n eigur. Orsøkin til hetta er, at seinasta hond í løtuni verður løgd á fyrireikingarnar til sangskeiðið hjá Heimamissiónini. Rundur føðingardagur Við tað, at hetta eisini er 20. ferð, at sangskeiðið verður [...] seinastu mánaðirnar. Fjølbroytt skrá Skráin fyri kvøldið er annars sera fjølbroytt. Nú talan er um 20. sangskeiðið, verða sjálvandi nakrir sangir frá fyrsta sangskeiðnum á skránni, og eru nógvir av hesum [...] Norðurlandahúsinum, og Hans Jákup Hansen, sum er skrivari í sang- og tónleikanevndini hjá Heimamissiónini, dylur ikki fyri, at tey eru sera fegin um hetta. Við tað, at øll útgerðin, umframt sitipláss og annað
samfelag, og til síðst fór Sovjetsamveldið í upploysn. Tað er hendan søgan, sum Katja fer at greiða frá á Rás2 klokkan 16 seinnapartin í dag. Á myndini er hon við føroyskum ferðalagi í St. Pætursborg. [...] g á Rás2 klokkan 16 í dag, hittir Óli Breckmann ein teirra. Tað er russiska Katja Volovelskaja, sum er úrmælingur millum altjóða floytuleikarar. Hon hevur búð í Havn í nøkur ár, tosar væl føroyskt og hevur [...] Leningrad eftir kommunistisku kollveltingina í 1917. Í kjaksendingini greiðir Katja Volovelskeja frá, hvussu tað var at vaksa upp í gamla Sovjet, har kommunistaflokkurin ráddi øllum, loyniløgreglan, KGB lurtaði
um 32 pund. Tað er ikki einans í vekt, at stórur munur er á danska og føroyska seyðinum. Bjarni sigur, at tað danska seyðakjøtið er munandi kjøtugari enn tað føroyska, og haraftrat er tað eisini nógv ljósari [...] Garðurin er einar 20 hektarar til støddar, og pláss er fyri okkurt um 200 áseyðum. Sjálv sethúsini eru okkurt um hálvtannaðhundrað fermetrar til støddar, og stallurin er góðar 1200 fermetrar, so tað er ovmikið [...] gongur prátið lystiliga. Seyðabóndi í Danmark og Grønlandi Tað er einki yvir at dylja, at Bjarni hevur roynt eitt sindur av hvørjum, tá ið tað snýr seg um seyð. Longu sum lítil smádrongur fekk hann sítt
eldri næming, um tørvur er á tí. Onkur smølfur kann til dømis fáa buksuvatn frá eldri næmingum, men tað er sjáldan. Tað ringasta hjá smølfunum er helst tað psykiska terror, sum tað er at sita í óvissuni og [...] Tað er ymiskt, hvørja fatan fólk hava av at fara úr fólkaskúlan og so møguliga í ein miðnámsskúla. Hjá teimum flestu er tað altíð eitt sindur keðiligt, tí at man skal skiljast frá teimum, sum man hevur [...] fara, og tað angrar hann ikki. Hann sigur, at hann hoyrdi áðrenn, at tað var øgiliga strævið at ganga á studentarskúla, men hann heldur ikki, at tað er strævnari, enn hann hevði roknað við. Elin er, sum áðurnevnt
at politikkur ikki er tað stríðið vert, svarar hon avgjørd: -Nei ongantíð! Hóast vanliga fatanin er, at tað eru nógv, sum vilja mær ilt, so mást tú eisini leggja tær í geyma, at tað er bara forsætisráðharrin [...] politiska avrik er seinastu 20 árini á Christiansborg. -Tað er uttan iva verkætlanin Danski Fólkaflokkurin. Tað var eingin, og eg meini eingin, sum trúði upp á okkum, bara vit sjálvi. Tað hevur verið ein [...] á Christiansborg, og tá dámdi mær líka væl at vera her. Hinvegin er tað ein hugburður, sum sigur, at tað er skeivt at dáma vald, og tað skilji eg ikki. Vit sita sjálvandi her fyrst og fremst orsaka av
