Ansni og skapan

MENTAN: Ístaðin fyri at definera nakað ávíst sum mentan kunnu vit heldur minna hvønn annan á tann subjektiva partin við ansni og skapan, sum bert vit sjálv hava ábyrgd av, tey viðkvomu sporini frá farnum ættarliðum og tað neyðuga samskiftið um, hvat ið er týdningarmikið ? og hví

 

Birgir Kruse


Fyrst vil eg siga tillukku við formanssessinum í Mentanargrunni Landsins. Hvør er tín bakgrund, tá vit hugsa um henda sess?

Takk fyri, Birgir. Tað mentanarliga hevur altíð havt mín allarstørsta áhuga - serstakliga bókmentirnar, vísindini og filosofiin. Mín bakgrund annars? Síðani august 1988 hevur Føroya Fólkaháskúli - yrkisliga og arbeiðsliga - verið mítt eitt og alt. Eg vóni, at tær royndir, eg havi fingið í hesum starvi, at varðveita og menna Háskúlan, eisini kunnu verða mær til gagns í slíkum uppgávum, sum Mentanargrunnurin ber í sær. Nevndararbeiði av hesum slag er ofta kontant og pappírsligt, men síðst og seinast so snýr tað seg eisini um at samskifta við nógv ymisk fólk um nógv ymisk ting, royna at skoða eitt vet út í framtíðina og at taka ábyrgd av egnum avgerðum.

Við lóg er gamli Mentunargrunnur Føroya Løgtings lagdur niður, og nýggi Mentanargrunnur Landsins tekur við. Hvør er munurin á hesum báðum grunnum?

Tann gamli grunnurin virkaði við støði í eini reglugerð. Nú er tað Løgtingslógin frá 17. mai og kunngerðin frá 21. september 2000, sum áseta karmar, krøv og heimildir. Bæði í tí gomlu reglugerðini og í nýggju lógini verður staðfest, at endamál grunsins er "at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og mentanarmálum." Men lógin leggur afturat "bæði hjá leikum og lærdum". Og tá lógin eisini leggur dent á, at nevndin skal hava "breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan" so boðar hetta frá einum ynski um, at nevndin skal hugsa og virka á tí breiðast møguliga grundarlagnum. Samtíðis ásetur kunngerðin, at nevndin skal meta um listarlig og faklig dygdareyðkenni og sostatt skal grundgeva -estetiskt og innihaldsliga, gangi eg útfrá - fyri øllum avgerðum. Eisini verður lagt upp til eina greiðari raðfesting: starvslønir, íverksetanir (serstakliga fyri ung listafólk) og verkætlanir í fyrsta umfari - og síðani stuðul til útgávur av ymiskum slagi. Alt hetta er lættari sagt enn gjørt - og tað skal gerast.

Kann ein siga, at henda avgerð ber boð um eitt nýtt mentanarhugtak, ella mentanarsýni, her á landi?

Ein livandi mentan er pr. definitión altíð í broyting, men hinvegin krevst óivað annað og meir enn løgtingssamtyktir og nevndaravgerðir fyri at broyta mentanarsýnið -tíbetur. Spurningurin er, um tað yvirhøvur er nakað, sum vit kunnu kalla eitt "føroyskt mentanarsýni", og um tað eigur at vera eitt slíkt?

Tú bert ongan ótta fyri, at nýggi grunnurin leggur upp til meiri professionellar umsøkjarar og útilokar t. d. fólksligu mentanina?

Teir fíggjarligu karmarnir eru trongir, og nevndin skal grunda sínar avgerðir í kvalitetsmetingum. Tískil kann tað vera eitt vandamál, at tað í summum førum verður lættari hjá nevndini at velja tað professionelt snøgga, men kanska grunna, framum okkurt livandi og nýskapandi, men sum at síggja til virkar óruddiligt ella ribbaldsligt. Tað er einki einfalt svar til henda spurning. Hetta er nakað sum setir krøv til nevndarlimirnar um bæði kritiskt innlit, hugflog og víðskygni. Annars fer fram ein professionalisering innan øll mentanarøki í dag, eisini innan ta fólksligu mentanina, og tað óansæð, hvønn politikk, grunnar og myndugleikar hava.

Mong plaga at allýsa - definera - hugtakið mentan. Og mong eru boðini. Hvussu vildi tú allýst hugtakið mentan?

Ja mong eru boðini; sambært Encyclopædia Britannica eru tað í minsta lagi 165 definitiónir av mentanarhugtakinum. Hvør í sínum lagi eru hesar definitiónir rímiligar, men tá ið av tornar eru tær ikki nøktandi allíkavæl. Eg skal ikki koma við nøkrum íkasti til hesa definitiónsrúgvuna, men heldur við einari mynd: Mentanin er sum ein søga, ið fortelur seg sjálva, og sum dregur fólk og fæ við sær í søgumeldrinum. Okkara leiklutur sum menniskju er tó ikki læstur og lokaður. Vit kunnu leggja uppí og ríka hesa annars óstýriligu søguna við máli, myndum og virksemi ella vit kunnu, í líkasælu t. d., viska spor burtur og oyðileggja óbøtilig virði. So ístaðin fyri at definera "mentan" kunnu vit heldur minna hvønn annan á tann subjektiva partin við ansni og skapan, sum bert vit sjálv hava ábyrgd av, tey viðkvomu sporini frá farnum ættarliðum og tað neyðuga samskiftið um, hvat ið er týdningamikið - og hví.

