an stand, og hetta hevur Yvirfriðingarnevndin góðkent. Reinsiverkið er bygt upp sum heild, og undir jørðini er verkið seks metrar djúpt ? ella høgt. Tað veldst um, hvaðani vit skoða hetta nýggja bygningsverkið [...] nevniliga alt skittvatnið frá kloakkunum runnið beinleiðis á sjógv, og heldur Svenn Brimheim hetta vera eitt tekin um, at hugburðurin hjá býrðasplitikarunum mótvegis umhvørvinum er broyttur seinastu árini. [...] tann samlaða rúmdin er okkurt um 125 tons. Til ber at ganga inni í sjálvum reinsiverkinum, og ætlanin er, at fólk, sum arbeiða hjá Tórshavnar kommunu, skulu hava røktina um hendi. Eisini er ein eftirlitstunnil
skipa fyri kvøldinum. Hetta gekk fyri seg á Platform í Havn, og hópur av íðkarum úr ymsu ítróttafeløgunum høvdu sett hvørjum øðrum stevnu hetta kvøldið, soleiðis at takast kundi saman um árið undir meira [...] vera stórur um, hvør skuldi fáa heitið sum ársins leikari hjá ávíkavist kvinnum og monnum. Hjá kvinnunum gjørdist tað hesa ferð Sóley Mikkelsen, sum sostatt er tann fyrsta, sum fær hetta heitið tvær ferðír [...] ferðír. Hon vann eisini hetta heitið fyri tveimum árum síðani. Hjá monnunum vóru ivaleyst fleiri um boðið, men tá alt kom til stykkis, var tað ein av teimum heilt ungu, sum fekk heiðurin. Sveinur Justinussen
við at keypa upp restina av tí felagnum. Um hetta er gott ella ringt fyri áhugan og royndirnar at leita eftir olju her hjá okkum ber so til at hava ymsar metingar um. Texaco fekk einki loyvi í 1. útbjóðing [...] tíðin er farin frá sokallaðu ?mergjarunum? í oljuvinnuni tvs. hetta við at keypa upp smærri oljufeløg og leggja tey saman við størri feløgum. Hetta er so eisini nakað, sum rakar fleiri av oljufeløgunum, ið [...] at leggja saman við Texaco kann hetta broytast, soleiðis at tú her fær tvey stór oljufeløg inn í øki ístaðin fyri bara tað eina. Conoco hevur verið her áður og søkti um loyvi saman við Texaco. Tað gav
verið, um hann eisini verður fyribeindur við somu grundevingum, sum Kongaligi Handilin Inni á Fitjum. Hetta er og verður ein varandi skammblettur á sitandi bygdarráð í Vestmanna, eingin ivi um tað. Tað [...] avgjørt at forkoma og tileinkisgera einum eyðkendum og prýðiligum minnisvarða um eina farna tíð í bygdasøguni. Talan er um tann einaferð so vakra og stórfingna Heyganesbygningin, sum orsaka av kommunalari [...] Kongaliga Handlinum Inni á Fitjum. Hetta var ein av trimum útihandlum, sum vóru bygdir í tíðarskeiðinum 1836 ? 1839 í ávikavist Klaksvík, Tvøroyri og Vestmanna. Ongin ivi er um, at hesin bygningur hevði eitt
samgongan skert skúlan yvir 30 mio.kr. netto. Hetta gerst ikki betri, um vit seta á stovn privatar skúlar, sum skúlamálaráðharrin er farin at sverma fyri. Um vit býta játtanina út á fleiri skúlar, so merkir [...] fólkaskúli. Eins møguleikar. Tí kann málið um at stovnseta frískúlar ikki fatast sum annað enn uttanumtos frá samgonguni. Betri hevði verið, at hon smoygdi upp um armar og royndi at betra viðurskiftini, sum [...] herna móti negativa sosiala arvinum. Ein máti at herða hetta stríð er, at betra eftirútbúgvingina av lærunum og soleiðis styrkja vitan teirra um, hvussu sosialir trupulleikar arvast. Vit mugu brynja føroyska
