Føroyar eiga at selja almennar stovnar

Eins og Caragataálitið segði, so eiga vit at gera sum londini uttan um okkum, at selja út av stovnum, sum tað almenna ikki nýtist at eiga, eitt nú postverkið, Strandfaraskip Landsins o. o. , segði Jógvan við Keldu, sum var framsøgumaður Fólkafloksins tá uppskotið um sjálvstýri Føroya Fólks var til 1. viðgerð hósdagin

 

SJÁLVSTÝRISSEMJAN


Í framsøgurøðu Fólkafloksins fór Jógvan við Keldu aftur í søguna ? til landnámið, hann tosaði um tá Føroyar í 1380 komu undir Noregs kong og um, tá Føroyar við Kielerfriðinum í 1814 komu beinleiðis undir danska kongsvaldið, uttan at føroyingar høvdu nakra ávirkan á tað.

? Øll hesi mongu ár hevur spurningurin verið havdur á lofti um einar frælsar Føroyar, um at taka meira ábyrgd av sært sjálvum, av inntøku og útreiðslum. Login hevur ikki altíð brent so ljósur, men tað hava verið tíðir, tá hann hevur sæst langt í allar ættir, segði Jógvan við Keldu.

Hann tosaði um viljan hjá føroyingum, sum ofta hevur verið so sum so at gerast frælsur gjøgnum øldirnar. Men hann vísti á, at røddir altíð hava verið frammi um eitt sjálvbjargnis- og sjálvstýrandi Føroyar.

Jógvan við Keldu helt, at hesin tankin eigur heldur at brenna í okkum enn at ræða okkum.

? Nú føroyska fólkið aftur hevur skapt okkum møguleikan við løgtingsvalinum seinast, ein møguleika, vit sjálvi hava elvt til, eiga vit at standa samn um og skapa tankar til álvara í komandi árum.

? Eg hugsaði við mær sjálvum hendan dagin á Vaglinum, tá Unga Tjóðveldi gjørdi seg inn á Fólkaflokkin við bæði óhóskandi og ótýdligum rópum, og ikki minst við ótespiligu álopunum á hægsta mann landsins, spurdi eg meg sjálvan: »Er hetta fólkið, sum vit skulu taka sjálvstýri við, so verður tað soðið ómetaliga tunt«, segði Jógvan við Keldu.

Men hann svarar sjálvur og sigur, at tað er tað tíbetur ikki. ? Hetta var óføroyskt og lítið virðiligt.


Nyrup góðan stuðul

? Vit kunnu her vísa á Fólkafloksins upprunaligu Kós-framá ? har talan er um íslendska modellið ? sum danir tíverri vrakaðu hóast danskt fordømi í 1918. Hetta tyktist okkum løgi. Men henda viðferð er okkum nú kunnug, og út frá hesum mugu vit handla, segði Jógvan við Keldu, sum eisini staðfesti, at allar fimm samráðingarroyndirnar vóru miseydnaðar.

Framsøgumaður Fólkafloksins staðfesti massiva uppbakningin, sum danska stjórnin hevur í síni kontantu støðu mótvegis landsstýrinum.

? Danski forsætismálaráðharrin hevur kunnað staðið fast við sítt, tí hann hevur alla donsku stjórnina aftan fyris eg, so gott sum alt tað danska fólkatingið, saman við teimum hava føroysku flokkarnir, Javnaðar- og Sambandsflokkurin skorðað undir, segði hann.

Og hann helt fram:

? Eg havi eisini alment funnist at Tjóðveldisflokkinum og leiðara hansara fyri óstortliga framferð í fullveldismálinum, har eg vísti á, at tað vóru tvinnir partar í hesum samráðingum, nevniliga danir og føroyingar, og har eg legði dent á, at Fólkaflokkurin hugsaði um landsins besta, og ongantíð fór at spæla hazard við framtíðini hjá Føroya fólki. Og hetta er framvegis hugsan okkara, segði hann.

Fólkaflokkurin ynskri, at fólkið skal taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum ? og helst alt fólki, helt Jógvan við Keldu, sum fegnaðist um, at Tjóðveldisflokkurin nú umsíðir hevur ásannað, at tvinnir partar eru í hesum máli.


