játtanin til viðlíkahald er lutfalsliga nógv lækkað síðani 1996, tá játtanin var 2,3 prosent av samlaðu fíggjarlógini, meðan hon í 2018 var 0,9 prosent av samlaðu fíggjarlógini. Játtanin er bæði beinleiðis skorin [...] nógv skerd orsakað av kreppuni, er hon ikki hækkað aftur. Sambært Samferðsluætlanini hava øll øki ein átrokandi tørv á ábótum, og góða støðan í samfelagnum sæst ikki aftur í játtanini til vegakervið. Neyðug [...] sum er so avgerandi fyri okkara borgarar og okkara samfelag. Nakað av tíðindaflutningi hevur verið um ætlanina, og serliga hevur vantandi viðlíkahaldið av vegum, brúgvum og tunlum verið umrøtt: at vegir
heiðurin sum »Ársins Besta Songkvinna« í Íslandi. Fyrstu ferð var í 2003, tá hon var einans 19 ára gomul, aðru ferð í 2005. Í 2003 vann hon heiðurslønina umframt eisini at gerast »Besti Framførari« í Íslandi [...] virðislønina. Nú búgvi eg ikki eingongd í landinum, so tað hevur nógv at siga fyri meg, at tey enn hava meg í tonkunum, tá tey skulu handa virðislønir. - Eg hugsi ikki so nógv um endiliga at vinna. Bara [...] Bara tað at verða tilnevndur, er nóg mikið í sær sjálvum. Eg eri eisini biðin um at vera við í tiltakinum og sjálv at handa onkrar virðislønir, so í grundini gleði eg meg bara at sleppa yvir at møta øllum
maðurin var deyður. Palle var mammuni til hjálpar, og hetta var eisini neyðugt, um húskið skuldi hóra undan. Í 1915 fór Palle til skips við Sunbeam, har Gunnar Danielsen, ættaður úr Søldafirði, var skipari [...] plukkfisk. Føddur í Gøtu Palle var føddur 15.7. 1901 við Gøtugjógv. Hann var doyptur í Gøtu kirkju 25. 7. sama ár. Hann giftist við Onnu Helenu Simonsen f. 20.4 1905 av Velbastað. Hon var dóttir Petur og Hansinu [...] teimum var Eliesar Poulsen f. 1898, sum seinni gjørdist ein kendur klaksvíkingur. Næstur honum var Olaf f. 1899. Hann giftist til Vágs við Elsu í Sápuhúsinum, ættað úr Porkeri. Tey fingu ikki børn sjálvi
Rundanum eyguni var alt málað svart, og eftir hennara dialekt at døma, kom hon frá onkrum eystur-evropæiskum landi. Hon bara flenti, prátaði við øll, kíndi síðumanninum um kjálkan, men sá ikki út til at gera [...] Hugsa um, at tú einki fær gjørt alíkavæl?, segði onkur, sum fann eina troyst í ikki at hava tamarhald á støðuni. Men tað var júst hetta, sum gjørdi meg allarmest bangna. Har er bara einki at gera, um okkurt [...] haltari hønu mein. Hon setti veruligan dám á hesa løtu, sum flest øll annars nýta til at vera burturstødd. Øll sótu við einum brosi, og nú varð líkamikið, um tað var trongligt, og um vamlisligi lukturin
slík tilboð fram. - Nógv hevur verið prátað um, at einki var at fara til í Klaksvík, og sjálv helt eg tað eisini verða sera keðiligt, sigur hon. Tí fóru hon og maðurin fyri eini tíð síðani í gongd við [...] Gamal dreymur Herdis greiður frá, at hon í fleiri ár hevur gingið við einum dreymi um at lata upp eitt fitness-sentur í Klaksvík. Klaksvíkingar hava í langa tíð ikki havt nakran møguleika fyri av álvara [...] í teim gomlu hølunum hjá BodyCare. BodyCare var í síni tíð eisini eitt fitness-sentur, men her kundu einans bólkar leiga seg inn til nakrar venjingartímar um vikuna. Herdis og maðurin leigað hølini frá
