Dómarin mælir til semju

Henrik Møller, dómari, mælti Sansir og Sambandsflokkinum til at finna semju í málinum um eina ógoldna rokning. Hann legði eisini upp til, hvussu semjan skuldi síggja út, men líkt er til, at Sansir lítlan hug hevur at semjast á tí grundarlagnum.

Málið gongur heilt aftur til august 2007, tá táverandi skrivarin hjá Sambandsflokkinum, Helgi Abrahamsen, leitaði sær inn á Sansir fyri at fáa lýsingarfyritøkuna at gera nýggjan, dagførdan faldara til løgtingsvalið, sum í seinasta lagi skuldi vera 20. januar 2008.
Tað var sjálvandi gaman í, og einar fjúrtan dagar seinni varð tilboðið handað flokkinum. Tað ljóðaði upp á 159.000 krónur.
Men so fóru søgur at ganga um ein fólkatingsval í úrtíð, og tí vildi Sambandsflokkurin hava tveir faldarar, ein til fólkatingsvalið og ein til løgtingsvalið. Flokkurin fekk so eitt nýtt tilboð fyri tveir faldarar á tvær ferðir 20.000 stykkir.
Tað var tó ein treyt, at báðir faldararnir vórðu prentaðir í senn, og bara perman skuldi hava øðrvísi tekst, so tað slapst undan tveimum uppstartum á prentsmiðjuni.
Upprunaliga var roknað við, at løgtingsvalið bleiv í desember og fólkatingsvalið í januar, men 24. oktober skrivaði Anders Fogh Rasmussen so val út til 13. november.
- Hetta setti okkum undir tíðartrýst, og alt annað varð tveitt til viks fyri at fáa faldaran til fólkatingsvalið lidnan til tíðina. Hetta eydnaðist, men vit manglaðu framvegis tekstin til løgtingsfaldaran, og Helgi Abrahamsen fekk týðiliga at vita, at um teksturin ikki kom fram, fór ikki at bera til at prenta báðar faldararnar í senn, greiddi Erica Hayfield, ið tá arbeiddi á Sansir, frá.
Stjórin í lýsingarfyritøkuni, Lena Lindenskov Mohr, segði, at í tí løtu bert tann eini faldarin varð prentaður, fór upprunaliga avtalan úr gildi. Treytin fyri, at prentingin kundi gerast so bílig var júst hon, at báðir faldararnir skuldu prentast í senn, so tað slapst undan fleiri enn tí eina uppstartinum.

19. desember fundur
Eitt punkt í málinum, ið nógv snúði seg um, var ein fundur, hildin heima hjá Kaj Leo Johannesen 19. desember. Tað vísti seg, at hetta var ein fundur, sum partarnir høvdu hvør sína uppfatan av.
Lena L. Mohr greiddi í rættinum frá, at ósemja tóktist vera, serliga millum Kaj Leo Johannesen og Jóhan Dahl, um seinni faldarin skuldi prentast ella ikki. Jóhan Dahl ivaðist í, um tað lønti seg at brúka pengar upp á seinnafaldaran, meðan Kaj Leo Johannesen helt fast við, at faldarin skuldi prentast.
Lena L. Mohr segði, at Kaj Leo Johannesen bað um ein prís fyri at prenta faldaran til løgtingsvalið, og í høvdinum roknaði hon leystliga prísin út til 152.000 krónur við MVG. Stjórin í Sansir segði eisini, at eftir at Kaj Leo Johannesen hevði hugsað seg eitt sindur um, tók hann av tilboðnum.
Soleiðis minnast teir tríggir sambandsmenninir, Kaj Leo Johannesen, Jóhan Dahl og Helgi Abrahamsen tó ikki »kaffifundin«, sum Jóhan Dahl kallaði tað.
Eingin teirra minnist nakað til nakað munnligt tilboð, og løgmaður helt tað vera eitt ánilsi ov nógv, at gjalda tríggjar ferðir fyri sama arbeiði.
Allir tríggir søgdu seg bert kenna til uppruna tilboðið upp á 174.000 krónur, og allir søgdu seg halda, at arbeitt framvegis var eftir tí tilboðnum.
Eitt sindur av óskili var í dateringini. Bæði tilboðið á 174.000 krónur og tað upp á 152.000 krónur, sum sambandsmenninir kortini ongantíð søgdu seg hava sæð, vóru daterað 30. august, meðan tað seinna í veruleikanum skuldi verið daterað 19. desember.

