Nýtt fitness-sentur í Klaksvík: Kom í TopForm

Leygardagin lat eitt nýtt fitness-sentur dyrnar upp í Klaksvík. Tað eru hjúnini Herdis Klein Østerø og Absalon Østerø, sum fara at reka fitness-sentrið, sum hevur fingið navnið Top Form.

Heilsa
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Herdis tekur ímóti Sosialinum í avgreiðsluni inni í Top Form. Frá einum av hølinum hoyrist skrambul av ymsum slag, og Herdis greiður frá, at hóast klokkan enn ikki er vorðin 10.00, so eru fólk farin í gongd. Helst vil onkur trimma sær kroppin, nú Norðoyastevnan nærkast.

Fleiri vitjanir
Leygardagin varð skipað fyri eini móttøku í nýggja sentrinum, har fólk kundu støkka inn á gólvið og hyggja seg um.
- Og áhugin sýntist at vera rættiliga stórur, sigur Herdis, sum harumframt hevur góðar vónir, viðvíkjandi hvussu alt hetta fer at spæla av.
- Fólk leggja stóran dent á at verða í góðum formi í dag, og nú hava tey so møguleikan fyri at gera okkurt við tað, eisini í Klaksvík, greiðir hon frá.
Mánadagin hevði Top Form opið fyri fyrstu ferð, og vóru hølini full av vitjandi allan dagin.
- So hetta boðar avgjørt frá góðum, heldur Herdis.

Einasta í býnum
Fitness-sentrið Top Form er einasta sentrið av sínum slag í Klaksvík.
Sentrið heldur til á Stangavegi, í teim gomlu hølunum hjá BodyCare. BodyCare var í síni tíð eisini eitt fitness-sentur, men her kundu einans bólkar leiga seg inn til nakrar venjingartímar um vikuna.
Herdis og maðurin leigað hølini frá BodyCare, og hava tey eisini keypt onkrar av teim maskinunum, sum BodyCare kundi bjóða fólki.
- Tó eru allar maskirnur nýumvældar, eins væl og vit hava umvælt øll hølini í sentrinum.
Millum tilboðini hjá Top Form finna vit steppmaskinur, súkklur, eina fitbox, innan- og uttanlærsmaskinur og eisini rógvimaskinur.
- So tað er bara at fara í gongd, smílist Herdis.
Umframt alt hetta kunnu tey vitjandi eisini hugna sær í einum bobli-baði, sum er avskilt frá hinum hølunum. Her kann ein hvíla seg aftaná tær hørðu venjingarnar, og síðani fara til hús aftur við nýggjari orku.

Gamal dreymur
Herdis greiður frá, at hon í fleiri ár hevur gingið við einum dreymi um at lata upp eitt fitness-sentur í Klaksvík.
Klaksvíkingar hava í langa tíð ikki havt nakran møguleika fyri av álvara at fara í gongd við slíkar venjingar, tí eingin hevur bjóðað slík tilboð fram.
- Nógv hevur verið prátað um, at einki var at fara til í Klaksvík, og sjálv helt eg tað eisini verða sera keðiligt, sigur hon.
Tí fóru hon og maðurin fyri eini tíð síðani í gongd við fyrireikingarnar til nýggjasta heilsu-staðið hjá klaksvíkingum.
Tey hava bæði verið á ymsum skeiðum, soleiðis at tey eru før fyri at læra frá sær eisini, og eftir ætlan skulu tey skjótt aftur á skeið.