verða tíggju til tólv um árið í framtíðini - minst. Hvussu mangar umsóknir koma vanliga inn? Í 1998 komu heilt nágreiniliga 194 umsóknir, í 1999 var talið 234 og higartil í ár eru komnar 190 umsóknir. Eisini [...] grunnurin virkaði við støði í eini reglugerð. Nú er tað Løgtingslógin frá 17. mai og kunngerðin frá 21. september 2000, sum áseta karmar, krøv og heimildir. Bæði í tí gomlu reglugerðini og í nýggju lógini verður [...] hevur hug at royna nýggja møguleikan at fáa starvsløn, heilt upp í trý ár, hvør er so mánaðarliga lønin í krónum og oyrum? Starvslønin svarar í upphædd til læraraløn, sum er á lønarstigi 21, stig l - heilt
setti hann í ein tann heitasta venjarasessin í heiminum. Men Antic tóktist ikki nervaður av trýstinum. Við Hierro, Butragueno, Hagi og Prosenecki í stjørnusetta hópinum gekk sum eftir ánni, men í januar mánaði [...] ístaðin sendi City tungu leiðina niður í næst bestu røðina. Ræddist ikki Jesus Sum venjari byrjaði Radomir Antic yrki sítt í Real Zaragoza, har hann skapti góð úrslit í trý ár. Somikið góð, at kongaliga Real [...] helt seg hava uppiborið í Real Madrid. Meðan einaráðandi Jesus Gil ráddi í Real Madrid, vórðu hópin av venjarum sekkjaðir. Liðið hevði als ikki staðið seg nøktandi, og á sumri í ’95 mundu tey flestu halda
frá útróðrinum í Grønlandi. Tøkk til Anton Útróðurin í Grønlandi fer nú at halla. Í 1968 var seinasta árið hjá mongum havnum. Í 1969 og 1970 góvust teir í øðrum. Hildið var á til 1975 í Føroyingahavnini [...] Fiskanesi. Aftur í Føroyingahavnini Í 1967 eri eg aftur í Føringahavnini. Eg seldi skúrin hjá mær í Grátufjørðinum til tveir sumbingar. Teir áttu ein bát, sum æt Brúnaberg. Teir vóru í sunnaru havn summarið [...] vera í Grønlandi. Her er eitt annað dømi. Tá ið vit í 1952 vóru í Ravnsoynni, vóru vit til fiskiskap norðan fyri Fiskanes. Eina ferð vóru vit farnir norður eftir um kvøldið uppá at vera burtur í tveir
hann brast í sjógvin. Báturin var surraður í barðholið, sum var eitt hol í dekkinum. Stykkið av stevninum, har rundingurin sum barholi var í, hekk eftir í surringini við øllum skinnaranum uppi í. Tað var [...] aftur niðri í Hebridunum og var í brúk har. Teir sum áttu bátin vóru Sigurd og Jens Marius Hentze úr Skopun. Aðrir bátar fingu eisini smærri skaðar. Millum hesar var ein hjá Jefri í Garðastovu í Vestmanna [...] salt og annað. Í so mátar líktist hvørt ár øðrum. Tað var eitt ómetaligt sleip at fáa alt saltið uppá land og inn í skúrin. Fyrst var at fylla saltið upp í sekkir, so at hiva tað niður í bátin, síðani sigla
øllum góðum bæði skip og fólk. Goymdu sild í kavafonn Í 1952 eru vit aftur í Ravnsoynni. Hetta summarið komu vit yvir í trimum holdum við Skarvanes, Marité og Tinganes. Vit vóru hesir menn: Jens Kristian Petersen [...] var at fara í Ravnsoynna undir slíkum umstøðum, so vit royndu at koma í Fiskanes. Veðrið var gott, eitt lítið lot til vildar. Eisini var roynt at hjálpa til við árum. Vit komu so í Fiskanes í øllum góðum [...] Men hvør ið átti, og um teir vóru í brúk, tað vistu vit einki um. Vit komu so norður í Føroyingahavnina, men øll útgerð og tilfar lá eftir í Grátufjørðinum. Vit komu inn í eina vík har, ið fleiri skúrar
