avgjørt latið næmingarnar lisið hesa bók. Hóast hon kann tykjast sera tjúkk, er hon løtt at lesa, og tað, at Hollywood-filmur er gjørdur um hana, ger óivað ikki áhugan hjá ungum minni. [...] at kenna. Fyri meg var hetta heldur langdrigið og stundum óinteressant umaftur og umaftur lesa um vakurleikan hjá Edward, klossutu Bellu og tímarnar í skúlanum. Men eg eri sum sagt ikki rættuliga rættur [...] kærleiki er altið áhugaverdur at lesa um, og hátturin sum vampýrurin Edward og systkin hansara verða lýst, er sera forvitnisligur. Bókin er heilar 527 síður. Tað er ikki fyrrenn á teimum seinastu 200 síðunum
Føroyum? Tú spurdi Evu Kjer Hansen, sosialministara, hvussu hon fór at tryggja, at málið var kannað á nøktandi hátt, tá hon boðaði frá, at hon fór at kanna málið niðri í Danmark, tað má so sanniliga eisini [...] tykkum, tað mugu tit ikki gloyma. Sjálvt um tað er gingið 1/2 ár síðani Miðflokkurin legði munnliga fyrispurningin til Hans Paula Strøm fram, so er tann skrivligi fyrispurningurin ikki lagdur fram enn, sum [...] eg eitt bræv frá einum veljara við yvirskriftini »Fyrispurningur til Miðflokkin og Tjóðveldisflokkin um lítla Petur« Eg havi hugt í bløðini at vita, nær onkur av politikarunum fóru at svara aftur, men ongin
Blikur løgdu bragdliga fyri. Spurningurin var, um Havfrúgvin fór at halda tørn um fremsta plássið, sum hon alla tíðina hevði. Tað megnaðu vestmannagentur. Kappingin var øgilig við Blik, og Frúgvin og Drekin [...] venja til Fjarðastevnuna. Hon verður í Vestmanna annan leygardag. Sigurin var óvæntaður. Frammanundan hevði Frúgvin vunnið tvær ferðir, og Blikur vann á Norðoyastevnu. Tá var Havfrúgvin nummar fimm, og [...] genturnar umborð á Havfrúnni leygardagin vóru fyrstar á mál. Móttøkan var sum tá ið nógvir sigrar hava verið driginir til Vestmanna, og tað er ikki frítt, at kikararnir eru funnir fram aftur, og vestmenningar eygleiða
Serliga um summarið verður ofta farið yvir á spæliplássið, meðan tær um veturin fyri tað mesta halda børnini innanveggja. Í vetur hevur ikki viðrað so gott, men mikudagin var veðrið sera gott, og tí var farið [...] Annars hevði eg ikki verið í hesum starvinum í øll hesi árini! -Tað er eitt virkiliga deiligt arbeiði, sigur hon. Eitt gott við arbeiðinum er, at hon kann vera heima hjá sær sjálvum, og hon kann somuleiðis [...] spæliplássinum. Spæliplássið er rættiliga nýtt og er ikki heilt liðugt enn. Men tað er so mikið væl útgjørt, at tað kortini kann brúkast hjá børnunum. Ikki bert børnini í Rituvík brúka tað, tí av og á koma
Fyribils haldi eg ikki, at landsstýriskvinnan við sínum orðingum um Bústaðir í tinginum tann 2. mai, har eg var hjástødd, hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Men eg bíði við míni endaligu støðutakan [...] er FYRIBILS, og hóast hon ikki er almenn enn. Jens av Rana førdi fram, at landsstýriskvinnan so ella so skuldi frá, meðan Jacob Vestergaard, sum hevur kært landsstýriskvinnuna, var meira varin – hann bíðar [...] avgreitt. Hetta er álvarsamt. Langtíðarhaldført ella ikki langtíðarhaldført – tað er spurningurin ‘Sum nú er, ... havi eg ikki fingið ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum
vita, ikki friðarliga fyri seg. Orðaskiftið var óvanliga hvast og til tíðir lá tað á einum støði, ið ikki er sømiligt fyri tingmenn. Samgongan var samd og stóð sum ein maður, meðan andstøðan var í øðini [...] spurninginum um, hvat ið kundi yvirtakast og hvat ið ikki kundi yvirtakast. Tað var ikki eitt samt løgting, sum atkvøddi yvirtøkulógina til húsar, men tað var ein óvanliga stórur partur av løgtinginum og tí [...] n er, um ikki landstýrið hevði staðið seg við at brúkt nakrar mánaðir afturat til at mýkja støðuna mótvegis Danmark so væl sum mótvegis andstøðuni. Um hetta hevði givið eitt samt løgting, so var nógv vunnið
hugsar um tað nú var tað rætta ella ikki í dag. Men eg skal viðganga, at tað vóru løtur, áðrenn vit fluttu, at eg hugsaði um tað, sigur hon. Hjúnini bæði avtalaðu eisini, at um ikki bæði tvey vóru fullkomuliga [...] hava hugsað um, at tey ikki hava havt eitt grannalag, tí tey kenna ikki til tað. Men nú tey eru flutt inn í býin at búgva, duga tey væl at síggja nógvar fyrimunir við tí. ? Tó er tað ikki soleiðis, at [...] so er hann ikki í iva um, at tey hava valt rætt. Sólvá heldur fram, at hetta var ein avgerð, sum tey tóku í felag, og bæði vóru heilt innstillað upp á hetta. ? Tað ger, at ein slettis ikki gongur og hugsar
greitt vallyfti. Eitt vallyfti, sum var heilt grundleggjandi. Sum snúði seg um politisk virði. Um stovnsrøkt. Um búskap. Um strategisku plasering Føroya. Tað løgna var, at eingin fekk nakrantíð ein bara [...] tingviðgerðini av fíggjarlógini var hann aftur frammi við eini gløggari greining. Hon var endurgivin á dimma.fo í gjár. Hann tosaði um játtanir, sum m.a. eg havi gjørt avtalu um á donsku fíggjarlógini, og segði [...] úr Føroyum – eina avtalu um tilsøgn um stuðul til ætlanina um at byggja eitt akvarium í Føroyum. Peningurin stendur í eitt ár, og hesa tíðina skal nevnd og leiðsla vita, um hon kann finna restina av fíggingini
skrivaðu vit um, at rok var í Tórshavnar býráð og at teir seks býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum høvdu gjørt av at boykotta arbeiðið í býráðnum fyribils. Les meiri um tað her: Rok [...] burtur frá býráðsarbeiðinum í 14 dagar. Tí vildi minnilutin ikki góðtaka, at Gunvør Balle møtti á býráðsfundi í gjár, hóast hon hevði biðið um farloyvi fyri eini viku síðani. Soleiðis hevur Tórshavnar kommuna [...] viðmerking frá borgarstjóranum, men tað hevur ikki eydnast. Men fyri eini løtu síðani koma ein skriftlig frágreiðing frá henni. – Eftir at ivi varð sáddur um hesi viðurskiftini, legði eg fundin niður fyri
Heimaliðið var greitt oman á frá fyrstu løtu., Kanska skaptu tær ikki so nógvar møguleikar, men trýstið var støðugt, og tá Hansy Davidsen á hálva tímanum kundi skora eftir horna, var tað ikki meira enn [...] vølli sendi hon bóltin frameftir. Bólturin støkk í vøllin og upp um málverjan, og so var 2-0. Alt tóktist avgjørt, tá Ann Mari Kruse lítla løtu seinni sendi hornaspark beinleiðis í netið, men so var tað at [...] B36 gjørdi ein vørr. Fyrst var Arnbjørg Danielsen trygg úr 11 metrum, tá Laila Enghamar varð feld í brotsteiginum, og lítla løtu seinni var Arnbjørg aftur á staðnum, tá hon eftir aftur og fram í brotsteiginum