Gunnvør Poulsen, omma Petur
Í Dimmalætting frá 21. mars læs eg eitt bræv frá einum veljara við yvirskriftini »Fyrispurningur til Miðflokkin og Tjóðveldisflokkin um lítla Petur«
Eg havi hugt í bløðini at vita, nær onkur av politikarunum fóru at svara aftur, men ongin hevur ønt hesum veljara nakað svar, ætla tit at lata sum einki og niðurgera hendan veljaran, tit eru valdir at tæna okkum, sum hava valt tykkum, tað mugu tit ikki gloyma.
Sjálvt um tað er gingið 1/2 ár síðani Miðflokkurin legði munnliga fyrispurningin til Hans Paula Strøm fram, so er tann skrivligi fyrispurningurin ikki lagdur fram enn, sum teir ætlaðu. Er tað nøktandi, at Hans Pauli Strøm bara kann svara aftur, sum tað fellur honum inn, og so verður onki meira gjørt við tað?
Til tín Høgna Hoydal, nær ætlar Tjóðveldisflokkurin at seta eina óhefta kanning í verk í Føroyum? Tú spurdi Evu Kjer Hansen, sosialministara, hvussu hon fór at tryggja, at málið var kannað á nøktandi hátt, tá hon boðaði frá, at hon fór at kanna málið niðri í Danmark, tað má so sanniliga eisini kannast í Føroyum, tí her er eisini nógv skeivt farið fram viðvíkjandi málinum.
Tann 15. februar 2006 vóru vit fýra fólk á fundi við Alfred Olsen og Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum, og virkaðu teir interesseraðir og skuldu vit hoyra aftur frá teimum, men enn ikki eitt orð, kanska Johan Dahl fer at taka málið upp.
Hvat ræðast tit, er ongin rættvísur politikkari til.
Nú er upp á tíðina at skipa fyri einum hóskandi tilboð, soleiðis at Petur kann koma heim aftur itl Føroyar.
Eg fari eisini at heita á allar tingmenn um at seta eina óhefta kanning í verk, ongantíð ov skjótt.