at hetta at savnast um okkurt og undir einum merki ella flaggi, kann misnýtast. Eittnú eydnaðist tað nazistunum í Týsklandi at savna tjóðina, - men ikki var hetta jaligt. Tí tað, ið savnað varð um, var [...] enn hetta. Føroyingar hava verið altráðir eftir at faa eitt flagg. Ikki altíð samdir um, hvat fyri eitt tað skuldi vera. T.d. hevði vallarin og heimsborgarin Siggert Patursson sítt egna uppskot um flagg [...] hava búð har, eisini um vit hyggja mong ár aftur í tíðina. Og júst á hesum gamla og søguliga stað veitraði Merkið gjøgnum kamarsvindeygað í 1919. Veit ikki um øll geva sær far um henda bygning, skamt frá
ferðaútreiðslum. Er hetta rættvíst og soledariskt? Trivnaður Tað man vera øllum greitt, at eitt betri ferðasamband til miðstaðarøkið ger tað liviligari í útjaðaranum. Og, eingin ivi er um, at um Sandoyggin fekk [...] hevði íbúgvaratalið í oynni vaksið skjótt. Tað er heldur eingin ivi um, at um Suðuroyggin eisini fekk hendan møguleika, so hevði hetta havt stóran týdning fyri íbúgvaratalið her og trivnaðin í oynni. Og [...] eingin í iva um, at hesar íløgur vóru rættar, hóast mong vóru ímóti á byrja við. – Hetta, ikki bara, tí tær bera seg fíggjarliga, men so sanniliga eisini orsakað av teimum møguleikum, ið hetta gevur so mongum
tá siga. Tí kann ein avleiðing av eini semju um landgrunnsmark verða tann, at endalig støða verður ikki tikin til spurningin um fiskimarkið. Um so er má hetta metast at vera skilagott, tí hóast hesi markini [...] oljufeltum, tá ein semja er gjørd. Hetta sigur bretski leiðarin fyri samráðingunum um markið millum Føroyar og Bretland. Hann váttar annars orðini hjá Árna Olafsson og løgmanni um, at tað nú nærkast eini semju [...] tá men heldur hetta er farin tíð og tí er rættari at hyggja frameftir. Vit spurdu bretska samráðingarleiðaran, um ikki bretar hava havt ein fyrimun í hesum samráðingunum, tá hugsað verður um, at teir kanska
eitt sjálvstøðugt land, um tað bert er sjálvt orðið, sum er trupulleikin. Niðurstøðan er, at onki er gjørt av um hvussu endaliga úrslitið skal síggja út. Einki endaliga avgjørt -Um vit vilja rópa tað eitt [...] unión ella nakað heilt annað er als onki avgjørt um. Tí er onki læst fast, og sum eg dugi at síggja, so er hetta eisini tað, sum javnaðarflokkurin ynskir. Um vit skulu minka blokkin á ein hátt ella ein annan [...] aðalorðaskiftis, áðrenn nøkur avgerð verður tikin. Tildømis um kommunumál, samferðslumál, uttanlandsmál, almannamál og um sjálvstýrismál. Eg haldi, at hetta er eitt stórt framstig, sum átti at borga fyri breiðum
sum fegnaðist um, at Tjóðveldisflokkurin nú umsíðir hevur ásannað, at tvinnir partar eru í hesum máli. Ikki bindandi Jógvan við Keldu hevði eisini hesar staðfestingar um , at talan ikki er um eina løgtingslóg: [...] sum londini uttan um okkum, at vit selja út av stovnum, sum ikki er neyðugt at tað almenna eigur, her kann hugsast um postverkið, Strandfaraskip Landsins o. o. Hann nevndi eisini, at um kommunurnar seldu [...] Fólkafloksins fór Jógvan við Keldu aftur í søguna ? til landnámið, hann tosaði um tá Føroyar í 1380 komu undir Noregs kong og um, tá Føroyar við Kielerfriðinum í 1814 komu beinleiðis undir danska kongsvaldið