Skilt annaðleiðis
Helgi Abrahamsen segði í sínari vitnisfrágreiðing, at hann hevði fatað tilboðið soleiðis, at innihaldið og perman til fólkatingsvalsfaldaran skuldi prentast í einum, meðan perman til faldaran til løgtingsvalið so skuldi prentast fyri seg seinni.
Eisini Kaj Leo Johannesen og Jóhan Dahl søgdu seg vera til reiðar at gjalda fyri tað eyka arbeiði, ið Sansir mátti hava havt, eins og teir skiltu, um prentingin gjørdist eitt vet dýrari enn upprunaliga ætlað.
Men báðir tóku líka strangt frástøðu til rokningina á tær 152.000 krónurnar, sum Lena L. Mohr segði seg hava avtalað við teir tríggjar.
Somuleiðis søgdu allir tríggir seg framvegis arbeiða eftir uppruna tilboðnum, tí tað var einasta tilboð, teir høvdu at halda seg til.
Spurdur, hví hann uttan fyrilit hevði góðtikið og goldið fyrstu rokningina upp á faldaran til fólkatingsvalið, svaraði Helgi Abrahamsen, at tað ikki var hansara borð at góðkenna rokningar.
Men eg hevði góðkent alt, sum var undir avtalaðu 174.000 krónurnar, segði løgtingsmaðurin.
Sambandsflokkurin hevur goldið fleiri aðrar rokningar umframt tað upprunaligu upp á faldaran til fólkatingsvalið, men teir høvdu av ógreiðari orsøk valt at gjalda 26.350 krónur av einari rokning áljóðandi 43.750 krónur. Hesar 17.400 krónurnar saman við rokningini upp á 152.000 krónur vóru so grundarlagið undir stevningini hjá Sansum eftir 169.400 krónur frá sambandsflokkinum.

Royni semju
Í prosedurum sínum argumenteraðu sakførararnir hjá Sansum og sambandsflokkinum, ávikavist Mimi Steintórsdóttir og Poul Hansen, fyri sjónarmiðunum hjá klientum sínum.
Mimi Steintórsdóttir vísti á, at sambært Erica Hayfield var eingin ivi um, at Helgi Abrahamsen visti av, at uppruna tilboðið ikki longur var galdandi, tí báðir faldararnir ikki vóru prentaðir í senn, sum annars var ein treyt fyri tilboðnum.
Hon legði eisini dent á, at Lens L. Mohr heilt greitt minnist, at Kaj Leo Johannesen á fundinum 19. desember spurdi um prís og fekk eitt munnligt tilboð upp á ein faldara til løgtingsvalið – sum hann góðtók.
Mimi Steintórsdóttir undraðist annars á, at tey trý vitnini hjá Sambandsflokkinum mintust so illa.
Poul Hansen vísti á sínari síðu á, at tað er saksøkjarin sum skal prógva, at tilboðið var tikið aftur, og tað hevði hann ikki gjørt. Eisini vísti hann á, at fakturin upp á faldaran til fólkatingsvalið var dateraður 18. desember, dagin fyri fundin heima hjá Kaj Leo Johannesen.
Somuleiðiðs vísti hann á, at í fakturanum stóð, at av tí at fólkatingsval var skrivað út í úrtíð, bar ikki til at prenta báðar faldararnar í senn, og at tað var prógv fyri, at tað framvegis varð arbeitt eftir upprunaligu avtaluni.
Henrik Møller, dómari, mælti teimum báðum pørtunum til at royna semju. Hann segði, at tað var ikki stórur ivi um tær 17.400 krónurnar, sum Sambandsflokkurin vantaði at gjalda, og hann legði upp til, at Sansir prógvaði ta upphædd, ið fyritøkan hevði lagt út í sambandi við seinna faldaran – uttan MVG – og so fekk tað afturrindað frá Sambandsflokkinum.
Hetta hevði Lena L. Mohr lítlan hug til. Og hon segði tað verða respektleyst, um flokkurin nú fór at ganga við til eina semju, eftir at hava avvíst hendan møguleikan undan rættarmálinum.
Dómarin gjørdi av at útseta málið í 14 dagar, so semingsroyndin fekk ein møguleika.
So er bara at bíða eftir, um partarnir sjálvir finna eina loysn.