Blóðdryppandi kærleikssøga

Fyrsta bókin í heimskendu "Twilight-røðini" er nú týdd til føroyskt og hevur fingið heitið "Skýming". Bøkurnar um kærleikan millum gentuna Bellu og vampýrin Edward eru farnar sum eldur um allan heimin og verða nú samanbornar við bøkurnar um Harry Potter. Fyrsta bókin kom út 2005 og er filmur eisini gjørdur um hana. Bókin er týdd til 20 ymisk mál.

Skýmings bøkurnar eru ungdómsbøkur. Eg eri 38 ár, og tí eini 20 ár ov gomul at lesa hesa bók. Hóast tað so verði eg trøllabundin av henni. Forboðin kærleiki er altið áhugaverdur at lesa um, og hátturin sum vampýrurin Edward og systkin hansara verða lýst, er sera forvitnisligur.

Bókin er heilar 527 síður. Tað er ikki fyrrenn á teimum seinastu 200 síðunum, at tann verðuligi spenningurin tekur seg upp. Fyrstu 300 síðurnar lýsa hvussu Bella og Edward hittast og læra hvønn annan at kenna. Fyri meg var hetta heldur langdrigið og stundum óinteressant umaftur og umaftur lesa um vakurleikan hjá Edward, klossutu Bellu og tímarnar í skúlanum. Men eg eri sum sagt ikki rættuliga rættur málbólkur.

At bókin er skrivað av einum amerikanskum høvunda, Stephenie Meyer, merkist væl. Amerkanska skúlaumhvørvið kennist aftur frá filmum og sjónvarpssendingum sum 90210 Beverly Hills, og kynsrollurnar eru stoyptar í sement. Hóast at bókin osar av sex, so verður onki gjørt, og tá tað verður umtalað, er tað innan hjúnarband.

Vampýrar eru lokkandi, eftirsum teir líkjast okkum menniskjum, men eru samstundis vandamiklir. Í hesi bókini eru flestu vampýrar á góðu síðuni og liva av djórablóði ístaðin fyri menniskjablóði. Tostin eftir menniskjablóði er tó sjálvandi til staðar og skapar spenning.

Gentan Bella er løtt hjá flestu ungu gentum at kenna seg aftur í. Hon er ósikkur, illsint, bleik og klossut, men hóast hetta verða nógvir dreingir áhugaðir í henni. Bókin er skrivað úr hennara sjónarhorni.

Hevði eg verið lærari í framhaldsdeildini í føroysku skúlunum, hevði eg avgjørt latið næmingarnar lisið hesa bók. Hóast hon kann tykjast sera tjúkk, er hon løtt at lesa, og tað, at Hollywood-filmur er gjørdur um hana, ger óivað ikki áhugan hjá ungum minni.