Um 22 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan aftur boð um hvøllar brestir í Havn. Tað eru ungfólk, sum bresta dunkar við avløbsreinsi, sum verður blandað saman við staniolpappíri.
Hetta hevur verið ein trupulleiki eina tíð, og løgreglan hevur áhuga fingið fatur á fleiri ungdómum, sum hava gjørt ónáðir við hesum.
– Løgreglan fór á staðið og fekk fatur á nøkrum ungdómum, sum tó søgdu seg ikki hava havt nakað við hetta at gera. Tveir brestir av hesum slag vóru í gjárkvøldið. Løgreglan hevur koyrt úti í alla nátt í miðbýnum og har um leiðir, sum brestirnir vóru, men hevur ongan funnið, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Hann vísir á, at løgreglan sjálvandi ikki fær verið allastaðni, men heitir á foreldur, um at tosa við børn síni um hetta og um at hava skil á børnunum, so tey ikki ganga runt og gera slíkt. Talan er eisini um sterkan løg, sum kann vera vandamikil eitt nú at fáa í eyguni.












