sum í kvøld var høgri vongverji hjá NSÍ, gjørdi brosspark ímóti Sámali Joensen.

ÍF helt tørn, og tað leikaði javnt á stóra løtu av seinna hálvleiki. So við og við kendist tað sum um, at NSÍ hevði størri kropsliga tyngd og orku, og tað vóru fleiri spentar støður í ÍF brotsteiginum.

Tað var um reppið, at Klæmint A. Olsen var noyddur at fara av vøllinum lítla løtu undan steðginum. Hann treiskaðist og fekk avgerandi leiklut í seinna hálvleiki. Hann javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu átjan minuttir, tá ið hann stýrdi bóltin í málið, eftir at Pól Jóhannus Justinussen hevði roynt seg við skoti eitt sindur úr vinstru.

Seytjan minuttir undan leikloki sá ÍF vongverjin David Langgaard gult fyri seinnu ferð, og harvið varð ÍF undirmannað.

Í 90. minutti stútaði Pól Jóhannus Justinussen NSÍ framum eftir innlegg úr vinstru frá Jann Benjaminsen, og í síðsta minutti staðfesti Klæmint A. Olsen 4-2 NSÍ sigurin, eftir at Peder Nersveen hevði roynt seg við skoti úr høgru.

-Hetta var uppreisn frá sunnudegnum. Vit fingu vátan vøtt beinanvegin, men vit reistu okkum væl, vístu fínan hugburð og spældu væl, men tíverri eydnaðist tað ikki at vinna úrtøku, og tað eru vit vónbrotnir um. Tað var óheppið, at vit mistu David Langgaard, men vit fokusera á, at vit fyrstu løtuna eftir steðgin spældu eins væl, sum vit gjørdu undan steðginum. Henda dystin kunnu vit brúka. Vit vóru leingi eins góðir sum NSÍ, ið nú er topplið, sigur ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard.

-Eg havi samkenslu við ÍF spælarunum í løtuni, tí teir vóru raskir. Onkur kanska heldur, at vit undirmettu mótstøðuliðið, men tað var ikki tilvitað. Vit løgdu okkum framum beinanvegin, men vit mistu takið og vóru alt ov seinir í øllum tí, sum vit royndu at gera. Í steðginum vóru venjararnir ikki nøgdir, men vit vistu, at tað fór at koppa okkara veg, sum seinni hálvleikur leið, tí vit venja meiri og orka betri, og soleiðis varð tað, sigur NSÍ málverjin Tórður Thomsen.

NSÍ er topplið við 39 stigum. KÍ og B36 hava 38 stig. KÍ hevur spælt 16 dystir, og NSÍ og B36 hava spælt 17 dystir.

ÍF er aftast við 5 stigum.

 

ÍF - NSÍ 2-4 (2-1)

0-1: Peder Nersveen 2.

1-1: Gundur E. Petersen 32.

2-1: Jan Ó. Ellingsgaard br 45.

2-2: Klæmint A. Olsen 75.

2-3: Pól Jóhannus Justinussen 90.

2-4: Klæmint A. Olsen 97.

Dómari: Eiler Rasmussen

ÍF: Petur Minhard Magnussen - David Langgaard, Høgni Madsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen - Hans Jákup Lervig, Sámal Joensen (Alex José dos Santos, 92.), Karl Løkin, Gundur E. Petersen, Ari Ó. Ellingsgaard - Sverri Ellingsgaard

Reytt kort: David Langgaard 76. (2 gul)

Venjari: Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim

NSÍ: Tórður Thomsen - Betuel Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Einar Tróndargjógv - Búi Egilsson (Andri Benjaminsen, 78.), Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Benjaminsen - Øssur Dalbúð (Jann Martin Mortensen, 55.), Klæmint A. Olsen

Gult kort: Búi Egilsson, Einar Tróndargjógv

Venjari: Guðjón Ꝧórdarson