Seinastu fýra árini hevur Gunvá við Keldu verið borgarstjóri í Klaksvík. Í gjár góvu veljararnir henni persónliga álitisváttan. Fólkaflokkurin varðveitti síni fimm umboð í býráðnum, og borgarstjórin fekk størri persónliga undirtøku. Í 2008 fekk hon 188 persónligar atkvøður, og í gjár vann hon 302 persónligar atkvøður.
Men Gunvá við Keldu og Fólkaflokkurin missa eftir øllum at døma valdið í Klaksvík. Tá ið tað í gjárkvøldið var greitt, at Sambandsflokkurin hevði mist sítt umboð, at Tjóðveldið hevði økt um sína umboðan úr tveimum og upp í tríggjar býráðslimir, og at Sjálvstýrisflokkurin hevði tvífaldað sína umboðan úr einum og upp í tveir limir, vóru samráðingar millum Tjóðveldið, Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin, sum misti annan sessin og harvið hevur soltnastu umboðanina í Klaksvík, síðani uppstillingin varð politisk fyri umleið einari hálvari øld síðani.
Klokkan tíggju fyrrapartin í dag hittust hesir tríggir flokkarnir til samráðingar um skipan av samgongu í Klaksvík. Tað er lagt upp til, at Jógvan Skorheim úr Sjálvstýrisflokkinum verður borgarstjóri. Jógvan hevði eitt rimmar val. Umframt at flokkurin tvífaldaði sína umboðan í býráðnum, so var pesónliga atkvøðutalið hjá Jógvani gott. Hesa ferð fekk hann 230 atkvøður. Fyri fýra árum síðani, tá ið hann fyrstu ferð varð valdur, var atkvøðutalið 134.
Jógvan Skorheim vil ikki siga, at hann verður nýggjur borgarstjóri í Klaksvík.
-Vit avgjørdu í gjárkvøldið, at vit skulu samráðast um nýggja samgongu. Hesir tríggir flokkarnir hava tilsaman meiriluta millum veljararnar. Vit fáa at síggja, hvat spyrst burturúr, segði Jógvan Skorheim, sum eftir øllum at døma verður borgarstjóri í næststørstu kommununi.
Tað eru 44 ár síðani, at Sjálvstýrisflokkurin seinast átti borgarstjóran í Klaksvík. Eftir valið í 1966 var Asbjørn Joensen valdur til borgarstjóra. Tá var borgarstjórin valdur á hvørjum ári. Avtalan í samgonguni tá var, at Sjálvstýrisflokkurin skuldi eiga fremsta sessin í tvey ár, og Asbjørn Joensen var borgarstjóri í 1967 og 1968. Síðani tá hevur Sjálvstýrisflokkurin ikki verið nærri tindinum enn næstformanssessinum. Nú bendir alt á, at Jógvan Skorheim á nýggjárinum verður nýggjur borgarstjóri í Klaksvík.
Bjóðaðu Signhild nógv
Tá ið tað í gjárkvøldið var greitt, at samstarvið millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin ikki fór at halda fram, royndi Fólkaflokkurin at gera aðra samgongu. Sambært Norðlýsinum vendi Fólkaflokkurin sær til Javnaðarflokkin við tilboði um samgongu.
Signhild Johannesen er nývald í býráðið fyri Javnaðarflokkin, sum seinastu fimmti árini altíð hevur átt í minsta lagi tvey umboð í býráðnum, men nú bara eigur eitt umboð. Norðlýsið veit at siga, at tilboðið, sum Signhild Johannesen fekk frá Fólkaflokkinum var uppaftur betri enn tilboðið, sum Jógvan Skorheim fekk frá Fólkaflokkinum fyri fýra árum síðani.
Javnaðarflokkurin tók ikki av tilboðnum frá Fólkaflokkinum. Í staðin fór Signhild Johannesen klokkan tíggju í morgun at samráðast við Tjóðveldið og Sjálvstýrisflokkin um nýggja samgongu.
Tjóðveldið styrkti um sína støðu í Klaksvík. Tí kann roknast við, at Tjóðveldið fer at seta seg á fleiri av formanssessunum í nevndunum.