Autoverjan var ov lág til lágt flúgvandi bilar. Svingið var ov krapt til trídupult loyvda ferð. Tað var sera myrkt og ov vánaligt sýni at koyra 130 km/t. Førarin sat ikki í trygdarbelti. Tað var ov hált at [...] km/t ? orsøkin var, at eingin autoverja var!?! Og so framvegis. Kanska eru vit føroyingar so kurteisligir, at vit av berum umhugsni mótvegis teimum syrgjandi ikki vilja kalla ein spaka fyri ein spaka. Og tað [...] plomberað, men hann, ið skeyt og drap, verður plomberaður í eini klyvu. Eg fari at loyva mær at kalla ein spaka fyri ein spaka og halda fast um, at við nøkrum ómetaliga fáum undantøkum hevur førarin alla ábyrgdina
Hetta er triðja árið, at árliga fólkaheilsurenningin verður hildin her á landi. Undirtøkan hevur verið sera góð, og Hans Pauli Strøm sigur, at hann vónar líka góða undirtøku í ár, sum hini árini. - Í fjør [...] fjør vóru út ímóti 1000 fólkum við í fólkaheilsurenningini, og hetta var nógv meir enn vit høvdu væntað. Vit vóna sjálvandi, at renningin í ár fær líka góða uppmøting, men tað verður ringt at liva upp [...] fólkaheilsurenningin var á fyrsta sinni í 2004, bleiv bert runnið í Havnini. Í fjør bleiv renningin økt, so at hon eisini fevndi um Suðuroynna. Hans Pauli sigur, at meiningin við renningini var at fáa hana út
vaks mamma upp. Mamma var tann sjeynda av tíggju systkin , og var bert 8 ára gomul, tá pápi hennara doyði. Tað var tungt hjá ommuni at syrga fyri hesum stóra barnaflokki, men var tað ein stór hjálp at tann [...] Seinnri fór hann at smíða aftur, og hann var kendur sum ein sera raskur smiðir. Eitt kundi hann tó ikki fordraga, tað var at skriva rokningar fyri arbeiði, men hann var álítandi og vælgjørdur, og hann fekk [...] sindur í onkrari krambúð. Tá mamma var 15 ár gomul fór hon til Havnar í húspláss hjá Dia á Bø, hann var skyldur við mammu hennara, tvey ár seinri fór hon suður til Vágs og var í húsplássi har, til pabba og
merkisverda í róðrinum hesa ferð var, at Ørnin úr Sandavági heilkiksaði. Næstfremsti báturin í FM kappingini fekk ein góðan start. Tað fekk Beinta úr Miðvági, sum var næstfremst á norðoyarstevnu, men sum [...] plássið. Tað gjørdu tær í stórari kapping við Tjaldrið og Drekan. Tað var ikki leyst millum hesar bátarnar. jhu einglar góðir. Hetta var ikki av hugarøsing. Hitt annars so fleksibla sinni gav eisini rúm fyri [...] ferðina komu teir báðir í senn á vitjan. Tá vistu tey gomlu húsfólkini ikki hvatið var til ráða at taka. Har var bara ein song til hesar báðar hátíðarligu gestir. Ivasemið og kanska eitt sindur av ráðaloysi
Mortensen skrivar. Onkur ella okkrut má javnast. Nú var tað ikki undirritaði sum hevur sett hetta á dagsskrá, men flokkurin hjá Heðini Mortensen. Eg loyvdi mær at koma við einum uppskotið til, hvussu peningur [...] einstakar greinar. Skal ein útjavningarskipan vera lív laga, so er neyðugt at inntøkugrundarlagið er støðugt. Og tað er tað tá talan er um almennar lønir. Umframt tað, so vísti eg á, at tað var ikki rættvíst, at [...] , er ásettur av avvarðandi kommunustýrið. Íløgur í karmar Nú var tað ikki fyrst og frems Eysturkommuna undirritaði hugsaði um, tá talan var um íløgur í karmar. Men allar kommunur sum heild, herundir eisini
