Tá ein hoyrir nakað um bólkin Orka, er tað skjótt at fólk hugsa um fløskuorgul, pelabass og tunnur. Hetta var eisini byrjanin til Orka, men stigtakarin til verkætlanina, Jens L. Thomsen, hevur flutt seg nógv seinastu árini, siga tey í tíðindaskrivi av G! í kvøld.
Orka fór á rull í 2006 og í 2009 spældi bólkurin á Roskilde Festivalinum við einum bólki, ið taldi átt fólk, teirra millum Eivør og Teitur. Seinni tað summarið spældi Orka eisini á Gøtusandi við einum 11 mans stórum bólki.
Jens býr í dag í London og hevur flutt seg nógv, ikki bara landafrøðiliga, men eisini tónlistarliga.
Orka hevur flutt seg frá at vera hetta risastóra orkestrið til at vera eitt elektroniskt projekt burturav. Tó so, tað ein hoyrir er millum annað samplingar av ljóðum frá tiltiknu instrumentunum.
Tá ið so Orka trínur á pall á spæliplássinum í Syðrugøtu í kvøld, eru tað tveir mans sum mynda bólkin. Men tað eru ikki hvørjir sum helst, men Jens L. Thomsen, sum jú meir ella minni er projektið, og Høgni Lisberg, sum vit kenna frá egnum útgávum og sum trummuspælara í óteljandi øðrum bólkum í Føroyum.
Afturar sær hava teir Kirstin Helgadóttir, sum fer at gera tað til eitt flott visuelt show.
|