Tað er ymiskt, hvørja fatan fólk hava av at fara úr fólkaskúlan og so møguliga í ein miðnámsskúla. Hjá teimum flestu er tað altíð eitt sindur keðiligt, tí at man skal skiljast frá teimum, sum man hevur gingið í flokki saman við í eini tíggju ár.
Onnur eru kanska eitt sindur ivasom við at fara úr tryggu rammunum í fólkaskúlanum og so eitt nú niðan í studentaskúlan, sum kann tykjast rættiliga stórur og ørkymlandi við einari rúgvu av næmingum, sum ein als ikki kennir.
Tey flestu eru tó av teirri fatan, at tað er ein avbjóðing at fara undir Student, HF, FHS ella hvat tað nú eitir.
Positivt skifti
Yngd hitti tey bæði, Pætur Dahl og Elin Christiansen, sum ganga í ávíkavist studentaskúla og handilsskúla, og spurdi tey, hvussu tað er at skifta til ein miðnámsskúla, eftir at hava gingið í fólkaskúla í mong ár.
Pætur gongur í løtuni í 2.g. í málsligu deild í Hoydølum, meðan Elin júst er farin at ganga á FHS.
Pætur, sum fór úr 9. flokki og beinleiðis niðan í Hoydalar, sigur, at tað vóru fleiri, sum ráddi honum frá at fara undir studentaskúla so ungur (millum annað onkur vinmaður, sum var farin aftur í fólkaskúlan aftaná stutta tíð í Hoydølum), men hann valdi tó at fara, og tað angrar hann ikki.
Hann sigur, at hann hoyrdi áðrenn, at tað var øgiliga strævið at ganga á studentarskúla, men hann heldur ikki, at tað er strævnari, enn hann hevði roknað við.
Elin er, sum áðurnevnt, júst byrjað á handilsskúla, so hon kann ikki siga nakað um, hvussu strævið tað er í mun til fólkaskúlan.
Verða mett sum vaksin fólk
Eitt, sum tey bæði eru samd um, er, at tá tú kemur á ein miðnámsskúla, so er ein tann størsti munurin tann, at tú verður mett sum eitt vaksið fólk av lærarunum. Hetta eru tey ikki von við frá fólkaskúlanum, og er hetta eisini við til at stimbra samstarvið millum lærarar og næmingar.
Haraftrat siga tey, at lærararnir mangan taka tey við upp á ráð, tá ið frálæran skal leggjast til rættis, og tað hava tey ikki upplivað áður.
Alt hetta er við til, at tey kenna seg á líka fóti við læraran, og er samstundis við til at stimbra teirra luttøku í frálæruni.
Í fólkaskúlanum er tað so, at um ein næmingur ikki er við í tímanum og bara situr og svevur, so vil lærarin royna at fáa hann við og eitt nú syrgja fyri, at hesin næmingurin ger allar uppgávur, heimaarbeiði og annað.
Á miðnámsskúlunum er tað so, siga Pætur og Elin, at slíkir næmingar, sum bara sita og hanga (teir eru fáir), sleppa at sita fyri einki. Lærararnir lata tað upp til hvønn einstakan at fylgja við og klára seg. Hetta krevur sjálvsagt nógv meiri sjálvdisiplin frá næmingunum, enn hvat tey eru von við frá fólkaskúlanum.
Næmingarnir meiri seriøsir
Ein týðuligur munur er á næmingunum í fólkaskúlanum og í studentaskúlanum, siga tey bæði Pætur og Elin.
Tá ið tú gongur í fólkaskúla, eru rættiliga nógvir næmingar als ikki við í undirvísingini, og fleiri teirra lata ongar uppgávur inn ella nakað. Á miðnámsskúlanum er tað so, at flestu næmingarnir eru rættiliga seriøsir og gera síni skúlating til tíðina.
Haraftrat er tað mangan lívligt kjak um eitthvørt evn í skúlastovuni, og tað eru tey als ikki von við frá fólkaskúlanum.
Tað vilja sjálvsagt altíð verða næmingar, sum ikki eru seriøsir, men hesir sleppa eisini at verða óseriøsir, og tað sæst so sjálvsagt í próvtøkuúrslitunum hjá teimum.
Kemur at kenna nógv nýggj fólk
Tey bæði ungu havnarfólkini eru samd um, at tað er rættiliga stuttligt at koma í ein miðnámsskúla og í ein nýggjan flokk.
Bæði eru tey komin í flokk við hópin av ungum, sum tey als ikki kendu áður, og tað halda tey er sera stuttligt og áhugavert.
Samstundis hava tey ávísar lærugreinir saman við næmingum úr øðrum flokkum, og á henda hátt kemur tú til at kenna hópin av nýggjum fólki, sum tú annars ikki var komin at kenna. At so næmingarnir koma úr øllum hornum av Føroyum, ger tað ikki minni áhugavert og stuttligt.
Summir av skúlunum royna eisini at skipa soleiðis fyri, at næmingarnir skjótt koma at kenna hvønn annan. Pætur greiðir frá, at tá hann kom í Hoydalar, var skipað fyri ymiskum skeiðum í eina viku, har næmingarnir komu í bólk við næmingar úr øðrum flokkum, samstundis sum eldri næmingar vóru vegleiðarar á teimum ymsu skeiðunum.
Í ár eru heilar tríggjar vikur settar av til hetta endamál, og Pætur, skal saman við øðrum eldri næmingum á skúlanum, virka sum "tutor" fyri teir nýggju næmingarnar. Ein tutor er ein, sum vegleiðir og hjálpir næmingum. Tað kann verða eitt nú at vísa runt á skúlanum, ella tey kunnu skipa fyri einari útferð ella eini kvøldsetu til dømis.
Í fjør, tá ið Pætur var fyrsta árs næmingur, ella smølfur, sum tey nýggju verða kallað, varð skipað fyri bæði útferð og kvøldsetu.
Smølfar
Øll, sum hava gingið á studentaskúla, kenna til fyri brigdið "smølfar". Hetta
eyðknevni verður nýtt um
teir nýggju næmingarnar á skúlanum, og teir hava tað ikki altíð líka stuttligt.
At verða smølfur inniber tað, at tú fyrstu tíðina kann rokna við, at onkrir av teimum eldru næmingunum fara at leggja eftir tær og spæla hund við teg. Haraftrat hava smølfar eingi rættindi á skúlanum. Í køini í matarhøllini skulu teir standa aftast og altíð lata pláss sítt til eldri næming, um tørvur er á tí.
Onkur smølfur kann til dømis fáa buksuvatn frá eldri næmingum, men tað er sjáldan. Tað ringasta hjá smølfunum er helst tað psykiska terror, sum tað er at sita í óvissuni og bíða eftir, at eldru næmingarnir koma eftir tær.
Í ár høvdu allir 3.g.´arnir vatnrevolvarar við í skúla fyrstu dagarnar, og so gingu teir og skutu smølfarnar vátar um allan kroppin, so tað er ikki altíð líka lætt at skifta frá fólkaskúla til miðnámsskúla.