Eivør Pálsdóttir er enn einaferð tilnevnd at verða »Ársins Besta Songkvinna« av Íslendsku Tónlistarvirðislønunum. Hesa ferð saman við heimskendu Bjørk Spurd, hvønn týdning tilnevningin hevur, sigur Eivør við Sosialin í dag:
- Tað er sjálvandi ein stórur heiður at verða tilnevndur hesa virðislønina. Nú búgvi eg ikki eingongd í landinum, so tað hevur nógv at siga fyri meg, at tey enn hava meg í tonkunum, tá tey skulu handa virðislønir.
- Eg hugsi ikki so nógv um endiliga at vinna. Bara tað at verða tilnevndur, er nóg mikið í sær sjálvum. Eg eri eisini biðin um at vera við í tiltakinum og sjálv at handa onkrar virðislønir, so í grundini gleði eg meg bara at sleppa yvir at møta øllum hesum deiligu persónunum, sum eg kenni frá mínari tíð í Íslandi.
Tilnevningar á rað
- Eg fari fyrst til Danish Music Awards Folk handanina í Tønder í Danmark, har eg eri instillað til fimm virðislønir. Og so beinleiðis til Íslands aftaná. Eg eri ógvuliga glað fyri at sleppa at vera við til hesi stóru tiltøkini. Tað hevur stóran týdning fyri meg og tað, sum eg geri, leggur Eivør dent á.
Hetta er triðju ferð Eivør er tilnevnd heiðurin sum »Ársins Besta Songkvinna« í Íslandi. Fyrstu ferð var í 2003, tá hon var einans 19 ára gomul, aðru ferð í 2005.
Í 2003 vann hon heiðurslønina umframt eisini at gerast »Besti Framførari« í Íslandi tað árið.