Hayfield var eingin ivi um, at Helgi Abrahamsen visti av, at uppruna tilboðið ikki longur var galdandi, tí báðir faldararnir ikki vóru prentaðir í senn, sum annars var ein treyt fyri tilboðnum. Hon legði [...] gerast so bílig var júst hon, at báðir faldararnir skuldu prentast í senn, so tað slapst undan fleiri enn tí eina uppstartinum. 19. desember fundur Eitt punkt í málinum, ið nógv snúði seg um, var ein fundur [...] framvegis tekstin til løgtingsfaldaran, og Helgi Abrahamsen fekk týðiliga at vita, at um teksturin ikki kom fram, fór ikki at bera til at prenta báðar faldararnar í senn, greiddi Erica Hayfield, ið tá arbeiddi
ógvuliga langdrigin. Men bólkurin var væl samanspældur, og dugdu tónleikararnir sítt kram. Eitt sindur hugstoytt var tó at síggja, at sangarin til tíðir kundi tykjast sum var hon vilst á pallinum, tí at venda [...] gott og ringt. Sjálvsagt var tað stuttligt at síggja Eivør syngja, og hon kundi fyri tað staðið á pallinum í sjálvum Mentanarhúsinum, so væl fólk tóku ímóti henni. Men tað var heldur leingi at bíða, tí [...] frammanundan, og var Masha tí eisini meira lurtaravinarligt. Til tíðir kundi tað tó tykjast, at tónleikurin gjørdist ov harður, og tí varð røddin á sangaranum ikki at hoyra aftur. Ta einu ferðina var leidningurin
miðnámsskúlarnar. Kravið var tó, at tað skuldi verða útreiðsluneutralt. Hetta er ein eykajáttan, sum ikki eru útreiðsluneutral, og hon var, eins og allar hinar umbønirnar, sum ikki vóru útreiðsluneutralar [...] prøvateljing. Og er tað ikki ráð at hava hana í ár, so má tað bíða, staðfestir Anfinn Kallsberg, og leggur afturat, at talan er ikki um eina niðurprioritering. - Man átti at havt biðið um hasar pengarnar beinanvegin [...] tá fíggjarlógin varð gjørd, tí so var ikki neyðugt at koma afturumaftur at biðja um meira. Vit hava eitt hall á fíggjarlógini upp á omanfyri 700 milliónir krónur, og um vit bara játtaðu allar eykajáttanirnar
2008 fekk hon 188 persónligar atkvøður, og í gjár vann hon 302 persónligar atkvøður. Men Gunvá við Keldu og Fólkaflokkurin missa eftir øllum at døma valdið í Klaksvík. Tá ið tað í gjárkvøldið var greitt, [...] býráðnum, so var pesónliga atkvøðutalið hjá Jógvani gott. Hesa ferð fekk hann 230 atkvøður. Fyri fýra árum síðani, tá ið hann fyrstu ferð varð valdur, var atkvøðutalið 134. Jógvan Skorheim vil ikki siga, at [...] borgarstjóran í Klaksvík. Eftir valið í 1966 var Asbjørn Joensen valdur til borgarstjóra. Tá var borgarstjórin valdur á hvørjum ári. Avtalan í samgonguni tá var, at Sjálvstýrisflokkurin skuldi eiga fremsta
fýrverkinum. Sjálv dámar mær ikki at skjóta fýrverk, men eg kann strekkja meg til nakrar stjørnukastarar, sigur hon brosandi. Hvat var tað besta, sum hendi í 2024? - Alt í alt var 2024 eitt gott og hendingaríkt [...] góðum upplivingum, bæði saman við familjuni og vinfólkum. Hæddarpunktið var, tá yngra dóttirin fekk húgvuna í summar. Í yrkislívinum var hæddarpunktið, at altjóða tiltakið TONIK, sum vit í Hugskotinum hava [...] nærverandi og njóta smáu løturnar. Gevur tú eitt nýggjárslyfti? - Nei, tað plagi eg ikki. Nýggjárslyftir snúgva seg ofta um at broyta vanar, og fyri meg hevur tað riggað betur at broyta vanar á annan hátt