Býráðið í Havn hevur borið seg skeivt at seinastu 40 - 50 árini

Tað var ólógligt, tá ið seks býráðslimir rýmdu av fundi í gjár

Tórshavnar Býráð hevur brúkt skeiva mannagongd í eini 40 – 50 ár, men nú verður mannagongdin rættað.

Tað er niðurstøðan hjá Anniku Olsen, borgarstjóra

Fyrr í dag skrivaðu vit um, at rok var í Tórshavnar býráð og at teir seks býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum høvdu gjørt av at boykotta arbeiðið í býráðnum fyribils.

Les meiri um tað her: Rok í Tórshavnar Býráð 

Tað, sum ósemjan snýr seg um, er, nær tað er rætt at kalla tiltakslim á fund í Tórshavnar býráð. Í nógv ár hevur siðvenjan verið, at tá ið býráðslimur boðar frá, at hann hevur forfall at møta á býráðsfundi, skal viðkomandi vera burtur frá býráðsarbeiðinum í 14 dagar.

Tí vildi minnilutin ikki góðtaka, at Gunvør Balle møtti á býráðsfundi í gjár, hóast hon hevði biðið um farloyvi fyri eini viku síðani.

Soleiðis hevur Tórshavnar kommuna tulkað lógina, og soleiðis hevur mannagongdin verið í eini 40 – 50 ár, sambært minnilutanum. ­

Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá borgarstjóranum, men tað hevur ikki eydnast. Men fyri eini løtu síðani koma ein skriftlig frágreiðing frá henni.

– Eftir at ivi varð sáddur um hesi viðurskiftini, legði eg fundin niður fyri at kanna spurningin nærri, sigur Annika Olsen.

Hon sigur, at hon setti seg í samband við kommunala eftirlitið og fekk beinanvegin at vita, at býráðslimur, ið hevur havt forfall, skal møta – og hevur rætt til at møta – aftur á býráðsfundi, tá ið viðkomandi aftur er til taks. 

– Sostatt hevði viðkomandi býráðslimur hjá meirilutanum bæði rætt og skyldu til at vera við á býráðsfundinum, og kommunan kundi tískil ikki halda fram við einari mannagongd, sum er skeiv, sigur borgarstjórin.

– Henda niðurstøða varð beinanvegin fráboðað býráðnum, men minnilutin vildi kortini ikki góðtaka niðurstøðuna og rýmdi av fundi, hóast hetta er ólógligt, sigur borgarstjórin.

Tí varð málið, sum var til umrøðu, beint aftur í nevnd og síðani er kallað inn til nýggjan býráðsfund í dag at viðgera málið.

Og fyri at fáa heilt greiði á málinum, sigur Annika Olsen, at hon nú hevur fingið tvey løgfrøðilig upprit um málið, eitt frá kommunala og eitt frá einum øðrum sakførara.

­– Uppritini staðfesta tað sama, sum varð fráboðað á býráðsfundinum í gjár, nevniliga at mannagongdin Tórshavnar býráð hevur verið skeiv, tí býráðslimur bæði kann – og skal – taka býráðsarbeiðið upp aftur, tá ið viðkomandi aftur er tøkur.

Kommunala eftirlitið vísir á, at tað stendur í lógini, at “tá ið kommunustýrislimur aftur er førur fyri at luttaka, fer innkomni tiltakslimurin út.”

Tað vil siga, at kann ein kommunustýrislimur, sum er í farloyvi, møta á fundi fyrr enn væntað, skal viðkomandi eisini møta á fundi, og so skal tiltakslimurin víkja, sigur borgarstjórin. 

Tað verður eisini staðfest, at »ein skeiv mannagongd skal rættast, so skjótt tit eru greið yvir skeivleikan«

Annika Olsen sigur, at hesar niðurstøður hevur meirilutanum í býráðnum tikið til eftirtektar, men hóast býráðslimirnir hjá minnilutanum eisini hava fingið hesi upprit, vildu teir ikki møta á býráðsfundinum, sum kallað varð inn til í dag, sigur borgarstjórin.

– Býráðslimirnir høvdu ikki boðað frá lógligum forfalli, og av tí at teir hava skyldu at møta á býráðsfundi, er hetta eisini talan um brot á kommunustýrislógina, sum áleggur býráðslimum skyldu at møta á fundi.

– Tá ið minnilutin í býráðnum rýmir av fundi í gjár, og boykottar býráðsfundin, sum kallað varð inn til í dag, er tað bæði ófrættakent og átaluvert, sigur Annika Olsen.