Aktulet í Føroyum, og er tað fyrstu ferð, at eitt løgtingsval í Føroyum hevur havt so stóran áhuga í donskum fjølmiðlum. Nils-Chr. Nilson dylur ikki fyri, at serliga støðan hjá Jóannsi Eidesgaard í fólkatinginum [...] sum hava búð í Danmark í nógv ár. Stórur áhugi fyri føroyska valinum Annars hava føroysk viðurskifti í Danmark fingið nógv størri áhuga, enn tey annars hava havt. Umframt fótbóltin fyrst í 90?unum, er tað [...] fingið Føroyar í yvirskriftirnar í donsku bløðunum. Nils-Chr. Nilson á Ekstrablaðnum hevur Føroyar sum sítt øki, og henda ferð hansara er tann triðja í ár, og hann kemur longu aftur seinast í mánaðinum, tá
kunngjørd í januar í fjør, verður ikki gingin á møti. Páll Patursson, bóndi í Kirkjubø, er ein teirra, ið hevur sitið í sjálvbodna áhugabólkinum. Bólkurin hevur í brævi til landsstýrismannin í mars í ár mælt [...] trupulleikarnar í Múrinum. Men vit virða, at tað eru myndugleikarnir, ið ráða, sigur Páll Patursson. Í tveimum Ætlanin, ið landsstýrismaðurin í mentamálum nú fer at seta í verk, er í tveimum stigum. Í fyrstu atløgu [...] lutir, sum eru í Kirkjubø og aðra staðni, stava frá Múrinum og teir eiga at koma aftur í Múrin. Tað er vanvirðiligt, at til dømis Kirkjubøstólarnir, sum koma aftur til Føroya í ár, skulu í eitt trotabúgv
hevur spælt í ungdómsklubbum, á skúlum, í diskotekum og aðrastaðni. Sangarnir í bólkinum Kopp hava allir røtur í gospeltónleikinum og felagsnevnarin má tí sigast at verða Dance-Pop, siga tey í tíðindaskrivið [...] Føroya fyri gospelfestivali. Eins og tey bæði fyrstu árini verður festivalurin í Norðurlandahúsinum. Í fjør varð flutt yvir í Ítróttarhøllina, men fyrireikararnir meta, at Norðurlandahúsið er betri egnað [...] Kopp hevur ferðast nógv í Norðanlondum og Týsklandi og hevur harafturat verið ein túr í Estlandi. Andreas Mathew er maðurin sum stendur aftanfyri og tað er eisini hann sum er leiðari í bólkinum. Kopp er kendur
Tá skipað varð fyri einari kapping millum nakrar av fremstu telvarunum í Føroyum og í Danmark í Útvarpshøllini í 1986 gistu útlendsku gestirnir privat, og tað bar ikki beinari á, enn at ein av teimum skuldi [...] frá avrikunum hjá føroyska talvliðnum í olympisku kappingini í Manila hetta sama summarið, og í kjalarvørrinum av øllum tí bjartskygni, sum føroysku úrslitini bóru í sær fekk tann framskygdi umboðsmaðurin [...] okkum av! At síggja vónloysisøðina í andlitum okkara eftir hesar obligatorisku eyðmýkingarnar fekk hann at froysa út í hjartaligan látur; hann legði seg afturá í stólinum í barnsligari frøi, og við pátiknum
sum lønarspurningurin. Og í Føroyum hava vit seinastu 40 árini býtt okkara pensionistar í tvey. Tey sum fáa fólkapension og tey, sum eisni fáa aðra eftirløn. Tað veri seg í samband við starvið, ein hevði [...] av fólkasamansetingini (demografiini) í Føroyum. Og eg fari fyri tað fyrsta at mæla til, at politikarar fáa til vega tøl um fólkasamansetingina yvir tíð í Føroyum, áðrenn nakar dómur verður feldur. Fleiri [...] koma við slíkum álvarsligum spádómum, uttan at hava tøl úr Føroyum, sum vísa á hesa gongd. Vit víkja í hvussu er frá øðrum londum hvat mynstrið í barnsburði viðvíkur, og kanska hesin veruleiki gevur eina
