nýggja flogvøll á Glyvursnesi. Men so høgt stílar Tórshavnar kommuna ikki. ? Vit halda, at tað er fyrst og fremst ein landsuppgáva at gera nýggjan flogvøll. ? Kommunan fer so ikki undir hann. Men hvat vit kunnu [...] aftur uppi beint nú. Og í tí sambandinum kundi tað verið áhugavert at viðgjørt spurningin um at gjørt ein stuttan flogvøll úti á Glyvursnesi. Í hálvt annað ár Men hvussu og hvat og alt annað, veit kommunan [...] hevur nýliga lagt streym út á Glyvursnes. Og um eina viku koma finnlendingarnir, sum lata mátiútgerðina, hendavegin at seta hana upp, saman við fólki frá býráðnum og ráðgevarum býráðsins í flogvallarmálinum
Millum lítið og einki av druknum fólki var at síggja og hoyra, og onkur helt fyri, at fullasti og mest trillrundi í Klaksvíkini hesa dýrdarløtuna var mánin. Hann stóð spegilsblankur og rundur yvir Borðoyarvík [...] koppar, og 4.400 stykki av vinabreyði, sum í alt vóru trý hundrað metrar til longdar. 15 fólk syrgdu fyri at nakað var á borðunum alla tíðina, og fimm stóðu støðugt og bryggjaðu kaffi. Útsynningur og útsy [...] var tónleikur og sangur av øllum hugsandi slagi úti í Grøv, og fólkameingið var so stórt, sum tað ongantíð hevur verið áður. Smábørnini hugnaðu sær í ánni, og tey vaksnu kokkaðust, prátaðu og undraðust yvir
liðini í deildini nú eru lið, sum ikki eru umboðað í 1. deild, og sum tískil spæla fyri uppflyting. Tað má jú vera tað, sum kappingin fyrst og fremst skal snúgva seg um. [...] liðugur, og spælt varð eftir tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, tá Kári Nielsen megnaði at fáa bóltin í netið hjá heimaliðnum. Málið var annars sera gott. Kári byrjaði sjálvur álopið og sendi út í [...] ein sandoyingur so sendi innfyri fyrstu ferð. Bólturin varð snittaður víðari, og har kom Kári, sum hevði fylgt við fram, og setti bóltin í netið. Tað var ikki heilt í tráð við dystargongdina, at B71 skuldi
spældi ímóti vindi og regni fyrra umfarið. Teir vóru á odda 3-0 fyrst og 3-1, tá tað var hálvrunnið, og í 2. hálvleiki var tað týðuligt, at tað fyrst og fremst snúði seg um at halda tørn og at fáa tíðina at [...] verjuspælara og snýtti Bjarna Johansen. Óli Hansen, sum var keyptur upp úr Danmark til henda dystin og kanska skal byrja skúlagongdina í Kolding við at ferðast aftur og fram nógv vikuskifti nú í summar og tíðliga [...] Hann royndi undan vindinum og regninum, og úr 18 metra fjarstøðu sang tað í meskunum. Gylta løtan Tað gekk ein rúm løta, áðrenn NSÍ fekk hol á. Teir høvdu bóltin mest, og tað mesta gekk fyri seg á ytru
seg úr trongstøðuni, og eftir 48 og 51 minuttir fingu teir mál. Fyrst sendi Jens Erik Rasmussen fríspark úr vinstra horni og tvørtur um, Jóhannes Joensen stútaði uppá tvørs aftur, og Allan Mørkøre stútaði [...] fólk langt fram og royndu at leggja trýst á, og hetta bar møguleikar við sær í báðum endum. Ikki minst snarálopini hjá HB vóru vandamikil, og ta einu ferðina vardi Rolf frágera væl, fyrst við beinunum, tá [...] bóltin um út um stólpan og til hornaspark. Heilt stutt undan hvíldini var um reppið, at Allan Mørkøre og Súni Fríði Johannesen komu ígjøgnum, men Andrass Nolsøe kom ímillum, og fá sekund fyri síðsta bríksl
