Óli Holm ger nú greitt, at hann tekur fulla politiska og løgfrøðisliga ábyrgd av málinum um skúlan á Trøllanesi.
Hann staðfestir, at hann góðkendi nógv umrødda brævið til Mikladals kommunu, og hann sigur seg fegnast um, at málið verður kannað, so ógrundaðar ákærur ikki hanga í luftini.
? Í fyrsta umfari eri eg endurgivin fyri at leggja ábyrgdina av málinum á undanfarna landsstýrismann. Og í løtuni stendur eftir ein mynd, har ábyrgd verður løgd á eitt embætisfólk, ið hevur sent tað nógv umrødda brævið til Mikladals bygdaráð.
? Tað er mær tí sera umráðandi at gera púra greitt, at eg taki alla ábyrgdina av hesum málinum ? bæði politiskt og løgfrøðisliga, sigur Óli Holm.
Eingin endi
Skúlatrætan á Trøllanesi er vorðin ein framhaldssøga, har eingin enn hómar endan. Umframt óvissuna hjá foreldrunum á Trøllanesi, sum vilja hava skúla aftur í bygdina, hevur landsstýrismaðurin við skúlamálum eisini verið kroystur í málinum.
Í august mánaði álegði Mentamálastýrið Mikladals kommunu at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur, tí hetta hevði landsstýrismaðurin avgjørt. Eingin heimild var fyri hesum boðum úr Mentamálastýrinum, og tað hevur skapt rumbul.
Støðan gjørdist ikki frægari av, at fjøðmiðlar ikki fingu týðandi Trøllanes-brævið, tá teir bóðu um innlit í málið. Mentamálastýrið hevur sagt, at talan var um eitt mistak, men fólk í umsitingini og fyrrverandi landsstýrismaðurin siga seg ivast í hesum.
Góðkendi brævið
Brævið, sum í august mánaði varð sent Mikladals kommunu, var ikki undirskrivað av Óla Holm, og landsstýrismaðurin hevur áður sagt, at hetta var bara ein fráboðan fyri undanfarna landsstýrismann, Torbjørn Jacobsen, sum vildi hava skúlan á Trøllanesi tiknan í nýtslu aftur.
Løgfrøðingur segði tó við Sosialin, at brævið úr Mentamálastýrinum er formliga avgerðin í málinum, og tí hevur Óli Holm tikið avgerðina í hesum máli. Ein avgerð, sum eingin heimild var fyri sambært kommunulógini.
Óli Holm viðurkennur nú, at hann hevur ábyrgdina av hesum brævi og málinum sum heild.
? Eg góðkendi at senda bræv til Mikladals bygdaráð um málið, sigur hann.
Óli Holm sigur seg harmast um, at politiski parturin av málinum er druknaður løgfrøðisligum lutum.
? Málið átti at verið ein spurningur um vælvild, samstarv og skúlapolitikk í landinum. Og málið eigur at snúgva seg um, hvar er best fyri skúlagongdina hjá næmingunum á Trøllanesi og í Mikladali, sigur landsstýrismaðurin.
Knútur kom á málið
Óli Holm hevur í einum skrivi til fjølmiðlarnar sagt sína hugsan um gongdina í Trøllanes-málinum.
Hann vísir á, at hann tók undir við avgerðini um, at skúlin á Trøllanesi skuldi lata uppaftur.
? Hetta er eftir mínum tykki í tráð við allan andan í okkara skúlapolitikki og útoyggjapolitikki. Bygdaskúlin er ein tann týdningarmesti liðurin í menning barnanna í nærumhvørvinum og er avgerandi fyri lív og menning kring landið alt, sigur Óli Holm.
? Eg mátti tó staðfesta eftir fund við umboð fyri Mikladals kommunu, at tey vildu ikki, at skúlagongd aftur skuldi vera á Trøllanesi. Harvið var knútur komin á málið.
Óli Holm sigur, at hann eftir hetta bað um eitt løgfrøðisligt upprit um, hvørt hann kundi skera ígjøgnum og lata skúlan upp aftur, hóast bygdaráðið var ímóti.
? Niðurstøðan var sum kunnugt, at tað kann landsstýrismaðurin ikki. Hesa niðurstøðu valdi eg at almannakunngera, samstundis sum eg helt fast við, at eg vildi gera mítt til at fáa loyst málið politiskt.
Einki trýst ígjøgnum
Óli Holm heldur, at eftir hetta byrjaði eitt satt rok um heimildir og løgfrøði í málinum, har støðið verður tikið í tí uppriti, sum hann sjálvur hevði almannakunngjørt.
? Tað er sjálvsagt eitt mál fyri løgmann, landsstýrismálanevnd og Løgtingsins umboðsmann at kanna, heldur Óli Holm.
? Men eftir stendur, at ongin avgerð er trýst ígjøgnum, og skúlin á Trøllanesi er ikki latin uppaftur. Tann politiski kjarnin í málinum er sostatt júst har, sum hann byrjaði. Landsstýrismaðurin vil, at skúlin á Trøllanesi skal lata uppaftur, men lokali myndugleikin er ikki samdur.
Óli Holm vil við síni frágreiðing hava málið um skúlan á Trøllanesi aftur á beint, sum hann tekur til.