Hvørjar eru upphæddirnar, Mentanargrunnur Landsins hevur at arbeiða við beint nú og so tey komandi árini?

Til at brúka í 2001 eru játtaðar 3 milliónir danskar krónur í føroyskum seðlum. Eg havi skilt tað so, at tey komandi árini er ætlanin, at henda játtan skal veksa við eini hálvari millión árliga.

Hvussu verður grunnurin umsitin?

Grunnurin verður stjórnaður av eini nevnd við fimm limum. Henda nevnd skal semjast um gjøllari arbeiðsreglur, sum síðani skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Annars umsitur nevndin játtanina sjálvstøðugt og óheft av politikarunum. Eina ferð um árið verða kunngerð og viðtøkur í grunninum eftirmett av mentamálastýrinum og nevndini í felag. Samlaða virksemið hjá grunninum skal so eftirmetast triðja hvørt ár.

Hvussu mangir fundir hava vanliga verið?

Vanliga hava fimm til seks árligir fundir verið. Eg rokni við, at tað verða tíggju til tólv um árið í framtíðini - minst.

Hvussu mangar umsóknir koma vanliga inn?

Í 1998 komu heilt nágreiniliga 194 umsóknir, í 1999 var talið 234 og higartil í ár eru komnar 190 umsóknir. Eisini her rokni eg við, at talið á umsóknum fer at vaksa, serstakliga eftir teimum munagóðu starvslønunum.

Um ein hevur hug at royna nýggja møguleikan at fáa starvsløn, heilt upp í trý ár, hvør er so mánaðarliga lønin í krónum og oyrum?

Starvslønin svarar í upphædd til læraraløn, sum er á lønarstigi 21, stig l - heilt nágreiniliga vil tað siga 17.876,26 kr um mánaðin.

Hvussu verður hetta við starvsløn gjørt av? Hvør kann og hvussu?

Eg ímyndi mær, at henda avgerð verður grundað á eina dygga viðgerð og eitt reiðiligt kjak millum teir fimm skilagóðu nevndarlimirnar. Øll, sum takast við mentanarligt virksemi - tað kann vera skrivligt, listaligt ella fakligt - og sum vilja hava arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið, kunnu søkja. Tað er so upp til nevndina at meta um, at velja og vraka. Allar avgerðir, bæði játtanir og frávísingar, skulu grundgevast og umsøkjarin skal kunnast um hesar grundgevingar.

Í samgonguskjalinum verður sagt, at orð skal setast á ein føroyskan mentapolitikk. Verður Mentanargrunnurin eitt amboð í fráboðaða almenna mentapolitikkinum?

Í tann mun Løgtingslógin um Mentanargrunn Landsins er eitt amboð í ætlaðum mentanarpolitikki er grunnurin eisini eitt amboð. Annars er setningur grunsins ikki at reka aktivan mentanarpolitikk, men heldur at geva teimum virkisfúsu betri møguleikar og fríari ræsur. Í mun til tey skapandi, granskandi og mentanarliga aktivu fólkini er grunnurin passivt tilfeingi, sum við hugflog og kreativari orku kann umskapast til "mentan".

Hvussu fer grunnurin at lýsa við stuðulsmøguleikum og virksemi annars; nakra serliga virkisskrá, ella lýsingartiltøk? Heimasíðu eitt nú?

Vit fara at lýsa væl og virðiliga við teimum møguleikum sum eru. Her eru fleiri óviðgjørdir spurningar enn, men heimasíðan verður sjálvsagt eitt andlit grunsins úteftir.

Sum formaður í Mentanargrunni Landsins, hvørji ráð hevur tú til tey, sum hugsa um at søkja og ongantíð hava roynt tað áður? Skulu tey fyrst fáa sær grannskoðara, roknskaparleiðara osfr?

Nei - tað er ikki neyðugt at fáa sær hvørki grannskoðara ella roknskaparleiðara. Men tað er neyðugt at lýsa sínar ætlanir greidliga; sum sagt verður eftirspurningurin óivað størri enn útboðið - so onkursvegna má umsóknin hava sannførandi tyngd, men tað er ómøguligt frammanundan at siga nágreiniliga, hvat tað inniber. Byrjanarstøðið er, at vit standa á berum - umsøkjari so væl sum játtandi nevnd.

Næsta ár verður Listahátíð í Føroyum. Hvat kundi tu hugsað tær at sæð ella upplivað?

Eg kundi hugsað mær at sæð okkurt eg aldrin hevði vilja gloymt aftur og upplivað okkurt, sum eg næstan ikki havi upplivað fyrr.

Takk fyri prátið og góða eydnu framyvir!

Takk somuleiðis - og takk fyri, at tit sýna áhuga fyri hesum virkseminum.