Ikki bindandi

Jógvan við Keldu hevði eisini hesar staðfestingar um , at talan ikki er um eina løgtingslóg:

? men uppskot til samtyktar

? galdandi fyri hetta landsstýrið, sum má syrgja fyri at royna at halda fram eftir næsta val

? her er eingin fólkaatkøvða, fyrr enn eftir, at yvirtøkurnar eru framdar

? her verður ikki atkvøtt um sjálvsavgerðarrætt, tí hann er sjálvsagdur, og her er alt løgtingið samt

? her er talan um yvirtøkur av øllum málum uttan tey fýra stóru


Jógvan við Keldu staðfesti eisini, at flestu føroyingar ynskja, at vit hava eitt sjálvbjargið Føroyar. ? Vit skulu bert hava tíð til at laga okkum til hesi viðurskifti, og tað leggur hetta uppskotið upp til, segði hann, og mælti til at brúka ta tíðin, ið skal til.


Caragataálitið vísir á gongdar leiðir

Framsøgumaður Fólkafloksins segði, at nógv varð skrivað um nýggju tíðina hjá Føroya landi, men eitt tað týdningarmesta verkið helt hann kortini vera Caragataálitið, sum varð lagt fram í oktober 1999, sum vísti ymsar mátar at fíggja einar sjálvstøðugar Føroyar, sum Jógvan við Keldu kortini ikki kom nærri inn á.

Men Jógvan við Keldu vísti koritni á eitt dømi innan fiskivinnuna, sum hann helt var sigandi:

Hann segði, at mong spáddu, at tað ikki fór at bera til at reka fiskivinnu, tá samgongan í 1989 fór at minka um stuðulin til fiskivinnuna.

? Men vit hava sæð tað øvugta, hóast vit ikki hava gjørt nakað serligt fyri at minkað um almennu fyrisitingina og raksturin av hesum landinum, elola gjørt serligar bygnaðarboyrtingar innan almenna sektorin, er fiskivinnan í løtuni so væl fyri, sum ongantíð fyrr. Fiskivinnan ? uttan stuðul ? megnar bæði at rinda rentur og avdrátt, lutvíst at gera nýíløgur, og eitt avlop er í vinnuni ? hon er sunn, segði Jógvan við Keldu.

? Hetta kalla vit vinnuligur fiskiskapur. Hinvegin er umráðandi, at tann politiski myndugleikin ikki í øvund leggur eftir hesum fyritøkum, tí tey fáa avlop í nøkur ár til konsolidering og til nýíløgur, og við tí gevur teimum meira skatt og aðrar byrðar. Jógvan við Keldu vísti á, at tað sama kann sigast um alivinnuna.

Jógvan við Keldu helt, at minkingin í blokkinum upp á 300 milliónir árliga kann tykjast ógvusligt, men hann helt, at vit eiga at taka tað við, at vit í dag hava tøka eina milliard krónur, sum verður sett í Búskapargrunn Føroyar, soleiðis at javnvágin verður havd, til tírnar aftur gerast verri, enn tær eru í dag.


Selja almennar ognir

Framsøgumaður Fólkafloksins vísti eisini á, eins og Caragataálitið vísti, at einki er í vegin fyri, at tær almennu Føroyar gera sum londini uttan um okkum, at vit selja út av stovnum, sum ikki er neyðugt at tað almenna eigur, her kann hugsast um postverkið, Strandfaraskip Landsins o. o. Hann nevndi eisini, at um kommunurnar seldu SEV til eitt partafelag, kundu tær fingið einar 2-400 milliónur

? Latið okkum hyggja at londunum uttan um okkum, har teir hava privatiserað við góðum úrslitum. V it eiga ikki at koma ov langt aftan á hinum londunum við slíkum, helt Jógvan við Keldu.

Hann vísti eisini á onnur viðskifti, so sum virðisbrævamarknaðin, oljuvinnuna, KT-vinnuna, ferðavinnuna, sum hann kortini ikki fekk stundir at viðgerða í framsøgurøðuni. Men Fólkaflokkurin ynskir eina breiða semju í løgtinginum.

? Hetta kundi verið byrjanin til eina virðiliga søguliga tíð fyri okkara vakra land, helt Jógvan við Keldu.