Lómur bjargaði tveimum monnum frá at drukna

Klokkan hálvgum fýra mikudagin hoyrdist neyðarkall yvir Aasiaat Radio í Grønlandi um ein søkkandi bát nærindis Quitdligssat, sum er ein niðurløgd bygd á Diskooynni í Vaigat.

Klokkan hálvgum fýra mikudagin hoyrdist neyðarkall yvir Aasiaat Radio í Grønlandi um ein søkkandi bát nærindis Quitdligssat, sum er ein niðurløgd bygd á Diskooynni í Vaigat.

 

Trolarin Lómur GR 6-308 var nærindis.

 

– Vit hálaðu beinanvegin bæði trolini upp skjótast gjørligt og sigldu á positiónina, sigur Jákup Eli Bech, skipari úr Porkeri.

 

– Har funnu vit ein søkkandi bát klokkan 16:10, ein 27 fót Trophu við tveimum monnum umborð. Báturin var hálvfullur av sjógvi, og motorurin var steðgaður, og veðrið var vánaligt, 17 metur um sekundi og átta kuldastig, greiðir Jákup Eli Bech frá.

 

– Vit fingu skjótt báðar menninar umborð á Lóm, og so sendu vit tveir av okkara monnum umborð á søkkandi bátin í fótidraktum at fáa ein sterkan enda um stýrhúsið og stevnið.

 

– Tað eydnaðist, og vit fingu gilsin fastan í bátin og hálaðu hann upp gjøgnum hekkuna. (Gilsur er veirur við eyga í endaum og króki í at hiva umborð á fiskiskip, red.) Tað var ótrúligt, at báturin skuldi halda til tað, men tað gjørdi hann uttan at fáa stórvegis skaða, greiðir Jákup Eli Bech.

 

Bjargaðu menninir vóru í termodrakt, og báturin hevði sokkið innan hálvan tíma, og náttarmyrkur var við at koma á teir, sigur Jákup Eli Bech.

 

Menninir vóru sum vera man sera fegnir um at verða bjargaðir í evstu løtu, og vórðu sigldir til Ilulissat. Har kom Lómur klokkan 23 á kvøldi við monnum og máti.

 

Lómur fór aftur til fiskiskap á midnátt.


Tveir føroyingar eru við Lómi. Skipari er Jákup Eli Bech úr Porkeri og maskinsjefur er Bjarki Thomsen í Forðba.

 

Teir bjargaður menninir vóru ávikavist 24 og 39 ár. Teir vóru navnar, og itu báðir Kristian Broberg.

 

– Báðir søgdu teir mær, tá teir fóru í land, at hetta skuldu teir ongantíð gloyma, og teir lovaðu at koma til Føroya at vitja meg, sigur Jákup Eli Bech.

 

Jákup Eli Bech leggur skemtandi afturat, at val er í Grønlandi í dag, og at menninir neyvan fara at velja flokkin, sum ætlar at blaka allar føroyingar úr Grønlandi.