bróstsjúkrahúsið í Hoydølum, har hann andaðist í 1911, ikki fyltur 22 ár. Hann hevði fingið skip at føra tað árið hann doyði. Niels Juel var eisini losjumaður. Í bókini um losjuna í Havn verður greitt [...] um í Íslandi. Hon “eigur” ein av hesum steinum. Hon kom til Føroya við einum fiskiskipi, og hon skuldi hava húspláss í Føroyum. Tora fór fyrst at tæna í Kirkjubø. Viggo Christiansen hevur funnið í eini [...] bera syrgirosettir í tríggjar mánaðir. Niels Juel var sjálvandi uppkallaður. Í 1919 fekk Óli Arge, y, Bil-Óli, ein son sum kallaðist Niels Juel. Men hann doyði heilt skjótt. Tann 20. august 1920 fáa tey aftur
køkuni hjá sær. Gávurnar vóru nógvar, tá ið familja og vinir komu í føðingardag, og føðingardagsbarnið hevði næstan ikki tíð at sita í frið. Dagurin var hildin sum ein rættur føðingardagur skal – við køkum [...] mamman, 26 ára gamla Bjørghild Hákonardóttir. Helt seg verða deyðasjúka Søgan um Anton byrjar í februar mánaði 2002. Tá gjørdist Bjørghild Hákonardóttir varug við, at alt var ikki, sum tað skuldi verða hjá [...] fyrsta teknið um, at alt fór ikki at ganga, sum tað skuldi. - Tað var ein fríggjadagur, og eg fór í bankan í Hornabø. Skuldi taka pengar út við eini bankabók. Nógv fólk vóru inni, tí tað var beint áðrenn
Arkitektar, hálvan august 2018. Hon kemur úr einum starvi sum Innkeyps- og goymsluleiðari á Landssjúkrahúsinum. Anya S. Midjord hevur eina Master of Business Administration og eina HD í logistikk. Hon hevur [...] sum Operations Manager hjá Eimskip. Hon er 49 ár, gift og eigur trý børn. Hon er uppvaksin í Havn og er búsitandi í Hoyvík.
Nelson Mandela hevur staðið fyri í síni tíð sum forseti, er húsabygging í township økjunum. Í staðin fyri skirvisligar smáttur og takplátur standa nú lítil betonghús í rúgvuvís í township´unum, og hóast hesi [...] Miðskeiðis í oktober 2003 flugu tveir havnarmenn (Pætur Dal Christiansen og Heini í Skorini) úr køldu norðurlendsku heystarluftini suður í afrikanska summarið og lendu í søguliga og nógv umstrídda landinum [...] fólkið í Suðurafrika. Nelson Mandela hevur latið byggja 300.000 hús fleiri, enn hann upprunaliga lovaði fátæku township íbúgvunum... Føroyskur dansur í Guguletu Eitt kvøldið miðskeiðis í januar mánaði gjørdu
milliónum av brúkarum í at skifta til onnur AI-modell. Tað eitur Gemini. Í síðsta mánaði segði stjórin í Google, Sundar Pichai, at felagið vónar at fáa eina avtalu við Apple um at fáa AI-tøkni í nýggjar telefonir [...] tænastustjórin í Apple, Eddy Cue, í rættinum mikudagin, sambært tíðindastovunum Reuters og AFP. Cue vitnar í málinum um leitimonopolið hjá Google, sum sambært einum fyrrverandi úrskurði frá í fjør er ólógligt [...] ólógligt. Google-leitiferðslan á Apple-tólum minkaði í farna mánaði, og tað er "ongantíð hent í 22 ár", sigur hann. Sambært Reuters kann ein broyting í tilgongdini hjá Apple umskapa leitilandslagið, tí Safari