Talan er um ”spunadugnaskap” á høgum støði. Tað krevur ein stóran spunasmið til at draga tí eg skrivai til tað, borgarstjórin í Havn hevur vent tað til. Nevnuliga: Eitt grovt og ódámlig álop á tey alment løntu. Tey hava onki við sakina at gera. Vit tosaðu um almennar lønir, og ikki starvsfólk. Ivast lesarin, so er at lesa greinina aftur!
Fyri stutt at endurgeva tað, sum stóð í greinini, so vísti eg á, hví man ikki skal fara eftir einstøkum privatum vinnugreinum, tá tala er um útjavning. Antil má talan vera um alla vinnu, ella onga. Mín niðurstøða er, at tað er best at halda alla vinnu uttanfyri einari útjavningarskipan. Lat ongan iva vera um tað.
Skal man hóast alt nýta vinnuna sum grundarlag, so er neyðugt at tala er um alla vinnu, og ikki bert einstakar greinar. Skal ein útjavningarskipan vera lív laga, so er neyðugt at inntøkugrundarlagið er støðugt. Og tað er tað tá talan er um almennar lønir. Umframt tað, so vísti eg á, at tað var ikki rættvíst, at tær kommunur sum hava skapt vinnukarmar fyri nógvar milliónir krónir skuldu straffast fyri tað.
Men lat okkum hyggja eitt sindur eftir tí, sum Heðin Mortensen skrivar.
Onkur ella okkrut má javnast.
Nú var tað ikki undirritaði sum hevur sett hetta á dagsskrá, men flokkurin hjá Heðini Mortensen. Eg loyvdi mær at koma við einum uppskotið til, hvussu peningur til eina útjavningarskipan kann fáast til vega. Onki um hvussu hon skal deilast útaftur o.s.fr.
Restina undir hesari yvirskriftini hjá Heðin Mortensen er ikki á einum støði, sum eg vil gera viðmerkingar til.
Annars vil eg ásanna, at tað hevði verið sera áhugavert at hoyrt eitt boð uppá, hvar penganir til eina møguliga útjavningarskipan kundu komi frá, sbrt. borgarstjóranum í Tórshavnar kommunun.
Ódámlig framferð
”Fyri tað fyrsta er talgrundarlagið í útrokingunum hjá Jóhan Skeivt. Í øðrum lagi er hetta ádámligt framferð ímóti einum bólki av starvsfólkum í samfelagnum”. (sitat enda Heðin Mortensen)
Vit nýta jú sama talgrundarlag, so eg dugi ikki at skilja hví mítt er skeiv, og ikki tað hjá Heðini Mortensen. Munurin er einans tann, at Heðin Mortensen hevur deilt almennu lønirnar sundir, so vit onnur síggja hvussu tær góðu 2 mia. kr. í almennum lønum eru deildar millum starvsbólkar.
Eg vísti á, at av hesum 2 mia. kr. á fíggjarlógini hjá landinum, blíva 60 % skattaðar í Tórshavnar kommunu. Tað búgva áleið 40 % av Føroya fólki í Havn. Við øðrum orðum, so blíva 20 % ov nógv av almennum lønum skattaðar í Havn, og sum kundu verið nýttar til inntøkugrundarlag í einari møguligar útjavningarskipan (tølini eru avrundaði).
Javna kommunuskattin
Tað skrivaði eg ikki, og tað meini eg heldur ikki man skal gera. Eg kom við einum uppskotið til, hvussu man kann seta krónur á hesi 20% av ovurumboðan av almennum lønum í Tórshavn. Nevnuliga við at nýta meðal skattaprosenti fyri alt landið, og falda tað við 20 % av teimum almennum lønunum.
Annars kann eg upplýsa lesaranum, at hvørki barnafrádrátturin ella botnfrádrátturin er tengdur at skattaprosentinum, men av íbúgvum. Umframt tað, so kann upplýsast, at botnfrádrátturin er tann sami fyri allar kommunur í landinum, og barnafrádrátturin hjá kommununum, er ásettur av avvarðandi kommunustýrið.