borðunum, og innleggini vóru neyv og vandamikil. Ímóti B68, sum ofta hevði trupulleikar at finna røttu verjustøðurnar í borðunum, vóru gjøgnumbrotini í síðunum rár, og innleggini vánalig. Og so tóktist [...] hevði verið. Og tað er rætt, at B68, sum tvær ferðir var frammanfyri, fleiri ferðir enn heimaliðið var tætt við at skora mál. Serliga í 2. hálvleiki, tá GÍ royndi at koma afturíaftur og javna og seinni at [...] vitjaði. Ta ferðina høvdu teir fulla ferð á og vóru sannførandi. Hesa ferð komu teir sjáldan úr triðja geari, og teir settu ongantíð í fimta gear. Teir vóru tøvandi, og teir mistu ofta á veg í álop. Ímóti NSÍ
Teir stóru telduhandlarnir í býnum liva fyrst og fremst av fyritøkum og virkjum. Teir selja heildarloysnir, herundir teldunet við meira. MEGA er fyrst og fremst til tann einstaka brúkaran. Teir vænta eisini [...] ungdómi og so ikki nógv meira enn tað. Hann sigur, at tað er eingin orsøk til at keypa ovurhonds stórar teldur til ein vanliga brúkara. Mark leggur aftrat, at MEGA fyrst og fremst selur teldur, og at teir [...] ætlað privatfólki, so sum lesandi og ungum. Tað er havnarmaðurin, Mark Joensen, sum hevur latið upp handilin, sum nevnist MEGA. Hann sigur við YNGD, at handilin fyrst og fremst er ætlaður privatfólki. Sum støðan
sama. Har verður ein uttanríkissíða og ein innanríkissíða. Tað sum fyrst og fremst ræður um at vit hava eina professionella uttanríkissíðu, sum alt tingið bakkar upp og sum útheimurin respekterar. Landsstýrið [...] ímillum Føroyar og Bretland. Er ein heppin so finst olja á okkara øki, men føroysk olja kemur ikki í »sølubúðirnar« tey fyrstu 10 árini. Tað merkir at føroyskur oljupolitikkur fyrst og fremst má sikta eftir [...] førleika og møguleikar at lívbjarga okkum á ein sømuligan hátt. Snøgt sagt: »Er tað lívsgrundarlag her fyri tað fólkatal, ið er her og ikki minst tann livistandardin, ið vit hava«? Fiskivinnan og aling er
internetið. Fleiri og fleiri fara á ?netið? at finna sær upplýsingar og undirhald. Tað ber til at spæla spøl á netinum, tað ber til at finna upplýsingar um alt sum einum tørvar, og so ber tað enntá til [...] Tað kann samanberast við at senda eitt bræv og tosa saman í telefonini, í senn. Tú situr við telduna og skrivar til ein annan, sum sær tað beinanvegin, og kann svara tær aftur. Nógv hava helst hoyrt um [...] hvønn dag? Ná, men tað eru tað so... Føroyskar síður og OP?ar Vit føroyingar eru av og á aftarliga á ymsum økjum. Á ?chat?-økinum eru vit heldur ikki fremst, men tað kundi staðið nógv verri til. Við fleiri
verið fyri nógvar framgongd. Tað gongst honum ikki bara væl við at syngja og at framføra, men hann framleiðir eisini tónleik, og er sera dugnaligur til tað. Nú fer hann so at geva eina bók út, sum fer at [...] framgongd og um hansara torføru tíðir. Mikael Gilmore, frá Rolling Stone-blaðnum fer at hjálpa honum við at forma innihaldi til bókina. Bókin kemur væntandi á gøturnar umleið á heysti 1999, og tíðindi ganga [...] gentunum. Síðani skulu tey tilrættuleggja dansir og gera sangir til eina konsert hjá Spice Girls. Afturat tí fæst ein 30 min. long samrøða við Spice Girls, og ymiskar upptøkur av gentunum ?backstage?. Backstreet