Anya er nýggjur fíggjarleiðari í SNA

Anya S. Midjord tók við starvi sum fíggjarleiðari hjá SNA, Selmar Nielsen Arkitektar, hálvan august 2018.

 

Hon kemur úr einum starvi sum Innkeyps- og goymsluleiðari á Landssjúkrahúsinum.

 

Anya S. Midjord hevur eina Master of Business Administration og eina HD í logistikk. Hon hevur fyrr starvast sum logistikkleiðari hjá Poul Hansen og sum Operations Manager hjá Eimskip.

 

Hon er 49 ár, gift og eigur trý børn. Hon er uppvaksin í Havn og er búsitandi í Hoyvík.