Almenn móttøka var í fríggjadagin í barnagarðinum í Nólsoy. Nógv fólk nýttu høvið at síggja sermerkta bygningin Nógv fólk høvdu leitað sær niðan í nýggja barnagarðin í Nólsoy fríggjadagin, tá Tórshavnar Kommuna hevði boðið til almenna móttøku.
Vælmannnað lið av býarpolitikarum og embætisfólki var komið úr Havn at vera við í hugnaligu løtuni, og nólsoyingar sjálvir hildu seg ikki aftur heldur.
Borgarstjórin, Heðin Mortensen legði fyri við at bjóða vælkomin og siga nøkur vælvald orð um sjálvan bygningin, og síðani flutti Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini í kommununi fram røðu, har hon millum annað nevndi hvør hevði staðið fyri arbeiðinum, og at stovnurin er ein av teimum enn rættiliga fáu, ið lutvíst verður hitaður við sólorku.
Eisini Maud Hansen, næstformaður í Pedagogfelagnum og sjálv nólsoyingur, bar fram kvøðu felagsins vegna.
Undir hátíðarhaldinum var sjálvandi einki meiri náttúrligt, at Kim Hansen spældi og sang, onkran sang eisini saman við barnagarðsbørnunum í Látrinum, sum barnagarðurin eitur.
Nógvu gestirnir fingu eisini kaffi og køkur at leska seg við.