vandamiklum burturkasti verður latið IRF at viðgera í ár. ? Tað er stórur munur á støðuni í dag í mun til fyri fáum árum síðani. Fólk hugsa nógv meiri um umhvørvi í dag. Skúlaflokkar spyra javnan eftir upplýs [...] best, sæst á rúgvismikla burturkastinum, ið verður latið í bingjurnar hjá IRF, Hvørvurnar. Í fjør vórðu 97 tons av vandamiklum burturkasti koyrt í bingjurnar ímóti 79 tonsum árið fyri. Og longu nú eru ábendingar [...] at tey fáa størri frálæru á økinum í dag, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF. Gamla skipanin við teim grønu posunum, sum fólk skuldu lata vandamikið burturkast í, virkaði ikki nóg væl og tí fór IRF
eru grundstykki somuleiðis væl dýrari í dag. ? Eitt grundstykki, ið liggur í býnum ella har í nánd, kostar um 300.000 krónur, í útjaðaranum um 230.000 krónur. Í dag vilja fleiri heldur byggja enn keypa [...] Gongd er aftur komin á serhúsabygging í Føroyum, serliga í Havn. Báðar ognarsølurnar í Havn, SetHúsaSøla við Helga Brekku og Húsamekling við Jonhard Dahl-Jacobsen hava nøkur grundstykki til sølu, nøkur [...] hesum húsum, fleiri eru bygd og fleiri verða bygd afturat ? tey flestu í útjaðaranum í Havn. ? Vit hava bygt tvíhús Inni á Gøtu. Tey eru í tveimum hæddum og fara fyri 890.000 krónur, tá ið alt er íroknað uttan
Við stórum stavum skrivar Dimmalætting á framsíðuni í gjár, at uttanlandsskuldin minkar í stórum og blaðið heldur fram, at sambært búskaparfrøðingum minkar nettoskuldin til útlandið við rúkandi ferð. Heldur [...] sannleikan í tí partinum av greinini, sum er skrivaður við vanligum stavum. Tá nettouttanlandsskuldin verður uppgjørd, verða allar peningaognir føroyinga uttanlands drignar frá bruttoskuldini hjá Føroyum, og [...] minnast, at í seinastu samráðingunum millum donsku stjórnina og landsstýrið, varð avtalað, at spurningurin um at afturgjalda skuld landskassans til danska ríkiskassan, skuldi takast upp í 1998. Enn hava
veruleikan í eyguni. Hini eru romantikarar. Kanska tað mest óhugnaliga og skaðiliga við hesum »prógvum« er, at hesi fólkini so líðandi fara at arbeiða ímóti, at nakað kann bera til í Føroyum. Alt føroyskt [...] einki ber til í Føroyum, og føroyingar eru eitt útvalt fólk av ódugnakroppum. Men aftur til milliardina. Hvussu trygg er hon? Er ikki farið at máast burtur av henni? Og hvussu sunn er hon? Í einum stuttum [...] Sjálvandi kunnu vit gera eitt ótal av roknistykkjum. Men hvat skulu vit brúka tey til í tí veruliga lívinum? Sjálvt í støddfrøðini gongur ikki alt upp, og har hevur man eitt hugtak, sum eitur tað irrationella
eisini fegin sleppa við B36 út í Europa Cup í ár, sigur hann. Eisini hann ásannar, at tað er stórur munur á at spæla fótbólt í Føroyum og í Onglandi. ? Eg fekk ein lítlan skelk í fyrstani. Har er einki, sum [...] deildarliðnum hjá KÍ í 1995. Hann var tá 17 ára gamal. Í Føroyum er hann kendur sum ein skjótur og vandamikil áleypari. Í Watford spældi hann ein dyst á eykaliðnum á miðjuni. Spælistílurin í Onglandi er eisini [...] okkurt føroyskt navn verður at síggja í ensku landskappingini í nærmastu framtíð. Herfyri vóru Jákup á Borg úr B36 og Heðin á Lakjuni úr KÍ í London, har teir vandu í 2. deildarfelagnum Watford, sum mánadagin