Samferðsluhugleiðingar

John í Skemmuni


Sat og hugdi eftir Degi og viku týskvøldið 23. nov og bórust tíðindini um, at nú verður helst farið í gongd við Skálafjarðartunnilin.

Tíðindini vóru merkt av bjartskygni, tí nú koma Føroyar at verða nógv betur samanknýttar og CO2 útlátið verður minni. – Sum heild kemur hesin tunnil at verða til stórt samfelagsligt gagn, var sagt. – Og, alt gott um tað.

Kom so at hugsa um farleiðina til Sandoynna og Suðuroynna og tilknýtið av suðurøkinum til restina av landinum.


Sparingar á suðurleiðini

Fyrst skal eg gera viðmerking til sparingarnar, ið eru álagdar Strandferðsluni at gera til suðurøkið, har lagt verður upp til, at Smyril og Teistin skulu sigla færri túrar og ferðaseðlaprísurin skal upp.

Hetta merkir, at tyngri verður hjá teimum, ið frammanundan eru avskorin frá teimum samferðslumøguleikum, ið hini norðanfjørðs hava!

Hendan sviða og meirkostnað skulu bert hesi somu bera.

Úrslitið verður ein uppaftur størri afturgongd í íbúgvaratalinum í suðurøkinum.

Tey, ið frammanundan hava fast samband koma einki at merkja til nakran niðurskurð og fáa tey ikki nakra hækking í teirra ferðaútreiðslum.

Er hetta rættvíst og soledariskt?


Trivnaður

Tað man vera øllum greitt, at eitt betri ferðasamband til miðstaðarøkið ger tað liviligari í útjaðaranum. Og, eingin ivi er um, at um Sandoyggin fekk undirsjóvartunnil, at so hevði íbúgvaratalið í oynni vaksið skjótt.

Tað er heldur eingin ivi um, at um Suðuroyggin eisini fekk hendan møguleika, so hevði hetta havt stóran týdning fyri íbúgvaratalið her og trivnaðin í oynni.

Og, hevði landið ikki eisini sum heild blivið meiri fjølbroytt fyri allar føroyingar?!


Eldhugi fyri suðurøkinum?

Men, hvar eru røddirnar á tingi, ið arbeiða fyri suðurøkinum? Sandoyggin hevur eina rødd, men verður hon bert skúgvað burtur.

Men, hvar eru røddirnar hjá teimum, ið hava tilknýti til Suðuroynna? Og, hvar er stuðulin, ið Gerard átti at fingið hiðani? Er ikki eitt fast samband til Suðuroynna fyrst treytað av einum Sandoyartunli?

Hvar er eldhugin hjá myndugleikum okkara fyri einari slíkari ætlan? Ella, er suðurøkið ikki so áhugavert? Eru sandoyingar og suðuroyingar minni verdir samfelagsliga?

Og, tá talan er um at knýta landið saman, hoyra tá sandoyingar og suðuroyingar ikki við til landið?


Men, tað er so dýrt – og ómøguligt!

Ja, tað er dýrt at gera hesa íløgu til suðurøkið! – Og er tað í heila tikið møguligt at gera fast samband til Suðuroynna?

Sat umborð á Smyrli á veg suður saman við Ólavi Hátún og Heina Olsen. Prátið kom inn á fast samband til Suðuroynna, og segði Heini, at hann einaferð hevði projecterað ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna. Eg spurdi Heina, um tað letur seg gera at gjøgnumføra eitt slíkt project. Svarið, ið hann gav var, um ikki orðarætt: “Alt letur seg gera, bara tú hevur pengarnar!”

So, hví ikki fara í gongd við Sandoyartunnilin? – Og, tá hann er liðugur, er møguliga klárt at halda fram til Suðuroynna?


Bleyt virði

Onkur nevndi bleyt virði! – Er tað ráðiligt í hesum tíðum at fara í gongd við slíka kostnaðarmikla ætlan? Er tað ikki betur at brúka pengarnar til bleyt virði?

Tá talan er um bleyt virði, er eitt fast samband so sanniliga bleytt virði fyri okkum, ið eru so nógv avskorin frá ymiskum, ið onnur so lættliga kunnu koma til?

Og, tað tykist næstan altíð at vera so, at tá vit halda okkurt at vera neyðugt, so finna vit møguleikar fyri fígging. – Men, eg eri ræddur fyri, at suðurøkið ikki er so áhugavert fyri mong – enntá politikarar úr hesum øki. Um so var, so hoyrdust fleiri røddir!


Verandi risahall á leiðunum til suðurøkið!

Men, ber tað til at fáa fígging til slíka ætlan? Og, eru fíggjarvánir til tað í løtuni? - Eg veit ikki!

Men, minnist meg rætt, so hevur Anfinn Kalsberg nevnt, at undirskotið á Sandoyarleiðini og Suðuroyarleiðini er onkustaðni øðrumegin við 80 milliónir um árið.

Verður hetta tal faldað við 20 árum fáa vit 1,6 milliard. Verður tað faldað við 30 árum fáa vit 2,4 milliard. – Og, hendan pening síggja vit aldri aftur!

So nevndi hann nokk eisini, at um vit fingu útvegað eitt lán upp á uml. 2 milliardir og fingu hesar tunlar gjørdar innan fyri stutta tíð, so høvdu vit kunna avdrigið lánið upp á teir við verandi árliga risaundirskotinum, ið er á hesi farleið!

Undirsjóvartunlar skulu eisini rekast, men at tað kemur at kosta nær í námind av tí, sum tað kostar at reka skipini, ivast eingin í. – Og, hevði ikki eisini Co2 útlátið blivið nógv minni, serliga tá vit hugsa um Smyril, sum er so orkukrevjandi?


Hugburður til suðurøkið!

Tað, sum mest fær meg at skriva hesar reglur, er tann, um ikki avvísandi, so líkasæli hugburður, ið er hjá myndugleikum okkara mótvegis føstum sambandi til Sandoynna og Suðuroynna.

Hetta er so hugstoytt samanborið við tað bjartskygni, ið valdar, nú ið Skálafjarðartunnilin tykist at gerast veruleiki innan stutta tíð.

Eisini er tað hugstoytt fyri okkum her suðuri at hoyra, hvussu negativt, ið mong tosa um okkum, tá vit koma inn á samferðsluviðurskiftini til suðurøkið.

Sagt verður, at vit skulu bara vera “tilfreds”, tí vit hava so góð skip. – Men, hví var so ikki hildið fram at sigla um Vestmannasund og Leirvíksfjørð? Hví vóru tey ikki bara nøgd við tað, sum var?!

Í dag er eingin í iva um, at hesar íløgur vóru rættar, hóast mong vóru ímóti á byrja við. – Hetta, ikki bara, tí tær bera seg fíggjarliga, men so sanniliga eisini orsakað av teimum møguleikum, ið hetta gevur so mongum av borgarum okkara, ið búgva í hesum fyrrverandi útjaðarum.


At enda

Til seinast, so ynski eg ikki, at hetta skal skiljast, sum um eg ikki haldi, at vit búgva í einum góðum landi, sum er signað við so mongum fram um so nógv onnur støð í heiminum. – Vit, ið búgva í Føroyum liva í einum so góðum landi og heimsparti, og hava tí nógv at vera takksom fyri.

Hesar reglur eru tí eisini skrivaðar við bestu ynskjum og bøn um Guds signing yvir land og fólk okkara.