Íløgur í karmar
Nú var tað ikki fyrst og frems Eysturkommuna undirritaði hugsaði um, tá talan var um íløgur í karmar. Men allar kommunur sum heild, herundir eisini Tórshavnar kommuna.
Tað er rætt at í Eysturkommun búgva dugnalig sjóvfólk. Tað er eisini rætt, at fleiri av hesum sjóvfólkum vinna nógvan pening. Hetta er at frøðast um, og er teimum væl uppiborði. Tað skal tó eisini vera sagt, at ein stórur partur av mannskapinum umborð á teimum skipum tilhoyrandi Eysturkommunu, eru búsitandi í øðrum kommunun.
Til alla lukku hevur tað gingið væl í m.a. uppisjóvarvinnuni í nøkur ár. Tí hevur tað eisini verið møguligt hjá teimum, at goldið væl aftur til Føroya land gjøgnum m.a. partafelagsskatt. Eg skrivið Føroya land, tí sum Heðin Mortensen eisini veit, so fellur 70% av partafelagsskattinum í landskassan, og 30% í kommunukassan.
Samlaði partafelagsskatturin, tað er fyri alla vinnu í Eysturkommunu, síðani kommunan var stovnsett, til og við ætlani fyri 2011 hevur verið góðar 10 mió.
Uml. kr. 3,33 mió. kr. í meðal um árið er eitt gott íkast til kommunukassan í Eysturkommunu, men ikki nógv til eina útjavningar skipan. Tað var tað eg skrivaði.
Ódámlig framferð móti einum samfelagsbólki
Tað krevur eitt gott hugflog til at draga tað eg skrivaði til eitt álop á almenn starvsfólk. Ikki við einum orði vera tey umrødd í mínari grein. Tað var sum sagt almennar lønir eg tosaði um, og ikki starvsfólk.
Er nøkur framferð ódámlig, so haldi eg tað er framferðarhátturin hjá borgarstjóranum í Havn. Fyrst leggur hann undirritaða undir at fremja álop á almenn starvsfólk, síðani gerð hann hesi starvsfólk til offur. Haldi teimum er betri uppiborði.
Skatta fólk út á bygd ella av landinum
Hetta má sigast at vera undrunarsamt, nú mítt uppskot til at útjavna almennar lønir skal vera orsøkin til at ov fá fólk flyta aftur til landið. Dugi ikki at síggja hvussu hesi bæði viðurskiftini hanga saman. Serstakuliga eisini tí, at Heðin Mortensen gloymir, at tað eisini er ein stórur partur av ungfólkið frá øðrum kommunum enn Tórshavn, sum flyta av landinum. Hetta prógvar bert, at tað mangan er torført hjá politikkarum í Havn at síggja útum bøgarðanar.
Kom við einum konstruktivum uppskotið Heðin Mortensen
Hetta er tað undirritaði hevði ynskt at svarið hjá Heðini Mortensen gav eitt boð uppá. Einans við nøkrum fáum orðum, sosum at útjavning skal síggjast í einari nógv breiðari heild, fáa vit innlit í hugsunarháttin hjá borgarstjóranum í størstu kommununi í landinum.
Eg fari at loyva mær at spyrja beinleiðis, hvat tilmælið hjá Heðini Mortensen er, tá vit tosa um fígging av einari møguligari útjavningarskipan.
Tað er ikki neyðugt at koma við longum frágreiðingum um ymiskar útreiðslur, tær ymisku kommunurnar hava o.s.fr. fyri at finna ein loysn, at rinda peningin útaftur til tær ymisku kommunurnar. Lat okkum taka tað kjakið seinni.
Lat okkum bert fáa eitt innlit í, hvussu borgarstjórin í størstu kommununi í landinum kundi hugsa sær vit fíggjaðu eina møguliga útjavningarskipan.