skeiðinum og ein av høvundunum at Faroese, An Overview and Reference Grammar (2004), sum varð brúkt at undirvísa í. Tað var tó greitt, at tørvur var á undirvísingartilfari, ið var skipað sum læruverk við venjingum [...] Føroyar: ”The Bradt Guide to the Faroe Islands” og sum ein, ið leingi hevur stríðst við at læra seg føroyskt, er tað mær ein stór gleði at viðmæla hetta skeiðið – tað er snøgt sagt framúrskarandi”, skrivar [...] tað alla tíðina rættað og bøtt varð um tað. Enn var tó eingin fløga gjørd, og saknur var í henni. Nú eru mállæran og lesibókin við fløgu so útkomnar sum ein heild. Á fløguni eru samrøðurnar í lesibókini
1981, og var tá komið nakað inn á Skála, har endað varð við einum skrávegin oman í bygdarvegin. - Ætlanin var at halda fram við hesi vegagerðini oman fyri Skála bygd og út á Strendur, men hetta kom í drag [...] Í Skálafirði: - Mær vitandi eru fimm ferðsluóhapp hend beint undir húsinum hjá mær innanfyri fá ár. So tað sigur rættiliga nógv um støðuna! Soleiðis segði Almfinn Jacobsen úr Skálafirði við Sosialin í [...] um at gera ein veg omanfyri bygdina, soleiðis at ferðslan eftir vestara armi á fjørðinum kann leiðast út um bygdina. Enn er so einki hent í hesum máli, og í ár hendir so heldur einki, skal ein trúgva uppskotinum
farnu viku fann 11 ára gamli Niels Jákup Mortensen ur nummar 001/250 í fjøruni í Fámjin, tá hann var ein túr saman við øðrum børnum og abbanum. - Eg vil ynskja Niels Jákup tillukku við urinum, og vóni at [...] at fyri hann er tað serliga stuttligt, at tað er ein ungur drongur sum Niels Jákup sum hevur funnið urið. - Hann kann í dag vera glaður fyri at hann var eitt sindur treiskur, tá abbin bað hann koyra tann [...] Norðpólinum, og síðani longu sjóferðina til Føroyar. At urið er óskalað og gongur sum tað skal, tað er ein sera góð góðskuváttan fyri meg og tað arbeiði, eg havi gjørt við hesum urinum, sigur Jørgen Amundsen. Hettar
undirskrivað av Óla Holm, og landsstýrismaðurin hevur áður sagt, at hetta var bara ein fráboðan fyri undanfarna landsstýrismann, Torbjørn Jacobsen, sum vildi hava skúlan á Trøllanesi tiknan í nýtslu aftur. [...] Trøllanesi. Harvið var knútur komin á málið. Óli Holm sigur, at hann eftir hetta bað um eitt løgfrøðisligt upprit um, hvørt hann kundi skera ígjøgnum og lata skúlan upp aftur, hóast bygdaráðið var ímóti. ? Niðurstøðan [...] landsstýrismann. Og í løtuni stendur eftir ein mynd, har ábyrgd verður løgd á eitt embætisfólk, ið hevur sent tað nógv umrødda brævið til Mikladals bygdaráð. ? Tað er mær tí sera umráðandi at gera púra greitt
málið? Hetta er evnið á eini ráðstevnu sum verður hildin á Hotel Føroyum í døgunum 29. og 30. august í ár. Hetta er ein stevna, har ein væntar luttakarar úr øllum Norðurlondum. Orsøkin til hetta er, at [...] komnar væl í gongd. Skal ein ganga eftir tilmeldingunum er líkt til, at áhugin er stórur. Longu nú hava omanfyri 100 luttakarar boðað frá, at teir verða við á ráðstevnuni. Og hetta var meiri enn fyrireikararnir [...] at henda ráðstevnan júst verður skipað sum ein partur av tí samstarvinum, sum longu er millum Norðurlond á hesum øki. Ein líknandi ráðstevna sum henda varð hildin fyri tveimum árum síðani í Noregi, og er