Nýggja frálandaskipið hjá Krúnborg Offshore, Stril Krúnborg, er farið av bakkastokki í Pólandi. Tað veit oljan.fo at siga. - Sjósetingin gekk væl, og nú verður gjørt klárt til ferðina til Noregs, har [...] Pólandi hin 30. desember, og tað tekur einar tríggjar dagar at sleipa skrokkin til Noregs. Stril Krúnborg verður væntandi klárur at lata eigarunum í juni næsta ár. - Talan er um eitt veitingarskip til [...] til oljuvinnuna, og er skipið serliga útgjørt til virksemi á havbotninum. Skipið er útgjørt við stórum krana og tveimum kavbátum (ROW). Petur Jacobsen, stjóri í Krúnborg Offshore, sigur við oljan
iga. Orka hevur flutt seg frá at vera hetta risastóra orkestrið til at vera eitt elektroniskt projekt burturav. Tó so, tað ein hoyrir er millum annað samplingar av ljóðum frá tiltiknu instrumentunum. Tá [...] Syðrugøtu í kvøld, eru tað tveir mans sum mynda bólkin. Men tað eru ikki hvørjir sum helst, men Jens L. Thomsen, sum jú meir ella minni er projektið, og Høgni Lisberg, sum vit kenna frá egnum útgávum og sum [...] Tá ein hoyrir nakað um bólkin Orka, er tað skjótt at fólk hugsa um fløskuorgul, pelabass og tunnur. Hetta var eisini byrjanin til Orka, men stigtakarin til verkætlanina, Jens L. Thomsen, hevur flutt seg
allan dystin. Hvussu kendist tað at fara úr egningaskúrinum á Toftum og skula møta heimsins næststerkastu fótbóltstjóð? - Jú, tað er eitt upplivilsi hvørja ferð, og hesaferð var tað nakað serstakt, tí vit hava [...] sindur av hvørjum. Evnaríkur sum ítróttarmaður er hann sum fáur. Tíðliga taldist hann millum fremstu borðtennisleikarar, og vann hann sær fleiri FM-heiti. Í talvi hevur hann syft mangan mannin frá borðinum [...] Øssur Hansen er 31 ára gamal. Hann er ikki maðurin við teimum stóru orðunum og ger ikki nógv burtur úr sínum ítróttarligu avrikum. Spyrt tú um okkurt, fært tú eitt vinarligt, skilagott og vælumhugsað svar
tískil boðað løgregluni frá. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og fekk sløkt eldin, men maskinrúmið á Ólivant fekk stóran skaða. Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at eldur er í báti við bryggjuna í Klaksvík [...] ið eru tunaðar, so at tær kunnu koyra skjótari enn loyvt er. Frá løgreglustøðini verður sagt, at nógvar knallertir koyra skjótari enn loyvt er. [...] Klaksvík. Fuku útav Kambsdalur er tiltikin vindharður. Hetta merktu eisini bilførarar, ið koyrdu har á leið í gjáramorgunin. Tað fóru ikki minni enn 2 bilar út av vegnum á Kambsdali fyrrapartin í gjár.
heilt annað, enn tað hon er von við niðrifrá. Hon er farin frá at forskúla í Danmark til at fanga krabbar í Haraldssundi. Men tað er fínt, og hon trívist væl, sigur hann. Sára og foreldur hennara búgva í [...] søtum afturvið. Grækarismessudagur er, og tað sást eisini aftur á tí eini køkuni, sum mamma eitt av børnunum hevur bakað. Hon er pyntað við tveimum tjøldrum, og tað er nakað, sum børnini ganga høgt uppí [...] húsast í bygdarhúsinum, og har er gott pláss til børnini at reika runt í, tá veðrið ikki er tilvildar at fara út. Fyri tað mesta halda tey til uppi á loftinum í húsinum, men har er eisini ein stórur salur, har