til vatnverkið. - Vit eru í iva um, hvørt bakteriur eru í goymslunum ella ikki. Hetta hava vit ikki fingið endaliga staðfest. Kanningar í morgun vísa, at eingir enterokokkar eru í vatninum, og spurningurin [...] Viggo Christiansen, sigur, at kommunan hevur fingið ábendingar frá Faroe Seafood í Havn um, at e.coli bakteriur kunnu vera í vatngoymslunum hjá kommununi. Hann sigur, at kommunan brúkar eina norska mannagongd [...] Tórshavnar Kommuna hevur latið Landssjúkrahúsið og stovnar, har eldri fólk búgva, vita, at ivi er um vatnið í løtuni.
Almenn móttøka var í fríggjadagin í barnagarðinum í Nólsoy. Nógv fólk nýttu høvið at síggja sermerkta bygningin Nógv fólk høvdu leitað sær niðan í nýggja barnagarðin í Nólsoy fríggjadagin, tá Tórshavnar [...] hevði boðið til almenna móttøku. Vælmannnað lið av býarpolitikarum og embætisfólki var komið úr Havn at vera við í hugnaligu løtuni, og nólsoyingar sjálvir hildu seg ikki aftur heldur. Borgarstjórin, Heðin [...] siga nøkur vælvald orð um sjálvan bygningin, og síðani flutti Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini í kommununi fram røðu, har hon millum annað nevndi hvør hevði staðið fyri arbeiðinum, og at
mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað eru bólkarnir, ið skipa fyri konsertini í samstarvi við Føroya Undirhalds Tónleikarafelag. The Dreams verða flognir heim við Atlantic Airways til kvøldið í Ment [...] tini í Boys In A Band, ið júst hava otað seg upp á ovastu rók á 15 teim bestu, fara somuleiðis at framføra teirra sannførandi kovboy rock, ið á planet awards gjørdi bólkin til besta nýggja bólk í Føroyum [...] m tónleiki undir geiðslan. Bussar koyra til tiltakið, og mælt verður til at áhugaði ringja í góðari tíð. Havn tlf nr: 595959 Klaksvík og Eysturoy tlf nr: 505220
góður sangur á bryggjuni í Nólsoy í gjárkvøldið, tá fólk, sum ætlaðu sær til Havnar við Ternuni um 23.30-tíðina, bíðaðu eftir at sleppa umborð. Fólk vóru úti á bryggjuni í Nólsoy í góðari tíð og fyri at halda [...] skar fjøldin út í at syngja. Lagið var sera gott, og sangurin rungaði. Tey, sum bíðaðu á bryggjuni í Nólsoy, sóu, at ein hópur av fólki, serliga ungdómum, komu úr Havn og út til Nólsoyar í hesi somu rutu [...] rutu. Sangurin, sum hevði verið á bryggjuni, helt fram, tá komið varð umborð í Ternuna., og tað var skjótt, at fólk umborð eisini tóku saman hendur og fóru at dansa føroyskan dans. Hetta gjørdist ein sera
Eftir at skeinkistøðini lótu aftur í nátt, fór eitt harðskapsmál fram í Havn, og í morgun sita tvey fólk í varðhaldinum hjá løgregluni í samband við málið. - Tað var beint fyri klokkan 05, at vit fingu [...] Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hendingin fór fram við eitt matstað í býnum, har fólk, sum vóru úti í náttarlívinum, keyptu sær okkurt etandi. - Tvey fólk eru handtikin í málinum og sita nú í varðhaldinum [...] ikki klárlagt enn, men tað er ikki óhugsandi, at persónarnir, sum framdu harðskapin í morgun, koma fyri rættin einaferð í dag, verður lagt aftrat.
eldur var í einum bili í Leirvíkstunlinum. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn greiðir í morgun frá, at talan var um ein bil hjá heimarøktini, og at eldurin bara var í motorrúminum. Tað eydnaðist sløkkiliðnum [...] kilometur inn í tunnilin, tá óhappið hendi. Hon kom út úr tunlinum í øllum góðum. Aftur klokkan 14:40 kom fráboðan um, at eldur var í einum bili. Hetta var í Søldarfirði, at eldur kom í bil, sum koyrdi [...] Í gjár fekk alarmsentralurin á politistøðini tvær ferðir boð um, at eldur var í bili. Tann fyrra var, tá eldur var í einum bili í Leirvíkstunlinum. Tað var klokkan 11:58, at løgreglan fekk boð um, at eldur
Um 22 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan aftur boð um hvøllar brestir í Havn. Tað eru ungfólk, sum bresta dunkar við avløbsreinsi, sum verður blandað saman við staniolpappíri. Hetta hevur verið ein t [...] ikki hava havt nakað við hetta at gera. Tveir brestir av hesum slag vóru í gjárkvøldið. Løgreglan hevur koyrt úti í alla nátt í miðbýnum og har um leiðir, sum brestirnir vóru, men hevur ongan funnið, sigur [...] ikki ganga runt og gera slíkt. Talan er eisini um sterkan løg, sum kann vera vandamikil eitt nú at fáa í eyguni.
Síðani sunnumorgunin hevur løgreglan arbeitt við einum málið um, at knívur var á lofti í eini veitslu í Havn sunnumorgunin. Tilburðurin varð fráboðaður løgregluni klokkan 05:47 sunnumorgunin. Fleiri fólk [...] ígjøgnum handablaðið, so hevur løgreglan skilt, at skaðin var ikki so stórur. Fleir fólk eru avhoyrd í málinum, tí fleiri vóru til staðar. Og løgreglan hevur leitað eftir fólki síðani hendingina. Kvinnan [...] hendingin var farin fram, men hon er skuldsett fyri kvalifiseraðan harðskap. Umhugsað varð at framseta hana í grundlógaravhoyring, men tað var ikki mett neyðugt. Hon varð tí skuldsett og leyslatin. Sambært vakthavandi
Ein miðnámsveitsla var í Havn í gjárkvøldið og í nátt, og tað gav løgregluni úr at gera. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað vóru nógv ung fólk, sum vóru sera fullu og ikki funnu vegin heim. Løgreglan [...] burturúr, tey vórðu bara koyrd til hús. Í fleir førum vóru tað ung, ið ringdu um onnur ung, sum tey vóru stúrin fyri, tí tey vóru so full, sigur vaktleiðarin. Í Eysturoy var ein bilførari tikin fyri r [...] bót. Teir koyrdu beint undir 70 km um tíman, har tað bert er loyvt at koyra 50. Tí fingu teir klipp í koyrikortið, men sluppu við bót.
røðu og legði síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn. Gudstænastan í Dómkirkjuni klokkan 20 í kvøld fylgir tí almenna minningarhaldinum. Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og [...] Í dag er Allahalgannadagur, sum eisini er minningardagur teirra sjólátnu í Føroyum. Vit minnast tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku. Minningarhald eru ymsastaðni [...] landið, men tað almenna minningarhaldið til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki á sjónum, varð hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn kl. 14. Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri. Á tí almenna minn